Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 15 - 22. januar 2007 lýsingar Aftur í ár verður ársins kjakvirðisløn latin. Miðlahúsið hevur tikið stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag, felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða íkast til at fremja samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólka ræði- num. Endamálið við at lata hesa virðisløn er eisini at menna og stimbra almenna orðaskiftið og gera tað meira fólksligt, professionelt og náttúrligt. Í fjør fekk Óli Petersen, teknari, virðislønina fyri við sínum tekningum og viðmerkingum at geva sítt góða íkast til sam felags- orðaskiftið. Lesarar kunnu senda okkum uppskot til ársins kjak virðisløn við at fylla út lepan og senda hann til Miðla húsið, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn, ella tit brúka teldu postadressu okkara post@sosialurin. fo. Setið frámerki á: »Ársins kjakvirðisløn«. Freistin at lata inn uppskot er hósdagin 1. februar. Avdúkingin av ársins kjakvirðisløn fyri 2006 verður á samkomu í Miðlahúsinum hósdagin 8. februar kl. 16.00 Ein dómsnevnd við Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmanni, Karin Kjølbro, leiðara á Kriminalforsorgini, Jóannesi Dalsgaard, deildar- leiðara í Mentamálaráðnum, og Annleyg Lamhauge, deildarleiðara á Menningastovuni, ger av, hvør fær virðislønina M I Ð L A H Ú S I Ð · T Ó R S G Ø T A 1 · B O K S 7 6 · F O - 1 1 0 T Ó R S H A V N · P O S T @ S O S I A L U R I N . F O Á R S I N S K J A K V I R Ð I S L Ø N 2 0 0 6 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: orðaskiftið orðaskiftið. Lesarar kunnu senda M I Ð um... ...er lisin -so ert tú við! einans 150 Boks 76 FO-110 Tórshavn post@sosialurin.fo Við fleiri enn 100 tekningum hjá skemti­ teknaranum Óla P. Skemt 06 Ein stuttlig gáva! Fáið nærum allar Skemt­­bøkurnar signeraðar fyri einans 700 kr. Vendið tykkum til 34 18 00 ella støkkið inn á gólvið í Vágsbotni