Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 7. februar 2001 19 18 Nr. 26 - 7. februar 2001 Jógvan Sundstein Í fjølmiðlunum hevur ljóðað frá stórari ósemju í sam- gonguni um gongdina í sjálvstýrismálinum. Men tá ið vit sóu landstýrisfólkini á tíðindafundi í sjónvarpinum hóskvøldi var ósemjan í øllum førum burtur. Tað var »stílur« yvir teimum undir framløguni og eisini undir orðaskiftinum aftaná. Men tey høvdu eisini »eina góða sak«. Ikki fyri andstøðuna, men fyri Føroya fólk. Grundgevingarnar hjá landsstýrinum eru eisini góðar. Best hevði sjálvandi verið at fingið eina avtalu í lag eftir »íslendska modell- inum«, soleiðis sum lands- stýrið fyrst legði fyri donsku stjórnina. Men hetta gekk sum kunnugt ikki orsaka av teirri ófatandi treisku støðu, sum stjórnin hevði. Danska støðan við at tvíhalda um verandi ríkiseindina fer ikki at halda í longdini, tí Før- oyar eru ongatíð limaðar inn í danska ríkið. Og danska grundlógin er ongantíð lógliga sett í gildi í Føroyum sum konstitutionell skipan. Tað, sum landsstýrið nú ger, er at brúka tað lóggávu og skipan, sum vit hava í løtuni. So leingi heimastýr- islógin er galdandi má hon brúkast. Og tá er ikki neyð- ugt í sama mun at gera av- talur við Danmark, tí Før- oyar kunnu sjálvar skipa seg innanfyri teir karmar, lóg- gávan gevur heimild til. Vit fingu heimastýrislóg- ina gjøgnum bakdyrnar. Tey, sum eru á mínum aldri og eldri, minnast fyrstu tíð- ina aftaná heimsbardagan og tær drúgvu samráðingar, sum tá vóru um nýggja stýr- isskipan fyri Føroyar. Danir vóru eins treiskir tá sum nú. Tað bæði var og er heilt greitt, at danir vilja ikki av við Føroyar. Tað eru ymiskar orsakir til tað, men hetta er høvuðsveruleikin í danska politikkinum. Aft- aná drúgvar samráðingar í 1946 tvingaðu danska stjórnin saman við Sam- bandsflokkinum og Javnað- arflokkinum eina fólkaat- kvøðu ígjøgnum við tveim- um møguleikum. Annar var at góðtaka stjórnaruppskot- ið og hin var at velja loys- ing. Harvið vóru teir vísir í, at stjórnaruppskotið varð samtykt Men loysingin vann og stjórnaruppskotið fall. Stjórnin og kongur framdu síðani valdsnýtslu og upploystu Løgtingið. Aftaná fingu vit heimastýr- islógina í 1948. Men nú tordu teir ikki at royna eina fólkaatkvøðu aftur. Danir vildu nú royna heilt annan taktikk mótvegis Føroying- um. Frá danskari síðu, og frá parti av føroysku polit- ikarunum, var endamálið nu at fáa eina skipan, sum gjørdi tað nógv lættari hjá Føroyingum at fáa peninga- ligan stuðul úr Danmark, bæði beinleiðis frá statinum og frá øðrum skipanum. Her varð beinleiðis grundgivið við, at Føroyingar á hendan hátt skuldu gerast glaðir fyri sambandið við Danmark, og gerast meira heftir av danskari peningaligari hjálp, soleiðis at teir ongatíð aftur fóru at krevja sjálvstýri. Hetta hevur eisini eydnast í ólukkumáta. Líka til nú. Hinvegin hildu aðrir, sum vóru meira idealistiskir, at heimastýrislógin so við og við, sum teir framdu yvir- tøkur, kundi gera Føroying- ar meira sjálvbjargnar. Men peningaliga stuðulsskipanin hevði við sær, at eingin málrættað yvirtøkuætlan nakrantíð varð framd í øll hesi hálvthundrað árini, heimastýrisskipanin hevur verið galdandi. Ein orsøk til vantandi yvirtøkurnar hevur eisini verið nógv skiftandi landsstýri við mótsatt rættaðum politikki viðvíkjandi sjálvbjargni. Og politikkurin varð