Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 14 - 19. januar 2007 ] KÍF-Mjølnir kvinn­ur: Stríðið um botnin KÍF og Mjølnir ha­va ligið og kappast í botn­in­ um í alt ár í meis­ ta­ra­deild­ini hjá kvinn­um, og nú fær annað liðið møgu­leik­an at legg­ja sjógv niður til hitt, tá liðini mø­ta­st í Kollafirði sun­nu­dag­ in FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Bæði KÍF og Mjølnir hava havt tað trupult í meist­ara­deild­ini hjá kvinn­um í ár. Tey liggja á ávikavist 5. og 6. plás­ si, men bæði liðini hava tvey stig. Gongdin hjá KÍF hev­ur ikki verið nakað ser­liga góð í ár. Síðstu trígg­ir dystirnir eru endaðir við ósigri, og seinast tær vun­nu, var ímóti Mjølni norð­uri í Klaks­vík. Trup­ul­leik­ in hjá KÍF í ár hevur verið, at tær hava tapt ov nógvar dyst­ir eftir javnbrótara. Hei­li 6 dystir eru taptir eftir javnbrótara, og tá er ikki lætt at savna nøkur stig saman. Hjá Mjølnir hevur heldur ikki gingið so væl, og síðstu 4 dystirnir eru endaðir við tapi. Seinasti tær vunnu var á Giljanesi, tá tær møttu Drátti. Í dyst­ in­um ímóti KÍF hev­ur gingið hampiligt. Fyrs­ ti dysturin í Kollafirði endaði við 3-1 sigri til Mjøl­n­ir, meðan KÍF vann seinna dystin í Klaks­vík. Sostatt verður lagt upp til satt brak í botninum á meistaradeildini hjá kvinn­um sunnudagin. Bæði TB og Dráttur hava brúk fyri einum sigri fyri at hanga í oddaliðnum, ÍF, í meistaradeildini hjá kvinnum, tá liðini bresta saman í Trongisvági sunnudagin UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fleiri lið í meistaradeildini hjá kvinnum royna at hanga í klára oddaliðnum úr Fuglafirði, ÍF. Tvey av hesum liðunum bresta saman í vikuskiftinum, tá TB tekur ímóti Drátti í Trongisvági. Undan dystinum liggur TB á øðrum plássi, trý stig aftanfyri ÍF, meðan Dráttur liggur enn eitt stig aftanfyri TB á fjórða plássi. Dráttur hevur tó ein dyst til góðar. Gongdin hjá TB hevur verið á góðari leið síðstu dystirnar, og teirra einasti trupulleiki hevur verið, at tær hava ikki megnað at bast oddaliðnum úr Fuglafirði. Tvær ferðir av teimum síðstu fýra hava tær møtt ÍF, og í báðum førunum hevur ÍF vunnið tryggan sigur – enn tá í báðum førum í Trongisvági. Hjá Drátti hevur ikki gingið so væl síðstu dystirnar. Móti endanum av grundspælinum lógu tær á odda í bestu kvinnudeildini, men so steðgaði upp. Tap fyri Mjølni bleiv fylgt upp av enn einum tapi fyri TB, og so vóru tær ikki oddalið longur. Í fyrstu tveimum dystunum í endaspælinum hava tær fingið ein sigur og eitt tap, so nú er tær dotnar niður á triðja pláss við møguleika at fara fram við TB, um tær vinna útsetta dystin ímóti KÍF. Í dystunum innanhýsis millum liðini hevur eisini leika javnt á. Fyrsti dysturin var sera javnur, men her megnaði Dráttur at draga longra stráðið, tá tær vunnu 3-1. Í seinna dystinum var hinvegin eingin ivi. Her var TB nógv betra liðið, meðan Dráttur ikki fekk eitt bein til jørðina. TB vann eisini henda dystin 3-0. Nú møtast liðini so aftur á Giljanesi, og áskoðararnir kunnu vænta ein spennandi dyst millum tvey lið, sum bæði ætla sær at spæla við í oddinum. TB-Dráttur kvinnur: Bæði royna