Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 49

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

49 Nr. 228 - 24. november 2006 lýsingar Innskriving til 1. flokk verður í Adventista­skúla­­ num 15. ja­nua­r 2007 frá kl. 16:00 ­ 17:30 Nøkur fá pláss eru eftir. Havið navna/dópsseðil við. Adventistaskúlin er ein frískúli, sum verður rikin út frá einum kristnum sjónarmiði. Adventistaskúlin hevur 40 ár á baki. Adventistaskúlin hevur í løtuni 115 næmingar frá 1.-7. flokk. Næmingar í 1., 2. og 3. flokki byrja skúlagongdina í nýggjum bygningi í august. Fleiri upplýsingar á heimasíðu okkara www.skulin.fo/adv Hoyvíksvegur 56 · FO-100 Tórshavn · Tel. 31 32 60 · sdaskuli@post.olivant.fo Starvsøkið hjá Fíggjardeildini fevnir um fíggjarlógararbeiði, framleiðslu av hagtølum til leiðsluna, fíggjarligt eftirlit við stovnunum undir Almanna- stovuni, umframt búskaparligar lýsingar fyri stovnin. Starvsøkið hjá Stjóraskrivstovuni fevnir um innanhýsis og uttanhýsis samskifti og samstarv, uppgávur millum annað innan leiðslu- og kunningarøkið og starvsfólkaøkið. Akademikarar til Høvuðs- skrivstovuna á Almannastovuni Hevur tú hug at royna teg í einum avbjóðandi arbeiðs- umhvørvi? So eru trý størv leys at søkja at seta skjótast til ber. Eitt starv er búskap- arfrøðingur á Fíggjardeild- ini, og hini størvini eru sum samskiparar innan leiðslu og kunning á stjóraskrivstovuni. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at fara inn á heimasíðu okkara www.almannastovan.fo. Umsóknarfreistin til størvini er 24. januar 2007 kl. 12.00. www.almannastovan.fo K R E A . F O . TEL 47 80 80 Arbeiðsuppgávur • Fyrireika tilfar til nevndina fyri Framtak • Samskifta við umsøkjarar, eftirkanna og meta um umsóknir og virði • Menna sáttmálar og avtalur • Samráðingar • Uppfylging av gjørdum íløgum • Fíggjarstýring • Samskifti við vinnu og íleggjarar • Vera nevndarlimur í feløgum, grunnurin eigur í Førleikar Umsøkjarin skal hava: • hóskandi útbúgving frá hægri læru- stovni • góð evni at greina, gott yvirlit og evni at raðfesta uppgávurnar • góðan málsligan førleika á føroyskum og enskum • edv-kunnleika, í minsta lagi á brúkara- støði • góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt Vit vænta, at tú ert framsíggin og opin fyri at fi nna loysnir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan løgfrøði og/ella búskap frá privata ella almenna arbeiðs- marknaðinum. Setanartreytir Starvið er fulltíðarstarv. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi 15. januar 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gloriu Kalsø, forkvinnu, á telefon 315623 eftir kl. 17.00 ella Niels Dann West, stjóra, á telefon 315966 ella um teldupost ndw@framtak.fo. Umsóknin skal sendast til: Framtaksgrunnur Føroya Bøkjarabrekka 9 Postboks 3157 110 Tórshavn Ráðgevi Um Framtak Framtak skal eftir marknaðartreytum hava ein virknan leiklut sum kveikjari í føroyskum vinnulívi. Endamálið hjá Framtak er at virka fyri at menna og fjøltáttað føroyskt vinnulív samfelagnum at gagni. Framtak er vinnurekandi grunnur, sum eftir marknaðartreytum veitir framtakskapital við at seta partapening í og/ella veita ábyrgdarlán til nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum víðka um virksemið, skulu endurreisast og/ella ganga nýggjar leiðir. Gjøgnum sítt virksemi sum vágafúsur og tolin íleggjari hevur Framtak møguleika at menna vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar, og fíggjarligi vinningurin er frammi í tíðini. Framtak samstarvar við aðrar fíggjarligar íleggjarar at lyfta í felag, har váðin er stórur. Framtak bjóðar áhugaðum at søkja fjølbroytt og spennandi starv sum ráðgevi. Tú kemur í tøttum samstarvi við stjóran at arbeiða við vinnuligum menningarætlanum og verða við til at menna Framtak til ein virknan íleggjara í føroyskt vinnulív.