ongantíð lagdur til rættis fyri meira enn eitt valskeið. Men nú hevur so hetta landsstýrið arbeitt dúgliga við spurninginum um før- oyskt sjálvræði og sjálv- bjargni. Soleiðis sum danir ynsktu líka frá 1948 hevur trupulleikin at fáa fólk at taka undir við sjálvbjargni verið, at tað lógu ov stórar peningaupphæddir ímillum. Men endiliga er ein ætlan gjørd, sum útnyttar tann møguleika, sum hóast alt eisini er í heimastýrislógini at gera Føroyar búskap- arliga sjálvbjargnar, við at fremja allar neyðugar yvirtøkur og at niðurlaga blokkstuðulin yvir eitt tíð- arskeið. Tá ið eingin onnur avtala fekkst við ríkisstjórnina gjørdi landsstýrið klókt við ikki at broyta heimastýris- lógina, men heldur, sum tað verður rópt, fara undir at tøma hana. Harvið má stjórnin eisini virða gald- andi lóg. Hon noyðist at góðkenna tær yvirtøkur løgtingið fremur av A mál- um og noyðist virðisliga at samráðast um yvirtøkurnar av B málum. Tá ið danska stjórnin – við uppruna frá 1948 – sjálv er orsøkin til tær pen- ingaligu bindingarnar mill- um Føroya og Danmarkar við teim stóru stuðulsjáttan- unum, hevur hon heldur ikki møguleika at kappa hendan stuðulin av við ov stuttari ávarðing, so leingi heimastýrislógin er gald- andi. Stjórnin er tí noydd til at samráðast framhaldandi um búskaparligan stuðul til Føroya. Líkamikið um tað er núverandi landsstýri ella eitt annað, sum situr før- oysku megin borðið. Munurin er bert tann, at núverandi landsstýri ynskir at fremja føroyskt sjálv- bjargni og harvið gera tað betur at liva í Føroyum og gera tað meiri virðiligt at vera Føroyingur. Núverandi landsstýri fer at hjálpa døn- um at minka um teirra út- reiðslur til Føroya, meðan tað er vandi fyri, at tann støða, sum Sambandsflokk- urin og Javnaðarflokkurin og fleiri danskir politikk- arar, íroknað Nyrup Ras- mussen, hava, framhaldandi fer at økja danska studn- ingin og gera Føroyar meiri heftar av donskum pengum. Sjálvt um stuðulin ikki skuldi veri neyðugur fyri føroyska búskapin, men kanska heldur hinvegin. Hervið koma vit so til veruliga paradoksið í viður- skiftunum millum Føroya og Danmarkar: 1.Danmark hevur longu frá 1946 (og helst eisini í langa tíð frammanundan) víst, at teir ikki vilja av við Føroyar. Fyri lættari at halda Føroyum fastar hava danir sum yvirordn- aðan politikk havt, at bú- skaparligur stuðul skuldi veitast Føroyum. Og hava aðrir trupulleikar verið, skuldi onnur hjálp veitast, sum tó sum oftast eisini endaði við peninga- upphæddum. Við at nýta hendan taktikk hava danir samstundis havt tað sum vápn, at teir kundu hótta við at minka um ella avtaka búskaparhjálpina. Hetta vísti seg undir fullveldissamráðing- unum. 2.Men samstundis hevur tað verið sátt niður í danska almenningin, at Føroyar kosta danska skatta- borgaranum hópin av peningi. Hetta sjónarmið hevur verið væl stuðlað av donskum fjølmiðlum og eisini av somu donsku politikkarum, sum annars eru politiski garanturin fyri, at peningahjálpin má veitast fyri at halda fast við Føroyar á donskum hondum. Her hongur ikki rættiliga saman. Tí er tað ógvuliga mótsigandi, tá danskir politikarar, sum til dømis Peter Duetofte og Anders Fogh Rasmus- sen, nú rópa upp um, at Føroyingar ikki mugu sleppa at gera eina skip- aða ætlan undir heima- stýrislógini um yvirtøkur av øllum málsøkjum, og harvið minka um donsku útreiðslurnar. Endamálið er jú bert at uppfylla heimastýrislógina, og síð- ani, tá peningaligu bind- ingarnar eru burtur, at taka støðu til fullveldi. Men tað hóskar sjálvandi ikki við sjónarmiðið um, at Føroyingarnir fram- haldandi skulu vera bú- skaparliga niðurbundnir. 