Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2007 33 Uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum Vísandi til § 9, stk. 5 í lógum felagsins skal uppskot til nevndarlimir verða felagnum í hendi innan 1. februar 2007. Valið fer fram á aðalfundinum, sum verður leygardagin 17. mars 2007. Starvsmannafelagið Mentamálaráðið er í ferð við at menna granskingar- samstarvið við ES innan 7. rammuskrá, og tí eru tvey størv leys at søkja til Granskingarráðið at seta skjótast gjørligt. Størvini fevna um tað, sum í ES høpi verður nevnt National Contact Point (NCP) hjá ES í Føroyum. Førleikakrøv - Útbúgving frá hægri lærustovni - Áhuga fyri ES samstarvi og ES granskingarskráum, royndir við ES samstarvi er ein fyrimunur - Áhuga fyri gransking eins og royndir innan granskingarøkið somuleiðis er ein fyrimunur - Royndir við verkætlanarleiðslu - Góðar málførleikar, serliga í føroyskum og enskum - Vit rokna eisini við, at umsøkjarar eru samstarvs- hugaðir, tænastusinnaðir, duga at arbeiða sjálv- støðugt, og duga væl at samskifta og at gera sína ávirkan galdandi. Størvini Høvuðsuppgávurnar fevna um: - Umsjón við og luttøka í ES samstarvi Granskingar- ráðsins í samstarvi við stjóran fyri Granskingarráðið, fulltrúa við ES-málum í Mentamálaráðnum og onnur starvsfólk á økinum - Luttøku í viðkomandi ES granskingarnetverkum - At fáa til vega tilfar, vitan og upplýsingar um 7. rammuskránna hjá ES innan gransking og kunning í hesum sambandi gjøgnum skeið, fyrilestrar, fundir, tíðindaskriv, internet v.m. - at kunna um møguleikar hjá føroyskum granskarum og vinnuni at taka lut í verkætlanum innan 7. rammu- skránna hjá ES innan gransking - Røkja dagligt samskifti við føroyskar granskarar, vinnu o.o. og hjálpa til at fáa samstarv/avtalu í lag við ES partnarar - Taka lut í føroyskum og útlendskum arbeiðsbólkum innan økið - At skipa fyri viðkomandi fundum, verkstovum, seminarum v.m. um 7. rammuskránna hjá ES innan gransking Størvini koma at innganga í eitt toymi, ið skal samstarva við m.a. fulltrúa við ES-málum í Mentamálaráðnum, sum yvirskipað stílar fyri ES-granskingarsamstarvinum, eins og við onnur, sum arbeiða við ES-granskingar- og útbúgvingarsamstarvi. Vit bjóða - spennandi og sjálvstøðug størv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti innanlands og uttanlands. - Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. - Eitt liðiligt arbeiðspláss, sum leggur dent á sjálv- støðugt arbeiði. Talan er um størv við nógvari ferðing og uppihaldi uttanlands. Setanar- og lønartreytir Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Stílað: Granskingarráðið ella til t-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. januar 2007 kl. 12.00. Setanarsamrøður verða síðst í januar mánaða 2007. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Kristionnu Sjóvará Jacobsen, fulltrúa, á tlf. 35 50 36, Petur Petersen, aðalstjóra, á tlf. 35 50 50 ella Rúnu Hilduberg, stjóra fyri Granskingarráðið, á tlf 31 65 15. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentanarmál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Mentamálaráðið er skipað í tríggjar deildir – Mentamáladeild, Fólkaskúladeild og Vinnu- og miðnámsskúladeild – umframt ein stáp, sum veitir ráðgeving til deildinar o.o. Granskingarráðið Heimasíða granskingarráðsins er www.gransking.fo Tvey størv til ES granskingarsamstarv sansir.fo Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til val 24. feb. 2007. Veljast skulu umboð fyri fylgjandi umdømir: Lamba, 1 umboð Runavík – Saltangará, 3 umboð Uppskot til umboð skulu skrivliga vera sjúkra­ kassanum í hendi í seinasta lagi 10. feb. 2007. Nes sókNar sjúkrakassi FO­620 Runavík Skógrøkt landsins søkir eftir fólki Røktari: Vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloysara í tíðaravmarkað starv sum røktari á Gróðurstøðini (plantuskúlanum) hjá Skógrøkt landsins í Hoydølum. Arbeiðið fevnir um plantu- aling, -røkt, -royndir, -sølu og kunda ráðgeving. Søkt verður eftir fólki við gartnaraútbúgving ella við viðkomandi royndum innan økið. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rakul Dam Lindberg, røktarleiðara, á telefon 210922 ella í telduposti til: rakul@skogroktin.fo Skrivlig umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum v.m., skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. februar 2007. Umsóknin skal sendast til: Skógrøkt landsins, Hvítanesvegi 3, Postrúm 1174, 110 Tórshavn. Lærlingur (plantualing - produktionsgartner): Lærupláss sum gartnari í plantualing (pro duk- tionsgartner) er leyst at søkja hjá Skógrøkt landsins, á Gróðurstøðini (plantuskúlanum) í Hoydølum. Lærutíðin er 3 ár og 8 mðr., harav 3-4 skúlaskeið (tilsamans 45 vikur) eru á yrkisskúla í Danmark. Verkligi parturin av læruni fevnir um plantualing, -røkt, -royndir, -sølu og kunda ráð- geving. Yrkisútbúgvingar í Føroyum eru skipaðar sambært ásetingum, ið Yrkisdepilin umsitur. Lønin verður eftir ásetingum um lærlingar í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Á hesum heimasíðum ber til at kunna seg um lærlingaútbúgvingina til gartnara, sí: www.yrkisdepilin.fo og www.eud-info.dk/uddan/ index.asp?indID=4 Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rakul Dam Lindberg, røktarleiðara, á telefon 210922 ella í telduposti til: rakul@skogroktin.fo Skrivlig umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum v.m., skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2007. Umsóknin skal sendast til: Skógrøkt landsins, Hvítanesvegi 3, Postrúm 1174, 110 Tórshavn. Skógrøkt landsins er stovnur undir Innlendismálaráðnum og innur uppgávur og áhugamál Skógfriðingarnevndarinnar. Stovnurin skal røkja gamlar og nýggjar viðarlundir og aðrar frílendisuppgávur, sum hoyra uppí. Somuleiðis rekur stovnurin Gróðurstøðina við plantualing, plantusølu og arboretvirksemi. lýsingar