mikudagur 24. januar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2007
19
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Amerikanska fólkið og herleiðararnir eru ímóti
ætlanunum hjá Bush, men hann letst sum einki
Nancy Pelosi og Harry Reid)
Stutt sagt
Fjaldar
mikrofonir
Alt bendir á, at onkur hev
ur lurtað eftir tí, sum er
farið fram á skrivstovuni
hjá vinstrasinnaða týska
politikaranum Wolfgang
Neskovic. Í hvussu er
hevur løgreglan funnið
tvær mikrofonir, sum
onkur hevði fjalt í tveim
um lampum á skriv
stovu hansara. Wolfgang
Neskovic er limur í tí
sosialistiska
Vinstra
flokkinum og er kendur
fyri sínar hvøssu atfinn
ingar at framferðini hjá
týsku fregnartænastuni í
sambandi við yvirgang.
DPA skrivar úr Berlin,
at týskir politikarar eru í
øðini um avlurtingina.
Tók seg aftur
Umhvørvisstríðsmaðurin
Nicolas Hulot ætlaði sær
at stilla upp til franska
forsetavalið í apríl, men
í gjár boðaði hann frá, at
hann fer ikki at stilla upp
kortini. Um ársskiftið vísti
ein meiningakanning, at
ellivu prosent av veljar
unum ætlaðu sær at at
kvøða fyri Nicolas Hulot,
um hann stillaði upp. Í
november í fjør kunn
gjørdi Hulot eina drúgva
frágreiðing um, hvussu
vit kunnu varðveita lívið
á Jørðini, og síðani hava
fleiri av teimum fremstu
politikarunum í Fraklandi
sagt seg taka undir við
honum. Millum teirra eru
tey bæði forsetavalevnini,
Ségoléne Royal og Nico
las Sarkozy.
Russar
sálarsjúkir
Óttin fyri yvirgangi og
búskaparkreppu í Russ
landi ger, at 40 prosent av
russiska fólkinum líða av
sálarligum trupulleikum.
Tað vísir ein nýggj kann
ing. Tey, sum hava gjørt
kanningina, siga, at talið
á russum, sum hava sálar
ligar trupulleikar, er trí
faldað tey seinastu 10-
15 árini. Tey almennu
hagtølini vísa eisini, at á
hvørjum ári taka umleið
60.000 russar lívið av
sær.
útlond
Bush: – Lat ætlan mína
fáa ein kjans
Kríggið ímóti
yvirgangi og veður
lagsbroytingar
vóru høvuðsevnini
í sættu røðuni hjá
George W. Bush
fyri amerikanska
fólkinum
– Høvdu vit tikið okkara
hermenn úr Irak nú, hevði tað
fingið stórar og víðfevndar
avleiðingar. Tí hava vit valt
bara ein møguleika, og tað
er at senda uppaftur fleiri
hermenn til Irak.
– Tað kósina hava vit
valt, og tit mugu geva henni
ein kjans, segði forsetin í
einari beinleiðis áheitan
á ta demokratisku and
støðuna teir nógvu ameri
kanararnar, sum halda, at
forsetin er á skeivari kós.
Sambært teimum seinastu
kanningunum halda 71 pro
sent av amerikanarunum,
og USA er á skeivari kós.
Bara 33 prosent taka undir
við forsetanum.
Einki bendir á, at demo
kratarnir hava hug at geva
forsetanum nakran kjans.
Í einari felags kunngerð
í nátt søgdu leiðarin í
Umboðsmannatinginum,
Nancy Pelosi, og leiðarin í
Senatinum, Harry Reid, at
forsetin lurtar als ikki eftir
tí, sum amerikanska fólkið
sigur.
– Ein ovurstórur meiriluti
av amerikanska fólkinum,
hernaðarligir leiðarar og
politikarar í báðum flokk
um eru ímóti ætlan forset
ans um at herða kríggið
í Irak. Men forsetin letst
sum einki, søgdu tey bæði í
kunngerðini.
Veðurlagið
Í røðuni gjørdi George W.
Bush eisini nógv burtur úr
veðurlagsbroytingunum,
sum hann segði vera eina
stóra
avbjóðing.
Hann
segði, at USA er alt ov heft
at olju úr øðrum londum. Tí
noyðist USA at leggja størri
dent á varandi orkukeldur,
og tí fer stjórnin at biðja
Kongressina um pengar til
at kanna møgulerikarnar
fyri at leggja um til varandi
orkukeldur.
Hann segði, at ameri
kanarar brúka alt ov nógv
bensin, og at bensinnýtslan
skal skerjast 20 prosent tey
næstu 10 árini. Ístaðin fyri
skulu bilarnir brúka onnur
brennievni.
Ísraelski forsetin,
Moshe Katsav, skal
fyri ein ríkisrætt,
ákærdur fyri kyns
ligan ágang ímóti
fleiri kvinnum
Nógvir ísraelskir politikarar
halda, at forsetin átti at lagt
frá sær, tá hann fekk at vita,
at ríkisákærin umhugsaði at
stevna honum fyri kynsligan
ágang. Tað vildi Moshe
Katsav ikki, og tí skal hann
nú fyri ein ríkisrætt.
Í morgun ljóðaði, at
Moshe Katsav møguliga fór
at siga seg frá í dag, men
aðrar keldur hildu, at hann
kanska fór at taka farloyvi
frá forsetaembætinum eina
tíð.
Tann 61 ára gamli for
setin heldur uppá, at hann
er ósekur, hóast fleiri av
hansara fyrrverandi med
arbeiðarum hava lagt hann
undir kynsligan ágang.
Politiskt hevur forseta
embætið í Ísrael lítlan og
ongan týdning, og gølan
fer tí neyvan at fáa nakra
ávirkan á stjórnina hjá Ehud
Olmert, forsætisráðharra.
Ísraelsku fjølmiðlarnir siga,
at hinvegin fer gølan uttan
iva at styrkja ta vanligu
ísraelsku uppfatanina av,
at alt ruggar ikki rætt í
ovastu leiðsluni. Teir vísa
á, at Olmert sjálvur er undir
illgruna fyri svik.
Moshe Katsav hevur ver
ið forseti síðani í 2000, og
skeiðið rennur út í summ
ar.
Forseti fyri ríkisrætt
Hetta var sættu ferð, at Bush helt røðu fyri amerikanska fólkinum
Moshe Katsav noktar
seg sekan