3.Hin parturin av paradoks- inum er leikluturin hjá Sambandsflokkinum og Javnarflokkinum í Før- oyum. Hesir flokkar arbeiða tætt saman við ávísum donskum flokk- um. Tað vísti seg longu í 1946, at teir tóku somu støðu sum danir í fólkaat- kvøðuspurninginum, bæði tá atkvøðan var í uppskoti, og tá úrslitið var veruleiki. Hesir flokkar taka nú aftur støðu ímóti einum uppskoti um frígering Føroyinganna frá búskaparligu bindingunum mótvegis Danmark. Teir finna saman um felags rakstrar- róp: »nei í mei«. Sam- bandsflokkurin sigur beint út, at tað eru pen- ingaveitingarnar úr Dan- mark, sum eru avgerandi fyri teirra støðutakan, samstundis sum teir longu í byrjanini av valstríðnum royna at sáa iva um landsstýrisins upplýsingar um búskapargrunn og avlop landskassans. Sjónarmið Sambands- flokksins er heilt einfalt, at vit skulu gerast partur av Danmark. Hinvegin er støðutakan Javnaðar- flokksins eitt sindur løgin, tá hugsað verður um tað, flokkurin annars hevur sagt um sjálvstýris- viðurskiftini. Teir siga seg vilja yvirtaka í prinsipp- inum øll mál, men tá ein skipað ætlan verður gjørd vilja teir kortini ikki. Hjá øllum sum ynskja hesa gongd má ein skipað ætlan yvir 12 ár vera betur enn ein, sum skal kroystast saman yvir 4 ár. Men bindingarnar til danska Javnaðarflokkin eru helst ov sterkar. Onnur frágreiðing finnst helst ikki. Sum eg byrjaði hesa grein, so hevur landsstýrið »eina góða sak«. Vónandi verður mei mánaði 2001 byrjanin til eina niðurlaging av øllum búskaparligum og politiskum haftum, og vit byrja at laga upp einar sjálvbjargnar og sjálv- stýrandi Føroyar, sum allir Føroyingar sum frálíður fara at sláa manngarð um. Her er avgjørt ein gongd leið. Ein gongd leið VIÐMERKINGAR Tíðindaskriv Í sambandi við fundin um nýskipanina av Norður- landaráðnum í Helsinki reisti Jógvan við Keldu vegna føroysku sendinevnd- ina spurningin í sambandi við sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Jógvan segði m.a., at hann helt tíðina vera hin rætta at viðgera spurningin, nú ar- beiðið hjá Ráðnum kortini skal skipast av nýggjum. Umboðini fyri Grønland og Áland tóku undir við Jógv- ani. Mánadagin og týsdagin var fundur millum Norður- landaráðið og Norður- lendska ráðharraráðið um sokallaðu Vísmannafrá- greiðingina og hvussu ar- beiðast skal víðari við teim- um uppskotum, hon kemur við. Eitt av teimum evnum, sum Vísmannafrágreiðing- in tekur fram, er støðan hjá sjálvstýrandi umráðunum Føroyum, Grønlandi og Á- landi. Frágreiðingin mælir til, at skipanin verður broytt soleiðis, at Norðurlandaráð- ið kann venda sær beinleiðis til landsstýrini við tilmæl- um og tilráðingum, og ikki sum nú bert til tingini í teimum fimm sjálvstøðugu londunum. Jógvan við Keldu, sum umboðaði føroysku sendi- nevndina, tók málið fram og helt, at tíðin nú er komin til í álvara at viðgera málið um sjálvstøðugan limaskipa til sjálvstýrandi økini, her- undir Føroyar. Málið hevur áður verið umrøtt fleiri ferð- ir, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr. Framløgan hjá Jógvani fekk góða undirtøku frá m.