Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2007 23 Saturn Aura: Ársins bilur í Norðuramerika Á Detroit Motor Show, sum er í Detroit í USA í hesum døgum, er Saturn Aura, ið er so gott sum sami bilur sum Opel Vectra, kosin ”North American Car of The Year 2007” Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hóast vit ikki kenna nógv til amerikanska bilmerki Saturn, er tað eitt kent bilmerki handan hav, har teir koyra sum persónbilar, MPV og sportbilar. Saturn Aura, ið er so gott sum sami bilur sum Opel Vectra og bygdur yvir sama plattform, er kosin ”North American Car of The Year” á Detroit Motor Show, sum er í Detroit í USA í hesum døgum. Í sambandi við stóru framsýningina verður hesin heiður árliga latin av umleið 50 kendum motorjournalistum úr USA og Kanada. Í ár var kappingin millum 31 ymiskar bilar. Ein annar General Motors bilur, Chevrolet Silverado, varð kosin ”North American Truck of The Year”. Heiðurin verður latin til bilar, som hava skarað framúr innan t.d. nýhugsan, trygd, koyrieginleikar, design, og virði fyri pengarnar. Saturn Aura hevur verið á amerikanska marknaðinum síðan august 2006. Saturn er eitt bilmerki hjá General Motors, sum varð sett á stovn í 1985, til at kappast við evropeisku og japansku bilmerkini á amerikanska marknaðinum. Fleiri nýggjheitir eru á veg frá Suzuki í Japan. Nýggjastu “GSF Bandit ” í 650 cc og 1250 cc útgávunum hava nú vatnkøldar motorar og ABS-bremsur MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Motorsúkklurnar verða alt meira framkomnar og trygg­ar, so hvørt sum nýggj modell koma á marknaðin. Fleiri nýggjheitir eru á veg frá Suzuki í Japan, ið teljast millum heimsins størstu framleiðarar av motor­súkklum og hava eitt sera stórt programm við nógv­um ymiskum útgávum av motor­súkklum. GSF modellini, við eftir­ navninum ”Bandit”, hava nú fingið vatnkøldan motor í bæði 650 cc og 1250 cc útgávunum, umframt at tær eisini hava ABS-bremsur. Hetta eru súkklur, sum Suzuki væntar sær nógv av. Málsetningurin var at gera tær mest framkomnu súkklurnar í sínum klassa, bæði hvat designi og tek­ nikki viðvíkur. Nógv verður gjørt burtur úr komfortinum, t.d. kunnu bæði setur og róður stillast í hædd. Motorarnir koyra sera væl, eru kvikir og trekkja væl, heilt frá tómgongd til reyða økið á snúningsteljaranum. Ein góð koyriuppliving. 650 cc útgávan hevur 85 hk við 10.500 snún/min, meðan útgávan við 1250 cc motorinum hevur 98 hk við 7.500 snún/min. Frá MC-Søluni verður sagt, at súkklurnar koma til landið tíðliga í vár, og prísirnir byrja við kr. 67.900. Fyri jól koyrdi ein reyður Vespa GTS 250 skutari av samlibandinum á Piaggio verksmiðjuni í Pontedera í Italia. Hesin var skutari nummar 100.000 – hagsta tal í 16 ár. 2006 var eisini árið, tá Vespa-skutararnir fyltu 60 ár. Upp á trý ár hava itali­en­ ararnir tvífaldað fram­­leiðsl­ una av tí kenda klassiska Vespa-skutaranum, sum hesi seinastu árini er vorð­ in sera væl umtóktur bæði í USA og í Evropa. Síð­ an framleiðslan byrjaði í1946, eru seldir umleið 17 milliónir Vespa-skutarar. At Vespa eru so væl um­tóktir skutarar er helst klassiska italska designinum fyri at takka, verður sagt. Framleiðslumet: 100.000 Vespur í 2006 Suzuki ”Bandit” við vatn­ køldum motori og ABS Saturn Aura er kosin ”North American Car of The Year” á Detroit Motor Show Suzuki GSF 650 S AK7 (Bandit S) Motorur 4 cyl. (4 takt), DOHC v. vatnkøling Motorstødd 656ccm HK v/snún. 85/10500 Moment v/snún 61,5/8900 Boring/slaglongd 65,5 x 48,7 mm Startarasystem Elektriskt Transmissión 6-trins Longd 2130 mm Fríhædd 150 mm Seturhædd 770-790 mm Vekt 222 kg Bremsur frammman Dupultar skivur Bremsur aftan Einkultar skivur Dekk framman 120/70ZR17 M/C 58W Dekk aftan 180/55ZR17 M/C 69W Bensintangi 19 litrar Prísur kr. 76.138,- v. ABS Søluumboð MC-Sølan Skemmingsgøta 23 FO-100 Tórshavn Tel. 315674 / 216300 www.mc-solan.fo * ”GSF 1250 S AK7” (1250 cc) við ABS-bremsum kostar kr. 95.600 FAKTA bilar