mikudagur 17. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 12 - 17. januar 2007
tíðindi
Hóskvøldið klokkan
19.30 verður forkunn
ugt tiltak í Miðla
húsinum, har serfrøð
ingar innan bindi
maskinur fara at vísa
tað nýggjasta innan
binding við maskinu
Handarbeiði
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Handarbeiðið fløvar um
myrku tíðina, og nú bindi
maskinurnar
gerast
alt
meira
vælumtóktar
og
vanligar, er lagamanni at
nema sær kunning um tað
nýggjasta innan hesa hand
arbeiðsgrein.
Gisleyg Dahl Bonde, sum
eigur Hondarbeiðsbúðina
Dr. Jacobsens gøtu, hevur
tikið stig til tiltakið. Enda
málið er, at øll, sum hava
hug, kunnu koma oman í
Miðlahúsið at fáa íblástur
til nýggjar arbeiðshættir
og øðrvísi tilfar, ein kann
brúka til bindimaskinuna.
Serfrøðingur vitjar
Gisleyg Dalh Bonde sigur,
at tey hava gjørt av at bjóða
donsku Conny Rasmussen,
sum selur Silver Reed
bindimaskinurnar,
heim
til Føroyar. Her fer hon
at greiða frá um tað nýgg
jasta, tey hava at bjóða.
Millum annað fara fólk at
fáa høvi at síggja nýggja
millumbindaran, sum hev
ur 150 nálir, og tí kann
binda bæði rættiliga fínt og
grovari tógv.
- Eitt nú tekur hendan
maskinan eisini trítráðað
føroyskt tógv, og er tað
millum annað tað, sum ger
hana øðrvísi enn vanligu
maskinurnar, sigur Gisleyg
Dahl Bonde. Hon skoytir
uppí, at, eins og hinar
Silver Reed maskinurnar,
fæst hon bæði elektronisk
og til holkort. Harumframt
fæst
eisini
sonevnda
DesignaKnit til maskinuna,
so til ber at skapa pløggini
í tilgongdini, og ikki bara at
binda langar banar.
Seinni verður skeið
Á bindimaskinukvøldinum
í
Miðlahúsinum
hevur
eisini høvi at síggja pløgg
og annað, sum eru bundin,
tøvd og seymað úr ymiskum
tilfari.
- Tað er spennandi at
seta saman ymiskt tilfar
og ymiskar hættir. Til ber
eisini at brúka tað ein hevur
liggjandi, sigur Gisleyg
Dahl Bonde. Hon leggur
afturat, at tey eisini fara
at vísa, hvussu ein brúkar
tær vælumtóktu mynstur-
fløgurnar, har tú kanst
seyma pløgg eftir tínum
egnu mátum.
- Seinni er ætlanin at
skipa fyri skeiðum í at binda
á Silver Reed maskinu, tí
fólk brúka maskinurnar til
so nógv ymiskt. Tá er gott
at fáa íblástur frá hvørjum
øðrum, sigur Gisleyg Dahl
Bonde, sum skundar sær at
skoyta uppí, at tiltakið er
alment og ókeypis.
Bókakvøld
Týskvøldið í næstu viku, tann 23. januar, verður bókakvøld
á Klaksvíkar Bókasavni. Har fer Bergtóra Hanusardóttir at
siga frá nýggju skaldsøgu síni ”Burtur”, ið er um tvey
ung, ið fara til Keypmannahavnar í lestrarørindum. Eisini
fara hjúnini Hanus og Helena Samuelsen at siga frá bókini
”Jana - eitt hjartabarn”, sum Tórun Ellingsgaard hevur
skrivað um menningartarnaðu dóttur teirra og støðuna hjá
teimum menningartarnaðu í Føroyum.
Bíligasta heilivágin
Landsstýrið arbeiðir við at broyta reglurnar um
tilskot til heilivág, og broytingin fer millum annað
at hava við sær, at sjúklingurin skal altíð fáa tann
bíligasta heilivágin, sigur Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður mí almanna- og heilsumálum,
við Útvarpið. Landsstýrismaðurin avsannar, at
broytingin hevur nakað samband við, at ein
læknaavloysari í Klaksvík hevur gjørt vart við,
at sjúklingar har ofta fáa dýrari heilivág enn
neyðugt.
FØRARASETRIÐ
Jekaragøta 10 • Tórshavn
John A. Christiansen
koyrilærari
tel 21 47 75
Stanley A. Olsen
koyrilærari
tel 21 10 99
Koyri-
kort?
Teoriskeiðið
til persónbil,
byrjar
mánadagin
22. januar
kl. 17.00
Teoriskeiðið
til
lastbil og trailara
byrjar
mánadagin
22. januar
kl. 19.30
Bindimaskinufepurin herjar
Nýggi millumbindarin hevur
150 nálir og tekur bæði fínt og
grovt tógv
Pløggini verða gjørd til
við hond – alt annað
verður gjørt á maskin
Gisleyg Dahl Bonde, sum eigur Hondarbeiðsbúðina í Dr.
Jacobsens gøtu, skipar fyri tiltakinum um bindimaskinur í
Miðlahúsinum hóskvøldið kl. 19.30
Danska Conny Rasmussen og Gisleyg Dahl Bonde vísa nøkur
av pløggunum, sum Conny hevur bundið á bindimaskinu og
broderað við einari teldustýrdari seymimaskinu.
Bindimaskinan er sett til
telduna, har mynstrið er
forritað frammanundan