Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 30. januar 2007 33 Vilt tú verða við? Í næstum verður nýggjur stjóri settur at leiða Ferðaráð Føroya og Menningar- stovuna í nýggjum stovni undir Vinnu- málaráðnum. Nýggi stovnurin hevur tørv á væl- útbúnum marknaðarfólki at taka lut í arbeiðinum at menna føroyskan útflutning av vørum, tænastum og upplivingum. Framanfyri standandi uppgávur eru m.a. at fyriskipa føroysku luttøkuna til European Seafood Exposition 2007 í Brússel, Offshore Europe 2007 í Aberdeen, marknaðarátak fyri cruiseferðir, tiltaksætlan fyri kreativar vinnur herundir AME í Reykjavík, Tórshavn og London ella Manchester, framtak fyri føroyskar tænastur og vørur í Russlandi. Vit ímynda okkum at umsøkjarar hava útbúgving á kandidátstigi í til dømis handilsskapi, marknaðarføring, búskapi ella hava líknandi útbúgving. Góðir førleikar í enskum og øðrum altjóða máli og vinnuligar royndir eru ein fyrimunur. Persónligu eginleikarnir hjá teimum, ið verða sett, skulu sampakka við tær avbjóðingar, ið fara at koma. Starvs- og setanartreytir verða eftir starvsfólkapolitikki landsins. Nýggi stjórin í samanlagda stovninum setir fólkini. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Kjartan Kristiansen, fráfarandi stjóra, á telefon 353100. Umsóknir, ið eiga at verða okkum í hendi innan 19. februar, skulu sendast til: Nýggi stovnurin fer at virka sambært tí til eina og hvørja tíð galdandi vinnupolitikki landsins, og høvuðsuppgávurnar verða m.a.: • At birta upp undir nýskapan og íverksetan Menningarstovan Att.: Kjartan Kristiansen Bryggjubakki 12 Postrúm 259 FO-110 Tórshavn • Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri tær einstøku fyritøkurnar. • At menna føroyska vinnu. • At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. • At menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum eitt ferðamannaland. Skógrøkt landsins søkir eftir fólki Røktari: Vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloysara í tíðaravmarkað starv sum røktari á Gróðurstøðini (plantuskúlanum) hjá Skógrøkt landsins í Hoydølum. Arbeiðið fevnir um plantu- aling, -røkt, -royndir, -sølu og kunda ráðgeving. Søkt verður eftir fólki við gartnaraútbúgving ella við viðkomandi royndum innan økið. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rakul Dam Lindberg, røktarleiðara, á telefon 210922 ella í telduposti til: rakul@skogroktin.fo Skrivlig umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum v.m., skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. februar 2007. Umsóknin skal sendast til: Skógrøkt landsins, Hvítanesvegi 3, Postrúm 1174, 110 Tórshavn. Lærlingur (plantualing - produktionsgartner): Lærupláss sum gartnari í plantualing (pro duk- tionsgartner) er leyst at søkja hjá Skógrøkt landsins, á Gróðurstøðini (plantuskúlanum) í Hoydølum. Lærutíðin er 3 ár og 8 mðr., harav 3-4 skúlaskeið (tilsamans 45 vikur) eru á yrkisskúla í Danmark. Verkligi parturin av læruni fevnir um plantualing, -røkt, -royndir, -sølu og kunda ráð- geving. Yrkisútbúgvingar í Føroyum eru skipaðar sambært ásetingum, ið Yrkisdepilin umsitur. Lønin verður eftir ásetingum um lærlingar í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Á hesum heimasíðum ber til at kunna seg um lærlingaútbúgvingina til gartnara, sí: www.yrkisdepilin.fo og www.eud-info.dk/uddan/ index.asp?indID=4 Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rakul Dam Lindberg, røktarleiðara, á telefon 210922 ella í telduposti til: rakul@skogroktin.fo Skrivlig umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum v.m., skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2007. Umsóknin skal sendast til: Skógrøkt landsins, Hvítanesvegi 3, Postrúm 1174, 110 Tórshavn. Skógrøkt landsins er stovnur undir Innlendismálaráðnum og innur uppgávur og áhugamál Skógfriðingarnevndarinnar. Stovnurin skal røkja gamlar og nýggjar viðarlundir og aðrar frílendisuppgávur, sum hoyra uppí. Somuleiðis rekur stovnurin Gróðurstøðina við plantualing, plantusølu og arboretvirksemi. Starvsfólk til á Norðskála Til kassaavgreiðsluna í í Norðskála, søkja vit eftir einum dugnaligum og fyrikomandi fólki. Starvið er í dagtímunum mánadag – fríggjadag frá kl. 07.30 – 16.00. Møguligt er at byrja beinan- vegin. Hevur hetta tín áhuga er tú vælkomin at seta teg í samband við Jaspur Johannesen á tlf. 774000. postsmoga 50 460 Norðskáli lýsingar