Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 15 - 22. januar 2007 FULLTRÚI TIL FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Fiski- málaráðnum. Á Fiskiveiðieftirlitinum arbeiða í løtuni 62 fólk, harav eru 46 við skipunum Brimli og Tjaldrinum. Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur • Dagligu ábyrgdina av eftirlitinum við føroyska fiskiskapinum í NEAFC, NAFO, og Grønlandi og málsviðgerð í hesum sambandi. • Dagligu ábyrgdina við fiskiskapinum hjá lemma- trolarum, garnaskipum og smábátum. • Dagligu ábyrgdina av fiskiveiðihagtølum • Skipa fyri føroyska eftirlitinum í NEAFC og NAFO, samstarva um eftirlitsspurningar og luttaka á fundum hjá hesum felagsskapum. Førleikakrøv: • Hægstu nautisku útbúgving ella relevanta fiskivinnuútbúgving. • Hava góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Kunna arbeiða sjálvstøðugt • Hava góð samstarvsevni Hollar starvsroyndir er ein fyrimunur. Setanartreytir Lønar- og setanartreytirnar eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/ stovnar tess, umframt hini aðalráðini og Løgmans- skrivstovuna. Tænastustaðurin er í løtuni Fiski- veiðieftirlitið Starvsheitið er fulltrúi og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til deildarstjóran. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 311065 og tosa við Elmar Højgaard, deildarstjóra á Fiskiveiðieftirliti- num. Umsóknir Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða Fiskiveiði- eftirlitinum í hendi í seinasta lagi 5. feb. 2007 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Fiskiveiðieftirlitið Postsmoga 347 110 Tórshavn Starv sum fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt. www.fisk.fo Tín høvuðsuppgáva verður dagliga framleiðslan av blaðnum, í samstarvi við starvsfelagarnar á marknaðardeildini. 20. januar