ø. Per Berthelsen úr Grønlandi og Lassa Wikløf úr Álandi. Pehr Løv úr Noregi og Sven-Erik Hov- mann úr danska vinstra- flokkinum hildu tað somu- leiðis vera eitt gott hugskot at viðgera støðuna hjá sjálv- stýrandi økjunum, nú ar- beiðið í Ráðnum kortini skal umskipast. Á fundinum var annars breið semja um, at neyðugt er við eini umskipan. Helst verður sjálvt Ráðið við ting- limunum úr norðurlendsku tingunum varðveitt, meðan nevndirnar undir Ráðnum verða broyttar frá at vera økisnevndir til faknevndir. T.v.s. at ein skipan, sum lík- ist vanligu tingnevndunum, verður sett í verk. Á hendan hátt verður í størri mun møguligt at draga ting- nevndirnar meira við í ar- beiðið og harvið gera virk- semið í Norðurlandaráðnum meira viðkomandi fyri heimligu tingini. Eisini fer hetta at hava við sær betri samsvar millum bygnaðin í Norðurlandaráðnum og bygnaðin í Norðurlendska ráðharraráðnum. Tey sjálv- stýrandi økini løgdu tó dent á, at ansast skal eftir, at bygnaðurin ikki gerst ov fløktur, tí so er vandi fyri, at tey smærru londini detta burtur ímillum. Føroyska sendinevndin ætlar í viðgerðini av nýskip- anaruppskotinum at taka virknan lut, so føroysku áhugamálini ikki detta nið- urfyri. Limirnir í føroysku sendinevndini fara at skift- ast um at luttaka á fundun- um hesum viðvíkjandi. Hava fjølmiðlarnir spurn- ingar í sambandi við Norð- urlandaráðið og virksemi tess, eru teir altíð vælkomn- ir at seta seg í samband við ein av limunum í føroysku sendinevndini ella skrivaran hjá nevndini. Føroysku limirnir í Norð- urlandaráðnum eru Jógvan við Keldu fyri Fólkaflokkin og Dan Reinert Petersen fyri Javnaðarflokkin. Skriv- ari hjá nevndini er Páll Is- holm, fulltrúi í Løgtingin- um. Føroyskur limaskapur viðgjørdur Felagið hevur gjørt sáttmála við 34 ára gamla Heine Fernandez SUPERLIGA Jákup Mørk Tað vakti stóran ans millum donsk fótbóltshugað, tá Vi- borg í farnu viku gav vandamikla áleyparanum, Heine Fernandez, sekkin. Almenna orsøkin var, at hann ikki hevði borið seg sømiliga at mótvegis felag- num, og tí fekk hann at vita, at hann ikki slapp á lið framyvir. Sambært danska Tips- blaðnum var orsøkin, at Heini hevði fingið lovað frá leiðsluni, at um feløg vóru áhugað í honum, so kundi hann samráðast við hesi, uttan at Viborg setti seg ímóti. Hesum hevði hann so sambært blaðnum gjørt nýtslu av, men í Viborg gjørdist teir firtnir um, at teir als ikki vórðu kunnaðir um hetta. Venur lítið Um viðkomandi felag var FCK, er ilt at siga, men í øllum førum hevur høvuðs- staðarfelagið nú gjørt sátt- mála við 34 ára gamla áleyparan. Sáttmálin er galdandi í hálvt annað ár. Fernmandez, sum í løtuni er á ferð við danska liga- landsliðnum, verður mettur sum ein hin vandamesti framherjin í donsku super- liguni. Aldurin hevur tó viðført, at likamið er heldur slitið nú, og tað er væl kent í Danmark, at hann als ikki venur eins nógv og liðfel- agarnir. Hvussu FCK og tann krevjandi Roy Hodgson fara at loysa hesar trupul- leikar, sigur felagið einki um, men ivaleyst man bret- in hava eina ætlan við áleyparanum. FCK styrkir álopið Undanfarna vikuskiftið kappaðust dreingir og gen- tur í innandurakapping, sum B36 skipaði fyri. Undirtøkan til kappingina var stak góð, og nógvir dyst- ir skuldu til, áðrenn enda- ligu vinnararnir vórðu funn- ir. Niðanfyri prentað vit myndir av vinnandi liðu- num. Shell cup 2000