mikudagur 17. januar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 12 - 17. januar 2007
tíðindi
Føroyskir topp bólkar
á Planet Awards
Tá Planet Awards fer
av bakkastokki 27.
januar verður tað m.a.
við tónum frá nøkr
um av best umtóktu
føroysku bólkunum.
200, The Dreams og
Páll Finnur Páll fara á
pall.
Planet Awards
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
The Dreams hava við fløg
uni Tazy verið bólkurin
handan flestu landaplág
urnar farna árið. Punkaði
føroyski
sangskatturin
hevur fangað ung sum
eldri. Hóast talan er um
lániløg, so hava The Dreams
megnað at gera tey egin.
Løgini Sasa Sa, Sa og
Nummar hava dominerað
15 tær bestu, men øll hini
løgini hava fangað á onkran
hátt. Á Nýggjárskonsertini
fingu The Dreams alt í kók,
og á Planet Awards verður
ivaleyst sami endi. Hetta
verður eitt frálíkt høvið at
fáa sær ein svingom í
gallakjólum og klædning
um.
Páll Finnur Páll hevur
seinasta árið spælt fleiri
minniligar konsertir, og
ummælararnir hava ikki
spart upp á lýsingarorðini,
og tá Páll Finnur Páll fer á
pall, er syngið við góðskan
altíð høg. Konsertirnar á
G!Festivalinum
og
á
Summarfestivalinum vóru
millum ársins framførslur í
Føroyum í fjør, og var ein
planet til bestu konsert á
árinum, høvdu hesar iva
leyst verið millum til
nevningarnar. So fyri tey,
ið leita sær á Planet Awards
er gott í væntu.
Páll Finnur Páll arbeiðir
við ætlanum um eina
nýggja útgávu, ið væl kann
gerast tann síðsta hjá
bólkinum. Eftir fleiri sera
virkin ár á tónleikapallinum
er longri og longri millum
framførslurnar hjá teimum,
og alt oftari er tað onkur av
limunum, ið framførur
solo. Men á Planet Awards
eru teir aftur á sama palli.
Fløgan hjá 200 Graceland
hevur veruliga fingið um
heimin at lata eyguni upp
fyri Føroyameistarunum í
politiskum punki. Lagið
Exodus (2015) er júst komið
á íslendsku rokksavns
fløguna Rokkland, og árið
2007 kann gerast eitt tað
mest spennandi í søguni
hjá bólkinum. Í fjør gjørdi
bólkurin vart við seg á
Roskilde Festivalinum, har
teir fingu eitt av bestu um
mælunum av øllum bólk
unum á festivalinum. Um
heimurin heldur eyga við
teimum, og tað er sannlíkt
at føroyski punkurin verður
at hoyra á fleiri útlendskum
festivalum í ár.
Frammanundan er greitt,
at danin Bryan Rice verður
millum nøvnini, ið fram
føra á Planet Awards.
Planet Awards er á Hotel
Føroyum leygarkvøldið 27.
januar.
Bryan Rice er serliga
kendur fyri sangin No
Promises, sum hevur verið
eitt stórt útvarpshitt í bæði
Danmark og í Føroyum.
Fyrsta útgávan hjá Bryan
Rice, Confessional, hevur
staðið seg so væl í Dan
mark, at Rice er í uppskoti
til eina Zulu virðisløn sum
besti sangari í 2006.
Komandi dagarnar av
dúka vit fleiri onnur tón
leikanøvn, ið fara at fram
føra á Planet Awards.
Atgongumerki til stór
fingna
tiltakið
Planet
Awards fáast til keyps í
Telebúðunum
í
Havn,
Klaksvík og Runavík. Tey
kunnu eisini keypast um
vegis teleshop.fo og í
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Avmarkað nøgd av at
gongumerkjum verða seld.
Veturin á veg?
Eins og í Føroyum hevur tað verið óvanliga lýtt í Danmark higartil í vetur
við vindi og regni, men nú siga veðurmenninir, at ein broyting er á veg. Teir
siga, at næsta vikuskiftið fer eitt lágtrýst fram við Danmark norðanfyri, og
at tað fer at hava kaldari luft við sær. Veðurmenninir vænta, at tað verður
frost um dagin, og at tað fer at frysta eini fimm stig um næturnar. Kemur
nakað avfall við lágtrýstinum, verður tað fyrsti kavin í vetur.
Sambygd hús
Menn eru nú farnir at grava út fyri 15 sambygdum húsum, sum skulu
byggjast í Ánunum. Tað er felagið JFT Contractors, ið stendur fyri bygg
ingini, og húsini hevur arkitektafelagið Magnus Hansen teknað. Húsasølan
hjá Eik, Inni, fer um stutta tíð at skipa fyri einum kunnandi fundi, har fólk
fáa meiri at vita um húsini, ið verða í tveimum støddum, ávikavist 104 og
115 fermetrar. Ætlanin er, at tey fyrstu skulu flyta inn í august í ár.
(Kelda: www.nordlysid.fo)
Gestir fáa altjóða
bókingar og
umboðssáttmála
Fløgan Burtur frá
Toftunum hjá Gest
um er millum fløg
urnar, ið eru í upp
skotið sum besta
fløga á Planet
Awards, og at hetta
val ikki er burturvið,
verður nú staðfest,
sambært Dimma
lætting hevur bólk
urin skrivað undir
altjóða bókingar og
umboðssáttmála
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Gestir hava skrivað um
boðs- og bókingarsátt
mála við feløgini, ið um
boða Teit, skrivar Dimma
lætting í gjár.
Beint fyri jól spældu
Gestir jólakonsertir sam
an við Teiti í Vega í Keyp
mannahavn og í Mentan
arhúsinum í Fuglafirði, á
konsertini í Keypmanna
havn fekk danski bóking
aragenturin hjá Teiti Ul
rich Lauridsen, frá Glo
rius Records & Manage
ment eyga á bólkin og
skrivaði
stutt
eftir
sáttmála við teir um
bóking av konsertum og
tílíkum.
Eftir hetta varð avtala
um umboðan gjørd við
Plan C við Christian Ulf-
Hansen og Sam Blue, ið
eru
umboðsmenn
hjá
Teiti, veit Dimmalætting.
Í mars fer Plan C til
Austin í Texas á eina av
heimsins størstu tónleika
messum, við sær hava teir
100 eintøk av fløguni hjá
Gestum, Burtur Frá Toft
unum. M.a. er ætlanin at
selja tónleikin til filmar
og sjónvarpsrøðir.
Tórfinnur Jákupsson úr
Gestum sigur við Dimma
lætting, at teir eru ovfarnir
av øllum hesum og Teiti
sera takksamir fyri hjálp
ina.
Bólkurin er samstundis
farin undir samráðingar
við danska útbreiðslu
felagið Sonet Records, ið
millum annað umboðar
Høgna Lisberg, um at
standa fyri útbreiðsluni
av Burtur Frá Toftunum í
Danmark, skrivar Dimma
lætting
Sáttmálin hjá Gestum er ein
møguleiki hjá bólkinum at gerast
yrkistónleikarar
mynd: Símun Jóannesarson
Hittmaskinan hjá The Dreams fer uttan iva at fáa lív í gallaveitsluna á Hotel Føroyum
mynd: nud
Páll Finnur Páll hava
fingið leiklutin sum
Føroya fremsti syngi
við bólkur
mynd: Jens Kr. Vang
Umheimurin hevur latið eyguni upp fyri 200, men á
Planet Awards verður høvi at hoyra bólkin á heimavølli
mynd: nud