at hanga í oddaliðnum Hvørki Dráttur ella TB hava ráð at tapa, um nøkur vón skal vera fyri at hanga í oddaliðnum Mjølnir má vinna dystin, tá teir vitja hjá Fram í meistaradeildini hjá monnum. Um Fram ætlar sær at spæla við um FM-heitið, so er sigur eisini krav hjá teimum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Mjølnir og ÍF liggja og kap­ ast innanhýsis um meis­ta­ ra­heit­ið, og í løtuni liggur ÍF eitt stig ovari, tí hevur tað alt at siga hjá Mjølni, at vinna dystin sunnudagin, tá teir vitja í hjá Fram í Hoy­ víks­høll­ini. Um Fram æt­lar sær at spæla við um meist­ ara­heit­ið, so er sigur krav hjá teimum ímóti Mjølni, tí ta­pa teir dystin, so hava teir at kalla ongan møguleika at vin­na FM á hesum sinni. Gongdin hjá gestunum úr Klaksvík hevur verið se­ra góð síðstu dystirnar í bestu mansdeildini. Teir ha­va ikki verið til at steðga, og síðstu sjey dystirnir eru endaðir við sigri til klak­s­vík­ing­ar­ nar. Hjá Fram hevur ikki ging­ ið heilt eftir ætlan. Í grund­ spæl­in­um haltaðu teir nak­að langt aftanfyri bæði od­da­ lið­ini, ÍF og Mjølnir, og byrj­an­in uppá endaspælið hev­ur heldur ikki verið tann besta. Í fyrsta dystinum tap­ tu teir á ÍF, meðan næsti dyst­ur­in endaði við sigri á SÍ, so í løtuni eru teir 5 stig aft­anfyri ÍF. Mjølnir hevur havt takið Fram og Mjølnir hava møtt hvørjum øðrum tvær ferð­ir í grundspælinum, og í báð­ um førunum hevur Mjølnir havt yvirtakið. Fyrra dystin vann Mjølnir 3-1 í Hoyvíkshøllini, og tá var sum so ongin ivi um úr­slit­ið. Í seinna dystinum var heldur ongin ivi, tí tá vann Mjølnir tryggan 3-0 sig­ur í KÍ-høllini. So sigast kann, at Mjølnir hevur havt takið á Fram í ár, men sun­ nu­dag­in fær Fram ein nýggj­ an møguleika at vinna á Mjølni. Undan dystinum er Mjøl­ n­ir favorittur, men Fram hev­ur tó eitt gott lið, og kann uttan iva vinna, um teir raka dagsformin. Fram-Mjølnir menn: Mjølnir spælir um meistaraheitið Stjørnan stevnir ímóti FM Stjørnan hevur veruliga fingið vind í seglini í Sunset deildini hjá kvinnum, og seinast tær vóru í dysti í bestu deildini vunnu tær á einum av hinum oddaliðunum, Neistanum. Nú taka tær so ímóti Kyndli í KÍ-høllini. Kyndil liggur á fjórða plássi í bestu deildini, men tær hava tó nøkur góð úrslit at vísa á í ár. Seinast tær spældu, vóru tær líka við at fáa stig ímóti Neistanum, men at enda gjørdust tær ov stuttar. Eingin ivi skal tó vera um, at Stjørnan er stórfavorittur undan dystinum, men Kyndil kann á einum góðum degi leypa hvøkk á oddaliðini. Neistin skal hanga í oddaliðnum Neistin tekur ímóti StÍF í Sunset deildini hjá kvinnum sun­ nu­dag­in. Gongdin hevur ikki verið so góð hjá Neistanum í seinastuni, har tær m.a. hava tapt tveir dystir ímóti Stjørnuni. Seinasta vikuskiftið fingu tær tó gongd á aftur við sigri á Kyndli. Hjá StÍF hevur ikki gingið væl. Tær hava tapt fimm dystir á rað, og seinast taptu tær stórt á heimavølli fyri VB. Nú er spurningurin, um StÍF klárar at steðga Neistanum. Seinast liðini møttust, var munurin ikki serliga stórur. Tá vann Neistin nevniliga við trimum málum, men undan dystinum má Neistin metast at vera stórfavorittur.