týsdagur 30. januar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 21 - 30. januar 2007
- Eg vænti ikki, at
Jógvan heldur leingi
í X-Factor, úrslitini
verða avgjørd við
sms-atkvøðum, og
tá hevur ein, ið ikki
er íslendingur ikki
nakran møguleika.
Men Jógvan er longu
vorðin eitt kent andlit
her, og longu ein
poppstjørna í Íslandi,
sigur íslendski Føroya
vinurin Jens Guð.
X-Factor
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið sang før
oyski Jógvan Hansen seg
víðari í íslendsku sang
kappingini The X-Factor.
Hetta er best umtókta
sjónvarpssending í Íslandi
nakrantíð,
og
sambært
Føroyavininum Jens Guð,
er Jógvan longu eitt kent
andlit í Íslandi.
- Hetta er fyrsta árið at
vit hava X-Factor í Íslandi,
men sendingin er
longu sera væl umtókt. Vit
hava áður hava Idols kapp
ingar, og tá gjørdust 15 tey
bestu hvørt árið popp stjørn
ur í Íslandi. X-Factor er
uppaftur betri umtókt enn
I d o l s .
Jógvan kann tí longu nú,
uttan trupulleikar geva eina
fløgu út sum einstaklingur,
hetta eisini um hann ikki
kemur longur enn hetta í
kappingini,
sigur
Jens
Guð.
- Jógvan er sera, sera
vælumtóktur í Íslandi.
Dóms nevndin nevndi fleiri
ferðir, at hann er sær so
gott út, tá hann framførur,
harumframt syngur hann
eisini væl.
Jógvan Hansen er í Før
oyum best kendur sum
sangari í rokk bólkinum
Aria, og av útgávunum
hjá Kularrótum. Jógvan
hevur seinastu árini búð í
Íslandi, har hann er útbúg
vin frisør, og rekur egna
hárfríðkanarstovu í Borgar
túnii 29 í Reykjavík.
Higartil
hevur
ein
dómsnevnd við teimum
trimum kendu íslending
unum Páll Óskari, Einari
Bárðasyni og Ellý gjørt
av hvør kemur víðari í X-
Factor kappingini, men
frá
fríggjakvøld
inum, byrjaðu beinleiðis
sendingarnar. Nú gevur
dómsnevndin sína meting,
men tað eru sms-atkvøður,
ið hava seinasta orðið og
avgera hvør kemur víðari í
sendigini.
- Í sendingini fríggja
kvøldið gjørdist Jógvan
nummar 10 av teimum 12,
ið luttaka. Tað er greitt,
at sum føroyingur, hevur
hann ikki nakran serligan
møguleika at koma langt.
Eg vænti stutt sagt ikki, at
Jógvan heldur nógv longri
enn hetta í X-Factor. Tá
úrslitini verða avgjørd við
sms-atkvøðum, hevur ein,
ið ikki er íslendingur ikki
nakran møguleika, Um tú
tildømis er av Hafnarfirði,
so atkvøða øll, ið eru av tí
leiðini fyri tær. Hetta bak
landi hevur Jógvan sjálv
andi ikki, tí verður sera
trupult hjá honum at koma
langt.
X-Factor er tónleikakapping, ið er ment av Simon Cowell høgt elskaða og hataða
dómaranum úr amerikansku Idols sendingini.
Kappingin hevur gingið sína sigursgongd í Bretlandi, har hon slóg øll met øll trý árini,
ikki færri enn 10.000.000 hyggjarar fylgdu við, m.a. tí , at í dómsnevndini eru Simon
Cowell og Sharon Osbourne, umframt tann minnið navnframa Louis Walsh. Tá sendingin
herfyri var send triðja árið, høvdu ikki færri enn 100.000 fólk melda seg til hana.
Í X-Factor eru tey, ið kappast býtt upp í 3 bólkar, sangarar í aldrinum 16-25 ár, sangarar
yvir 25 ár og bólkar.
Kappingin er býtt í 4 partar, royndir, venjingarlega, vitjanir heima hjá dómarum og
beinleiðis sendingar.
Vinningurin er í Bretlandi £1.000.000.
Í Íslandi er X-Factor longu størst sjónvarpssuccesssin nakrantíð. Hon verður send á Støð
2, og í løtuni eru tey farin undir beinleiðis umførini.
Um X-Factor:
Starvslýsing
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Heimatænastan
Jógvan er
poppstjørna
í Íslandi