Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 21 - 30. januar 2007 Nú bjóðar Strand­ ferðslan føroyskum listafólki at hava framsýningar um­borð á Smyrli Listaframsýning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal okkara størsta og stásiliga strandfaraskip eis­ ini verða ein sýnisgluggi fyri føroyska list. Í hesum sambandi ferð Strandferðslan at bjóða lista­ fólki at hava fram­sýningar umborð á Smyrli. Tá ið Smyril kom í flotan, legði Strandferðslan stóran dent á, at brúka flaggskipið til at vísa føroyska list fram og tískil bjóðaði hon lista­ fólki til at prýða skip­ið. Tey listaverkini kunnu nú síggjast víða hvat umborð á skipinum. Men nú fer Strandferðslan eitt stig víðari og bjóð­ar listafólki at hava framsýn­ ingar umborð á Smyrli. Tað verður ein heilur vegg­ ur í bakborði á kafeteria­ dekkinum, sum er settur av at vísa list fram á. - Tað verður ókeypis hjá listafólki at hava fram­ sýn­ingar umborð á Smyrli og hvør framsýning kann hanga uppi í ein mánað, sigur Heini á Borg á Strand­ ferðsluni. Hann sigur, at tað skal vera rúm fyri allari list um­ borð á Smyrli. Tað kunnu sostatt vera bæði máln­ ingar, listahandverk, brúks­ list, sniðgeving og ann­að. Einasta treyt er, at listin kann hongjast upp á veggin. Listafólk kunnu so hefta ein lista við, har tey siga, hvar áhugaðir keyparar kunnu venda sær. Heini á Borg heldur at Smyril er eitt frálíkt fram­ sýningarhøli, tí har kemur nógv fólk hvønn einasta dag, eisini fremmand ferða­ fólk. Sostatt er Smyril kanska eitt hin besti sýnis­ glugg­in yvirhøvur til list í landinum. Tey listafólk, sum hava hug at sýna fram umborð á Smyrli, skulu venda sær til tænastuleiðaran umborð. Tann fyrsti at hava lista­ framsýning umborð á Smyrli er Palle Julsgart á Tvør­oyri, sum hevur 8- 10 olju­máln­ingar av fiski, hvali og lands­løgum. Og tann framsýningin verð­ur at síggja allan febru­ ar mánað. Danska liðið vann altjóða OILSIM- finaluna í London  Nú er nú greitt, at føroyska endaði á fjórða plássinum í finalurin í OILSIM kapp­ ingini í London í dag. Tilsamans hava 1000 næm­ ingar verið við í tiltakinum, sum er ein kapping ímillum miðnámsskúlar og í dag vóru bestu næmingarnir úr fimm londum í finaluni. Í føroysku OILSIM kapp­ ingini vann ein bólkur við trimum næmingum á Føroya Handilsskúla í Tórshavn og saman við læraranum, Súsan Klein Gregoriussen eru tey farin til London at vera við í finaluni Umframt upplivilsi, er høvuðsvinningurin 2000 pund, ella einar 22.000 krónur. Finalan endaði við donsk­ um sigri, tað var eitt lið úr Esbjerg, sum vann. Grøn­ lend­ingar vóru numm­ar tvey, Skoltland var nummar trý, Føroyar nummar fýra og norska liðið endaði aft­ ast. Tað er føroyska felagið Simprentis, sum skipar fyri tiltakinum, sum Chevron og Maersk hava stuðlað sum eitt lið í teirra royndum at geva ungdómum eina grundleggjandi fatan av olju­vinnuni. Jens Petur Bærentsen, rakstrarleiðari hjá Sim­ prentis, greiðir frá, at tey hava staðfest, at næm­ing­ar og lærarar í øllum londu­ num hava lært nógv um oljuídnaðin við at vera við í OILSIM. Hann sigur eisini, at næsta heyst verða tiltøk­ ini enn meira umfatandi. Umframt útbúgvingar­til­ tøk av hesum slagi, skipar Simprentis fyri skeiðum fyri oljufeløg og onnur bæði í Føroyum og um all­ an heim. Bjóða Smyril fram sum flótandi listaskála Føroyingar nummar fýra Guðrið Jacobsen, Durita Johansen og Elisabeth á Gadd Clementsen frá Føroya Handilsskúla umboða Føroyar í OILSIM finaluni í dag Palle Julsgart er fyrsta listafólki, sum hevur framsýning umborð á Smyrli. Men nú fáa øll listafólk møguleika at læna Smyril ókeypis at hava framsýningar í Kundi doyð í kulda Ein ungur maður í Karasjok í Norðurnoregi skal helst takka løgregluni fyri, at hann framvegis er á lívi. Um áttatíðina sunnumorgunin kom løgreglan fram á mannin, sum var sovnaður úti. Tað vísti seg, at maðurin hevði verið í býnum kvøldið fyri og hevði fingið so nógv at drekka, at hann vann ikki upp hús. Tað frysti heili 31 stig í Karasjok sunnunáttina, og maðurin var eisini ógvuliga kaldur, tá løgreglan kom fram á hann. Spyr um Televarpið Løgtingsmaðurin Páll á Reynatúgvu vil hava Bjarna Djurholm, landsstýrismann at greiða Løgtinginum frá ymsum viðurskiftum hjá Televarpinum. Tingmaðurin fýlist á, at fólk í Sandoynni og Suðuroy fáa ikki gleði av Televarpinum, men hann vil eisini hava greiði á øðrum viðurskiftum. Eitt nú spyr hann um fíggarliga úrslitið hjá Televarpinum seinastu árini, hvør fíggjar møguligt hall, og um ábyrgdarbýtið er millum Televarpið og Kringvarpið.