Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 14 - 19. januar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Føroya Filatelistfelag fer nú undir virksemi sítt í nýggjum hølum á Óðinshædd. Samstundis verður verður ungdómsarbeiði endurreist, sigur Álvur Danielsen, formaður í felagnum Filateli Í samstarvi við Postverk Før­oya hevur Føroya Fila­ tel­istfelag fingið nýggjar karm­ar at arbeiða undir. Fel­ agið hevur nevniliga fingið loyvi at nýta kantinuna hjá starvfólkunum á post­hús­ inum á Óðinshædd til virksemi sítt. Frímerkjadeildin hjá Post­verkinum stuðlar eisini arbeiðinum. Hetta gevur okkum góðar møguleikar fyri at fara undir ungdómsarbeið, sigur Álvur Danielsen, for­ maður í felagnum. Felagið fer í gongd aftur við virksemi sítt 21. januar 2007. Í hesum sambandi bjóð­ ar Filatelistfelagið børnum ella juniorum vælkomnum at byrja kl. 15, har Gunnar Lutzen og Álvur Danielsen vera leiðarar hjá børnunum og koma at taka sær av øllum tí praktiska. Kl. 16 koma tey vaksnu saman, og er tá meiningin, at børnini eru vælkomin at halda áfram saman við teimum. Tað er altíð læru­ríkt hjá einum ungum filatil­isti at koma saman við teim­um eldru, sigur Álvur Daniel­ sen. Skráin fyri fundir Fila­ telistfelagsins fyrra hálvár 2007 sær soleiðis út : 21. januar, 11. februar (aðal­ fundur), 4. mars, 25. mars, 15. apríl, 6. mai og 25. mai. mg Føroya Filatelistfelag á Óðinshædd Posthúsið á Óðinshædd. Inngongd til kantinuna er við bokshurðina á norðursíðuni á bygninginum, móti parkeringsplássinum 4. januar fingu Heidi Hentze og Bjarni Nygaard, Tvøroyri, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3750 gr. 11. januar fingu Rakul Hansen og Búi Uni Jensen, Saltangará, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4140 gr. 12. januar fingu Kristina Jørgensen og Hans Falkvard, Miðvágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4100 gr. 13. januar fingu Annika H. og Andrias Johannesen, Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4200 gr. 13. januar fingu Valborg og Tommy Brockie, Hoyvík, eina dóttur. Hon vigaði 3745 gr. og var 51 cm long. 14. januar fingu Anna Maria og Jógvan Hans Østerø, Velbastaður, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3900 gr. 14. januar fingu Maibrit Wernicke, Tórshavn og Morten Larsen, Ålborg, ein son. Hann var 50,5 cm. langur og vigaði 2950 gr. 15. januar fingu Monica-Mari Ziska og Tóri Simonsen, Hvannasund, eina dóttur. Hon var 51 cm. long ov vigaði 3750 gr. 17. januar fingu Johild Grothsdóttir og Petur Johansen, Argir, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3750 gr. 17. januar fingu Sonja Síminardóttir, Tórshavn og Petur Simonsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2850 gr. 17.1 fingu Rannvá og Carstin Sig Stakksund Lemvig tvíburðar, gentu og drong, gentan vigaði 2230 gr og var 46 long, og drongurin 2670 gr og 48 langur. 16. des. 2006 fekk Maria Lydersen, Klaksvík, eina lítla systir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3.850 gr. Foreldrini eita Jónleif og Súsanna Lydersen. Føðingar Í fjørð kom bókin „Antin ella“ út, skrivað av Ólavi Rasmussen presti . Henda bókin gongur ímóti skriftini í fleiri støðum. Hon kemur eisini til ta niðurstøðu at bíblian er mannaverk s. 175. Bókin er tí skaðilig, og tá hon vist er ógvuliga væl seld, er so mikið meiri brúk fyri nøkrum viðmerk­ ingum. Eg fari ikki her inn á øll støðini í bókini, har hon stríður ímóti skriftini (orði Guds), men bókin byggir nógv á filosofi, og tí fari eg her at vísa á , at bíblian er ikki skrivað av filosofum, men av profetum. Bíblian er ikki tankar menniskjans fyrst og fremst, men hon er innblást. Einaferð fyri nøkrum ár­um síðani skrivaði eg nakr­ ar stubbar í Sosialinum, sum eg nevndi „Kristus í skrift­ unum“. Har nevndi eg, at onkur hevur sagt, at bíblian er sum ein leyva, henni nýtist ikki verju, hon verjir seg sjálv. Slepp henni bert leysa. Ja, latið okkum sleppa henni leysa. Bíblian er ein profetabók, givin okkum av Gudi gjøgn­ um menn. Hetta er eins og tá ið stjórin skrivar eitt bræv við hjálp frá skrivara sínum. Sjálvandi er tað stjórin ið stendur aftanfyri, hin er bert eitt amboð. Tað er ógvuliga álvarsamt at venda fólki burtur frá at trúgva skriftunum, beint ímóti tí, sum Jesus lærdi og beint ímóti tí, sum sendiboð hansara, ápostlarnir lærdu, og beint ímóti tí, sum gamla testamenti lærir, og so samtíðis geva seg út fyri at vera sálarhirði. Ja tað er álvarsamt. Men lat okkum nú hyggja eftir, hvat skriftirnar siga. Efesusbrævið 2,20: Tit,sum eru uppbygd á grund­ vølli ápostlana og profetana - og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. Bara av hesum skrift­ staðnum sæst, at skriftirnar eru ikki filosofi, men ein grundvøllur, sum vit kunnu byggja á. Hygg eisini her, hvat Paulus sigur við Timoteus. 2. Tim. 3,16-17: Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sann­ føring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskja kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk. Tá ið vit hugsa um ápostl­ arnar og Paulus, sum kom seinri, so vóru teir ikki filo­ sofar.Teir ellivu vóru saman v ið Jesusi í eini trý ár, meðan hann livdi sítt jørðiska lív. Síðani upplivdu teir deyða hansara og uppreisn hansara. Hann opinberaði seg fyri teimum fleiri ferðir aftaná uppreisn sína. Paulus hevði eisini høgar opinberingar, hvar Jesus vísti seg fyri honum og talaði við hann. Men apostlarnir bygdu, sam­an við hesum høgu opin­beringum, eisini sín boð­skap á skriftirnar í gamla testamenti. Eg taki tvey brot fram. Fyrst Paulus: Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostul, kosin at kunngera evangelium Guds, sum hann frammanundan í heilagum skrift­um hevði lovað við pro­fetum sínum. Rómbr. 1,1-2. Og Pætur: Nei aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds. Hygg eisini hvat Paulus sigur í endanum á róm­bræv­ inum: Honum, ið er mentur at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og præd­ ikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, Antin ella viðmerkingar Framhald á síðu 14 Richard Danielsen Lesið -so eru tit við!