fríggjadagur 19. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
tíðindi
Arbeiðsleys nokta at fara
á flakavirki ella við línubáti
- Tað vísir seg, at
burturúr øllum vinn
um, er tað torførast at
fáa fólk í ALS at taka
við arbeiði á flaka
virkjum og fara við
línuskipum, sigur
stjórin í ALS
Trot á arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er óvanliga torført at
útvega flakavirkjum arb
eiðsfólk
og
línubátum
manning.
Tað sigur Ernst Jacobsen
stjóri í ALS.
Í seinastuni hava vit havt
fleiri greinar í Sosialinum
um, hvussu álvarsligar av
leiðingarnar eru av at
flakavirkini ikki fáa nokk
av fólki til arbeiðis.
Vit hava spurt stjóran á
ALS, hvussu tað ber til, at
tað ikki ber til at fáa fólk á
flakavirki at arbeiða, sam
stundis sum 400-500 før
oyingar eru skrásettir í
ALS at vera arbeiðsleysir.
Tað er, sum maðurin segði:
Ein góður spurningur.
Ernst Jacobsen ásannar,
at tað er sera torført at fáa
arbeiðsleys at átaka sær
arbeiði á flakavirkjunum.
Men tað er eisini sera
torført at fáa arbeiðsleys at
fara við línubátum.
– Av øllum vinnum yvir
høvur, er tað burturav
torført at fáa fólk at átaka
sær arbeiði á flakavirkj
unum og at fara við línu
skipum.
Stjórin á AlS sigur, at
soleiðis hevur støðan verið
í nú eina tíð.
– Tað vísir seg mangan,
at fólk vilja heldur verða
sett í karantenu, ella koyrd
úr ALS, enn at tey vilja
fara á flakavirki á arbeiða
ella við einum línubáti.
Hetta er ein orsøk til, at
tað gongur so illa til at tað
er so torført at útvega
línuskipum og flakavirkjum
fólk.
Men hann er kortini ikki
heilt samdur í, at tað er
heilt so knívskorið, sum
summir virkisleiðarar vilja
vera við.
– Tað hendir seg meiri
enn so, at flakavirki fáa
nøkur skikkað arbeiðsbólk
burturúr einum lista, tey
fáa frá ALS.
Men nú siga arbeiðsgev
arar, at tey fólk, tey fáa
halda ikki so leingi, men
gevast skjótt aftur?
– Ja, men tað er ein onnur
søga, tí tað hava vit onga
ávirkan á, tí tað fáa vit ikki
gjørt so nógv við, sigur
Ernst Jacobsen.
Ongar metingar
Stjórin í ALS hevur onga
meting um, hví tað er so
torført at fáa fólk at fara á
flakavirki á arbeiða ella at
fara við línubátum.
Hann vil tískil heldur
ikki meta um, antin orsøkin
er, at stuðulin úr ALS er so
góður, at fólk missa ov lítið
við at ganga fyri onki.
Stuðulin er í mesta lagið
70% av eini arbeiðaraløn.
Tað merkir, at útgjaldið úr
ALS er í mesta føri 12.000
krónur um mánaðin. Men
so skal skattur betalast av
tí. So kann ein og hvør
meta um, hvussu nógv tað
er at hava at liva fyri. Og tá
skal havast í huga, at heilt
nógv fáa væl minni enn tað
í stuðuli, sigur Ernst
Jacobsen. Nógv fáa kanska
8.000 krónur um mánaðin,
so tá ið skattur er farin av,
kann so hvør meta um,
hvussu nógv tað er at liva
av, leggur hann afturat.
Men veruleikin er eisini
so, at tað eru ikki somu
fólk, sum eru alla tíðina.
Tey allarflestu eru bara í
skipanini og venda eina
stutta tíð og fara rættiliga
skjótt aftur á arbeiðs
marknaðin.
Nú er arbeiðsloysið eini
2%. Summi siga, at í veru
leikanum merkir tað, at vit
hava trot á arbeiðsmegi?
– Tað fari eg ikki at meta
um. Summi rópa seg eisini
upp á eitt “natúrligt” arb
eiðsloysi og tað eru eisini
tey, sum siga, at vit skulu
hava eitt ávíst arbeiðsloysi,
fyri ikki at trýsta lønirnar
uppeftir. Alt hetta eru sjón
armið, eg havi hoyrt, men
sum eg ikki havi við
merkingar til. Tað einasta,
eg kann siga, er, at vit
royna at fáa so nógv í
arbeiði, sum gjørligt av
teimum, sum eru í skipan
ini, sigur Ernst Jacobsen.
Royna at menna
førleikan
Annars sigur hann, at ALS
hevur seinastu tíðina gjørt
nógv burturúr at førleika
menna tey, sum eru í skip
anini.
– Vit hava spurt okkum
fyri hjá fakfeløgum og
arbeiðsgevarar at kanna,
hvar tað kundi verið ein
fyrimunur at førleikament
fólk. Tvey dømi um slíka
førleikamenning, eru, at
vit hava havt skeið í sveis
ing og vit hava eisini givið
hjálparfólki á dagstovnum
skeið í reinføri.
Somueleiðis hava vit eina
skipan, har tað ber til at
skráseta førleikarnar hjá
fólkið í ALS nógv neyvari,
enn vit hava gjørt.
