fríggjadagur 19. januar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
19
Søkt verður eftir mannligum lívbjargara til Klaksvíkar Svimjihøll at
byrja tíðliga í 2007.
Høvuðsuppgávurnar eru:
• At arbeiða sum lívbjargari, herundir at luttaka í vaktarskipan
• At virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
• At virka fyri, at reinførisreglur verðr yvirhildnar
• At avgreiða atgongugjøld o.a. í atgongumerkjasøluni
• At vaska høll, brúsudeild, sauna v.m.
• At virka fyri at høllin er eitt reint og dámligt umhvørvi
Vit sóknast eftir persóni, ið:
• Hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparaskeið og góðar eginleikar at lívbjarga
(lívbjargaraskeiðið kann verða tikið til starvið)
• Er nærlagdur, røkin og álítandi
• Hevur góð samstarvsevni. Er blíður og fyrikomandi
• Hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
• Hevur góða heilsustøðu
Aðrar uppgávur eru:
• At samstarva um nýggj hugskot, kundanum at frama
• At taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
• At gera fyrifallandi umvælingar og viðlíkahald
Vit kunnu bjóða:
• Eitt spennandi arbeiði við nógvum opnum møguleikum
• Møguleikar at geva nýggj og góð hugskot til svimjihølllina
Setanarviðurskifti:
• Talan er um eitt fulltíðarstarv
• Lønar- og setanarviðurskifti sambært Starvsmannafelagssáttmálan, lønarfl okkur 2
• Tilvísing til svimjihallarleiðaran
• Fyrsta árið er royndarár
Fleiri upplýsingar
fáast við at venda sær til Torkil Mørkøre svimjihallarleiðara á tlf. 21 97 12.
Umsóknir,
saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., verða at senda:
Klaksvíkar Kommunu,
Postboks 2,
700 Klaksvík
og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi á middegi hósdagin tann
1. februar 2007.
Klaksvíkar Svimjihøll:
Er ein av íalt trimum svimjihallum í landinum, sum hevur 25 metra svimjingarhyl. Inniheldur annars barna- og
familjuvinarligt umhvørvi við grunnum hyli við ymiskum lutum at spæla við, hitarúm v.m.
Varð bygd í 1974. Er í løtuni undir um- og nýbygging og fer seinni í ár at lata upp við tí fyrstu, stóru skreiðibreytini í
landinum, vatnlandi v.m.
Umframt leiðaran eru fýra starvsfólk í føstum starvi umframt eitt ávíst tal av avloysarum.
Við hesum verður søkt eftir stýrimonnum
til at seta í føst størv skjótast gjørligt.
Hesi kunnu til eina og hvørja tíð
verða fl utt umborð á øll skip hjá
Strandfaraskipum Landsins, sum
fyriskipað av leiðsluni.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað
í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi,
ið ein er settur umborð á.
Størvini fevna um
Stýrimaðurin skal vera við til at
tilrættaleggja ein effektivan dagligan
rakstur, og at tryggja at arbeiðs gongdir
eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni.
Stýrimaðurin skal eisini vera við til at:
• Tryggja at trygdin umborð er í
samsvari við altjóða krøv
• Tryggja at skipið verður lasta í
samsvari við altjóða krøv
• Meta um viðlíkahaldstørvin umborð
• Seta upp mannagongdir fyri viðlíka-
haldsarbeiði og dokking
• Samstarva við myndugleikar og aðrar
samstarvsfelagar
Førleikakrøv
• STCW áteknað vinnubræv
sum stýrimaður ella skipari við
handilsskipum
• Heilsuprógv
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Sløkkileiðari
• Roykkavari
• STCW áteknað GMDSS GOC prógv
• Góðan røkjuskap
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við
at samstarva
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta
lagi 26. januar 2007, kl. 12:00
Nærri upplýsingar um størvini kunnu
fáast við at venda sær til Regin Vágadal,
rakstrarleiðara tlf. 34 30 00 lokal 3041,
ella e-post: rev@ssl.fo
sansir.fo
Stýrimenn
Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, og hevur sum
endamál at nøkta landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Strandferðslan umsitur
29 farleiðir (7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir). Talið á fl utningsførum er 8 ferjur og 40 bussar.
Samlaða talið av starvsfólkum svarar til 120 ársverk.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Útbjóðing av lastbilaflutningi í 2007
Heittblandað asfalt og skervur
Flutningur av heittblandaðum
asfalti og skervi úr Hundsarabotni
og skervi av Hústoft verður við
hesum boðin út alment.
Forknúsað grót
Flutningur av forknúsaðum gróti frá
skervverkinum í Skørðunum og
oman á havnarlagið í Porkeri verður
við hesum boðin út alment.
Suðuroyargrót, útlendskur
skervur og sandur
Flutningur av Suðuroyargróti,
útlendskum skervi og sandi frá
skipi við bryggju á Langasandi
niðan í grótbrotið í Hundsarabotni,
og av heittblandaðum asfalti og
skervi oman á Langasand, verður
við hesum boðin út alment.
Áhugað kunnu venda sær til
avgreiðsluna hjá Landsverki, Ting
húsvegur 5, tlf. 340 800, har frá
greiðing og treytir verða útflýggjað.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
ÚTBJÓÐING
lýsingar