fríggjadagur 19. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 14 - 19. januar 2007
tíðindi
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
útlond
– Irak-kríggið hevur gjørt, at veljararnir hava gloymt alt
tað rætta, sum vit hava gjørt
(bretskur ráðharri).
Fýra ráðharrar í
bretsku stjórnini
mæla stjórnarflokk
inum til at viðganga
síni mistøk í sam
bandi við Irak-kríggið
Teir fýra ráðharrarnir siga, at
skal Labour endurvinna álitið
frá bretska fólkinum, noyðist
flokkurin at viðganga, at
mistøk eru gjørd í sambandi
við bretsku luttøkuna í Irak-
krígnum.
Ráðharrarnir siga, at
stjórnin gjørdi fleiri mistøk,
tá hon gjørdi av at stuðla
USA í at gera innrás í Irak
í 2003. Hilary Benn, menn
ingarráðharri, sigur við The
Guardian, at tað var skeivt
av Bretlandi at taka lut í
innrásini uttan at hava minsta
prógv fyri, at Irak veruliga
hevði hópoyðingarvápn.
– Vit eiga at taka í egnan
barm, viðganga mistøkini og
læra av teimum, sigur Hilary
benn við blaðið.
Ein annar ráðharri, Peter
Hain, sigur, at stjórnin legði
alt ov stóran dent á at hava
góð viðurskifti við tann mest
høgravenda amerikanska
forsetan í nýggjari tíð, og
kríggið í Irak hevur gjørt, at
bretska fólkið hevur gloymt
alt tað rætta, sum vit hava
gjørt aðrastaðni, skrivar
hann í tíðarritinum New
Statesman.
Tveir aðrir ráðharrar,
James Purnell og Yvette
Cooper, hava fyrr sagt, at
Labour eigur at viðganga
mistøkini í sambandi við
kríggið í Irak.
Eiga at viðganga mistøkini
38 fólk, teirra millum
tvey smábørn, lótu
lív í illveðrinum, sum
herjaði stórar partar
av Norðurevropa í
gjár
Illveðrið stóðst av einum
djúpum lágtrýsti, sum kom
uttan úr Atlantshavinum, og
sum elvdi til nógvan vind í
Onglandi, Norðurfraklandi,
Niðurlondum, Belgia og
Týsklandi. Har suðuri í
Danmark var eisini nógvur
vindur, og á oyggjunum úti
fyri suðurjútsku strondini
kom vindferðin væl upp um
30 metrar um sekundið.
Illveðrið gjørdi serliga
stóran skaða í Onglandi,
har tólv fólk doyðu. Teirra
millum var eitt tvey ára
gamalt barn, sum kom at
liggja undir einum veggi,
sum rapaði. Nógv trø fóru
um koll og duttu niður á
vegir og jarnbreytir, og tað
órógvaði ferðsluna nógv.
Nógvir elsteyrar fóru eisini,
og fleiri túsund húsarhald
høvdu framvegis ongan
streym í morgun.
Í Ermasundi kom eitt farma
skip í havsneyð. Manningin,
sum taldi 26, gjørdi av at
fara av skipinum, og tað
eydnaðist tyrlum at bjarga
teimum. Myndugleikarnir
siga, at farmaskipið, sum
flýtur enn, er fermst við
spreingievni og ymsum
evnafrøðiligum løði.
Í Niðurlondum kravdi
illveðrið fimm mannalív.
Teirra millum var ein ellivu
ára gamal drongur, sum feyk
á ein bil. Í Týsklandi doyðu
sjey, teirra millum eitt átjan
mánaðir gamalt barn, sum
fekk eina hurð oman yvir
seg. Í Týsklandi var vindurin
so nógvur, at fyri fyrstu ferð
nakrantíð bleiv øll tokferðsla
avlýst.
Í øllum londunum noyddust
loftferðslumyndugleikarnir
at avlýsa nógvar flogferðir,
og toksambandið tvørtur
um Ermasund varð eisini
steðgað. Í morgun koyrdu
tokini aftur sum vant.
Illveðrið helt fram inn
yvir Miðevropa, og bretsku
veðurmenninir søgdu í
gjár, at veðrið kundi blíva
uppaftur verri har. Í morgun
høvdu umleið 20.000 húski
í Eysturríki ongan streym,
tí elveitingin var farin av
vindinum.
Illveður í Evropa
Tann 24 ára gamli amerik
anski hermaðurin Paul
Cortez hevur viðgingið, at
hann var við til at neyðtaka
eina irakska gentu í bygd
ini Mahmoudiyah tann
12. mars í fjør. Aftan á
neyðtøkuna skutu hann og
felagarnir gentuna, eina
yngri systir hennata og for
eldur teirra. Verjin hjá Paul
Cortez sigur, at hermaðurin
hevur játtað seg sekan fyri
at sleppa undan deyðadómi.
Ein felagi hansara, tann 23
ára gamli James Barker,
hevur fyrr fingið lívlanga
fongsulsrevsing í sama
máli. Hann játtaði seg eis
ini sekan.
Játtaði seg sekan
Edmund Stoiber, sum er
formaður í týska stjórnar
flokkinum CSU, kunngjørdi
í gjár, at hann stillar ikki
uppaftur, tá formansval
verður í flokkinum tann
30. september. Orsøkin
til avgerð hansara er, at
leysatíðindi vilja vera við,
at floksleiðslan njósnaðist
ímóti einum av tinglimum
floksins, sum hevði funnist at
Stoiber og hinum í leiðsluni.
Endamálið við njósningini
skal hava verið at spinna
onkra søgu um privatlívið
hjá tingliminum.
Nýggj hagtøl hjá norsku
heilsumyndugleikunum
vísa, at meiri enn helming
urin av teimum yngru kvinn
unum í Oslo, sum gerast við
barn, velja at taka fostrið.
Tølini umfata bara kvinnur
av norskum uppruna, og
sum eru yngri enn 25 ár.
Somu tøl vísa, at árliga
fáa umleið 14.000 norskar
kvinnur fosturtøku, og at
tað eru yvirhøvur ungar
kvinnur í Oslo og norðuri
í Finnmørkini, sum velja at
taka fostrið.
Nógvar
fosturtøkur
Stoiber fer frá
Edmund Stoiber
STUTT SAGT