Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 14 - 19. januar 2007 Fíggjar- og umsitingarleiðari Fíggjar- og umsitingarleiðarin í Kringvarpi Føroya hevur avgjørt at royna nýggjar avbjóðingar, og tí verður starvið lýst leyst at søkja. Starvið Sum fíggjar- og umsitingarleiðari stendur tú á odda fyri umsitingini hjá kringvarpinum. Tíggju fólk starvast á deildini, sum hevur ábyrgdina av bókhaldi og fíggjarstýring, avgreiðsluni, innkrevjing av kringvarpsgjaldi, umsiting av spølum, lýsingum og øðrum inntøkugevandi virksemi, starvs- fólkamálum og sáttmálum um rættindi v.m. Fíggjar- og umsitingarleiðarin er skrivari í leiðslubólkinum. Kringvarp Føroya Norðari Ringvegur Postboks 1299 FO-110 Tórshavn Tel.: + 298 34 75 00 Faks: + 298 34 75 01 www.kringvarp.fo R E P R O Z Vit kunnu bjóða Eitt avbjóðandi og spennandi starv, sum gevur tær møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Kringvarpið er framvegis undir uppbygging og menning eftir samanlegging av útvarpi og sjón- varpi, og eisini komandi tíðin verður merkt av broytingum. Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknir Umsóknir skulu vera Kringvarpi Føroya í hendi í seinasta lagi 22. januar 2007. Tínir førleikar Vit søkja eftir einum leiðara, sum hevur relevanta útbúgving og hóskandi royndir innan umsiting. Vit leggja dent á, at viðkomandi dugir væl at leiða og at skapa eldhuga hjá starvsfólkinum gjøgnum góð samstarvsevni, at fylgja settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum. Somuleiðis verður dentur lagdur á góð evnir at orða seg munnliga og skrivliga. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jógvan Jespersen, stjóra.