fríggjadagur 19. januar 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
37
Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv
Sosialráðgevi til Sosialu deild
Á Sosialu deild kommununnar er eitt fulltíðarstarv sum sosialráðgevi leyst at søkja.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Sosialráðgevin kemur tó í stóran mun at arbeiða við
barnaverndarmálum. Deildin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv, og kemur sosialráðgevin at
hava tætt samstarv við aðrar fakbólkar.
Kommunan bjóðar áhugavert starv við fjøllbroyttum uppgávum í einum mennandi fakligum umhvørvi.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF.
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu,
Postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 8. februar 2007.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Jensen, deildarleiðara, tlf. 302010.
Fysioterapeutur til Heimavitjanartænastuna
Fyri at økja um venjingartilboðini til eldru borgararnar í Tórshavnar kommunu søkir Heimavitjanar-
tænastan eftir einum fysioterapeuti.
Arbeiðsuppgávan verður at skipa fyri venjingum fyri pensionistar.
Kommunan bjóðar áhugavert starv við fjøllbroyttum uppgávum í einum mennandi fakligum umhvørvi.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Fysioterapeutar og
Fíggjarmálaráðið.
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 2. februar 2007. Merkið umsóknina Fysioterapeutur til
Heimavitjanartænastuna.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónvør Christiansen, leiðara fyri Heimavitjanar-
tænastuni á telefon 302063 millum klokkan 8-9 ella Eyðun Jensen, deildarleiðara, tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Leys størv
Pedagogar til Býlingshúsið á Ternuryggi
Søkt verður eftir tveimum pedagogum – einum pedagogi til vøggustovuna Smæruna og einum
pedagogi til barnagarðsstovuna Sóljuna – at arbeiða 30 tímar at byrja 1. mars 2007 ella eftir nærri
avtalu.
Pedagoglesandi, ið verða liðug í februar 2007, eru vælkomin at søkja.
Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsið á
Ternuryggi, Turiðargøta 5 A, 100 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. februar 2007.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til til Heidi Henriksen, stovnsleiðara, tlf. 318626.
Pedagogur til Stella Maris vøggustovu
Søkt verður eftir einum pedagogi, fyri pedagog í farloyvi, at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 15.
februar 2007 ella eftir nærri avtalu.
Starvstíðin er fram til 15. februar 2008.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Stella Maris
vøggustovu, Varðagøta 11, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi Hósdagin 1. februar 2007.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu Eldevig, tlf. 312853 / 212853.
Á a r v e g u r 1 2 · t l f . 3 1 1 3 0 5
Frá leygardegnum
fara allar vørur fyri
-75%
Ú t s ø l a
Eykaaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum
Við hesum verður innkallað til eykaaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á
Hotel Føroyum, við Oyggjavegin, 100 Tórshavn
leygardagin tann 3. februar 2007 kl. 10.00
við hesari fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Uppskot um val av einum grannskoðara, ið situr til næsti vanligi
ársaðalfundur er lokin, hetta afturat verandi grannskoðara felagsins,
soleiðis at felagið kemur at hava tveir grannskoðarar.
Nevnd felagsins skjýtur upp, at velja SPEKT statsaut. revisorar spf, Staravegur 17,
100 Tórshavn sum hesin annar grannskoðari felagsins.
Nú partabrøv felagsins eru skrásett á partabrævakeypsskálanum í Keypmanna
havn, skal felagið sambært roknskaparlógini hava tveir grannskoðarar og er tí
neyðugt við hesum eykaaðalfundi til val av enn einum grannskoðara at virka
saman við verandi grannskoðara felagsins.
Hvør partaeigari hevur rætt til at møta á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta
lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum hevur biðið felagið um atgongumerki.
Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar
undan aðalfundinum hava biðið felagið um atgongumerki og atkvøðuseðil.
Partaeigari kann skrivliga geva øðrum persóni fulltrú til at fara á fund og greiða
atkvøðu hansara vegna.
Atgongd til aðalfundin hava harumframt fjølmiðlarnir
Samband fæst við felagið á bústaðnum Gongin 9, 100 Tórshavn. Tlf. nr. 350 100
og telefax nr. 350 101
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin
lýsingar