Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 6. februar 2001 25 24 Nr. 25 - 6. februar 2001 Sjóvinnubrøv Sjóvinnufyrisitingin boðar frá, at tey sjóvinnu- brøv,sum geva rættindi sum yvirmaður umborð á einum handilsskipi í altjóða sigling, skulu í seinasta lagi 1. februar 2002 vera skift út til tey sokallaðu STCW-95 sjóvinnubrøv. Treytirnar fyri at fáa tey nýggju sjóvinnubrøvini eru: Navigatørar: • prógv fyri loknað útbúgving á sjómansskúla • siglingarbók ella aðra váttan um siglingartíð við handilsskipum • galdandi heilsuprógv fyri sjófólk • GMDSS-GOC ella ROC-prógv • passmynd • navigatørar,ið hava staðið skipara- ella stýrimansprógv áðrenn 1991,skulu harafturat hava lokið skeið í vandamilkum farmi • ARPA-simulatorskeið Maskinmeistarar: • prógv fyri loknað útbúgving á maskin- meistaraskúla • siglingarbók ella aðra váttan um maskin- tænastu umborð á fiski- ella handilsskipum • galdandi heilsuprógv fyri sjófólk • passmynd GMDSS-Radioprógv til nýtslu umborð á handilsskipum í altjóða sigling: • galdandi GMDSS-GOC ella GMDSS-ROC prógv frá Radioeftirlitinum • galdandi heilsuprógv • passmynd Teir navigatørar, sum ikki hava staðið radar- simulatorskeið ARPA, fáa árit um, at sjóvinnu- brævið ikki gevur rættindi umborð á skipum,sum hava hesa útgerð. Viðkomandi má persónliga møta upp eftir nýggja sjóvinnubrævinum fyri samstundis at undirskriva hetta. Roknast má við einari ávísari avgreiðslutíð og verður tí heitt á teir persónar, sum hetta viðvíkur, um at fáa skift tey gomlu sjóvinnubrøvini út sum skjótast. Kravt verður ikki, at teir persónar, sum sigla við fiskiskipum, skulu umbýta síni sjóvinnu- brøv. Víst verður annars til kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk. Tórshavn tann 1.februar 2001 Sjóvinnufyrisitingin Yviri við Strond 19 100 Tórshavn Fiskimálastýrið Sjóvinnufyrisitingin Bókhald Føroya Shell søkir starvsfólk til bókhaldið á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn. Arbeiðið fevnir um: • ábyrgd av ognara- og skuldarabókhaldinum • vera við til at gera mánaðarroknskapir v.m. • avgreiðslu av viðskiftafólki • annað fyrisitingararbeiði Vit vænta at tú: • hevur HA,HH ella líknandi útbúgving • hevur royndir innan bókhald og skrivstovuyrkið • er hollur teldubrúkari • hevur innlit í roknskaparlig viðurskifti Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við avbjóðingum • møguleikar fyri útbúgving og persónligari menning • góða løn við eftirlønarskipan í samsvar við útbúgving og royndir. Hevur tú hug at vita meira um starvið, ert tú væl- komin at ringja á telefon 34 74 00 lokal 213. Fyri- spurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Umsókn við prógvum og viðmælum, merkt »bókhald« skal sendast til P/F Føroya Shell,Postboks 188, 110 Tórshavn, og má vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19.februar 2001. Málaraarbeiði Eg átaki mær alt innandura málaraarbeiði. Uni Nielsen,málari Tlf.222103 · 318274 Sethús úti í Grønlandi í Havn Húsini standa í Krosslíð 9 Byggiár: 1967 Stødd: 70 m2 í tveimum hæddum við innrættaðum kjallara. Grundøki: 485 m2 til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf.312802 eftir kl.18 Bilur við skaða til sølu Merki: Toyota Corolla 1.6 H/B – 3 hurðar Árg.: 28.06.2000 KM.: 9.300 Eyka útgerð: Sentrallás og fjarstýring. El-rútar, ABS bremsur, el-spegl við hita. Airbags og síðu- airbags. Motorur: 1587ccm, 81kW, 6 gear. Lak: metal. Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Tlf.345600 – lokal 728 fax nr.345607 at hitta millum kl.13.00–15.00 Bilur við skaða til sølu Merki: Ford Sierra 2,0 – 4 hurðar Árg.: 1991 KM.: 98.421 Eyka útgerð: 15”alu-felgur Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Kann síggjast á bilverkstaðnum hjá Mogens Petersen, 826 Trongisvágur. Tlf.373890 fax nr.373117 at hitta millum kl.08.00–10.00 Magnus E.Joensen,sýnsmaður Ford Sierra Cosworth árgang 1992 Fartelefon 214865 Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 223 380, 373 680, 373 660 Søkt verður eftir fólki at taka telefonina,at byrja 1.mars. BIL 311444 Sosialurin - 311820 Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Skála Ítróttarfelag bjóðar øllum dreingjum og gentum at gera lið til innandurakapping í fótbólti í ítróttarhøllini á Skála, leygardagin 10. februar og sunnudagin 11. februar 2001. Á hvørjum liði eru 5 leikarar á vøllinum í senn, 4 útileikarar og ein málmaður. Loyvt er at hava ein skiftileikara. Luttøkugjaldið er kr. 200,- fyri hvørt liðið. Trý tey flestu liðini í hvørjum alursbólki fáa heiðursmerki. Nr. Aldursbólkar Føðiár 1. Pinkur 1991-1992 2. Gentur 10-12 ár 1989-1990 3. Smágentur 12-14 ár 1987-1988 4. Gentur 14-17 ár 1984-1986 5. Pinkulingar 1993-1994 6. Smápiltar 1991-1992 7. Piltar 1989-1990 8. Smádreingir 1987-1988 9. Dreingir 1985-1986 10 Unglingar 1982-1984 Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 7. februar á tlf. 44 90 66 og 44 91 41 CUP 2000 SKçLA êTRîTTARFELAG Sosialurin - 311820