Samstundis
hava
vit
heimasíðuna starv.fo , har
arbeiðsgevarar kunnu leita
eftir fólki og har tað ber til
hjá arbeiðsleysum at leita
eftir arbeiði.
– Hesi seinastu árini
mugu vit eisini ásannað, at
arbeiðsloysið er munandi
minkað.
Ernst Jacobsen er varin
við at geva ALS so stóra
æru av hesum, tí sjálvandi
hava tíðirnar eisini verið
góðar.
– Men vit mugu so stað
festa, at arbeiðsloysið er
munandi minkað. Og vit
mugu eisini staðfesta, at
tað gongur ómetaliga illa
at fáa fólk at taka av arb
eiðstilboðum í fiskivinnuni
á landi, hóast tey mugu
sigast at hava førleika til
tað.
– Tað er ein veruleiki, at fólk vilja treyðugt á flakavirki at arbeiða og tey vilja heldur ikki við
línubátum. Men hví tað er so, veit Ernst Jacobsen stjórin í ALS, ikki.
Skulu hava góða grund til at siga nei
At fólk noyðast at ansa
eini sjúkari mostur
heima, ella kunnu tey
ikki arbeiða á einum
ávísum virki, tí at tey
eru skild og gamli
hjúnafelagin arbeiðir
har, eru tað ikki nóg
góðar orsøkir til at
sleppa undan at vera
sett í karantenu hjá
ALS
Trot á Arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum eru í ALS og sum
fáa tilboð um arbeiði, kun
nu lata vera við at taka av.
Men tey skulu hava eina
heilt serliga orsøk til at siga
nei, annars verða tey sett í
karantenu ella verða koyrd
úr skipanini og missa
stuðul í eina tíð.
– Men viðhvørt hava fólk
góðar orsøkir til ikki at
taka av einum arbeiðstil
boði og tá verður tað góð
tikið, so at tey ikki missa
útgjald.
Grundgevingarnar fyri
ikki at taka av einum arb
eiðstilboðið kunnu vera so
ymiskar.
Ein grundgeving kann
vera, at ferðasambandið er
so vánaligt, at tey ikki
sleppa heim hvørt kvøld.
Ein onnur kann vera, at
arbeiðið ikki hevur áhuga,
tí hetta er ikki akkurát
rætta arbeiði ella tí at løn
og arbeiðstíðir ikki akkurát
passa.
Tað kann eisini vera, at
ongin barnaansing er, ella
at viðkomandi noyðist at
vera um eina sjúka mostur
heima.
Ein heilt onnur grund
geving kann vera, at ein
kann ikki arbeiða á einum
ávísum virki, tí tey eru
skild og gamli hjúnafelagin
arbeiðir har.
– Slíkar frágreiðingar
verða ikki góðtiknar, tí tær
eru ikki ein nóg góð orsøk
til at nokta at taka av einum
arbeiðstilboði. Avleiðingin
er karantena og ongin
stuðul í eina tíð.
Men undantak kann ger
ast, tá ið verkfall ella óveð
ur leggur ferðasambandið
lamið, ella tá ið lækni kann
vátta, at sjúka kemur ímill
um. Undantak kann eisini
gerast, er viðkomandi ovur
viðkvæmur og ikki tolir
eitt ávíst arbeiði.
Undantak kann eisini
gevast, tá ið lønin er lægri
enn vanlig sáttmálaløn fyri
sama arbeiði, tí ALS tving
ar ikki fólk at arbeiða fyri
undirløn.
Ein orsøk til at geva
undantak kann somuleiðis
verða, at tað ikki ber til at
sleppa heim hvørt kvøld og
at tað samstundis ikki ber
til at fáa nøktandi býli á
staðnum, har arbeiði er.
Men er talan um einlig
foreldur við smáum børn
um, ella eru ferðamøgu
leikarnir sera vánaligir,
kann ALS eisini blotnað
og lata vera við at seta fólk
í karantenu.
– Yvirhøvur kann sigast,
at í hesum føri eru allar
Føroyar ein arbeiðsmarkn
aðurin og tað eru heldur
ongi fakmørk. Samstundis
er treytin, at fólk skulu
vera tøk á arbeiðsmarkn
aðinum, annars fáa tey ikki
stuðul úr ALS. Og tøk á
arbeiðsmarknaðinum eru
tey ikki, vissi tey onga
barnaansing hava til smá
børn, ella vissi tey noyðast
at ansa óhjálpnum for
eldrum ella øðrum skyld
fólkum heima, sigur Ernst
Jacobsen.
Men tað ber til at fara í
feriu, á stutt skeið uttan at
missa stuðulin og tað skal
ALS hava boð um hetta.
– Tá ið fólk ikki vilja
taka av einum arbeiðstil
boði, verða orsøkirnar vig
aðar í hvørjum einstøkum
føri og viðhvørt fáa eru
grundgevingarnar
hald
góðar og viðhvørt eru tær
ikki, sigur Ernst Jacobsen.
Tað skal lítið til at fólk
verða sett í karantenu í
ALS, tí tað skulu rættiliga
góðar grundgevingar til at
nokta fyri at taka av einum
arbeiðstilboði. Myndin er
tilvildarlig