Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti  Manningarnar á Stjørnuni og Polarhavi, sum vóru úti á nýggjárinum, ótu ræst kjøt nýggjársaftan, með­an teir annars vóru í upsaroki á Munk­a­grunn­ i­num. Tá túr­ur var lokin eftir veiði í hálvt fjórða sam­døg­ur, settu skipini eg­ið met í av­reið­ing­ar­ virði. Hetta gjørdi eisini nýggj­­árs­­túr­in hugaligari, enn hann annars hevði ver­­ið, um minni var at fáa - Vit liggja altíð á jólum, men loysa vanliga beint eftir høg­­tíðina, soleiðis at vit eru úti á nýggjárinum. Tað er sjálv­­andi eitt sindur keðiligt ikki at vera heima hjá fam­ ilju, vinum og kenningum á nýggj­árinum, og tað eru fleiri av manningini, sum helst vilja vera heima tá. Men vit vita, at skipini skulu loysa, og tí skulu tey eisini mann­ ast. Men eftir ein slíkan túr, sum hendan, ert tú glaður, tá ið alt hevur gingið væl, og túr­ur­in er lagdur afturum. Tað sigur stýrimaðurin um­ borð á Stjørnuni, leir­vík­ing­ur­ in Henry á Reynatrøð. Vit høvdu hann í telefonini, nú skipini eru á veg heim­aft­ ur eftir roksøluna í Hanst­ holm. Stjørnan og Polarhav fóru út millum jóla og nýggjárs, og eftir at hava roynt í hálvt fjórða samdøgur og havt trol­­ið úti tilsamans 12 ferðir, høvdu skipini 220 tons, sum tey seldu til ein keypara í Hanst­holm fyri útvið 2,4 milj­ ón­­ir krónur netto. Tað var sølufelagið Fo-Fish í Runavík, sum skipaði fyri søl­uni hjá skipunum. Tað serliga við hesi sølu er, at so at siga øll veiðan var upsi – góður upsi, mest 3’ar­­ar, 2’arar og nakað av 1’ar­um. - Jú, hetta var stórur og góð­ur fiskur, bert ein lut­fals­ liga lítil partur var 4’arar, og hetta hevði sína ávirkan á góðu søluna, sigur Henry. Tá ið vit tosaðu við stýr­i­ mannin, hevði skiparin, Hjalti Eliasen, sum eisini er leir­vík­ ingur, frívakt og var lagstur. Skipari umborð á Polarhavi hend­an túrin var Jákup Eg­ holm, sum býr í Kvívík. Polarhav og Stjørnan, sum ann­ars fiskaðu fyri einar 46 milj­ónir krónur í fjør, hava ong­an­tíð áður havt eina so góða sølu sum hesaferð. Tær 2,4 miljónir krónurnar geva ein manningarpart, sum man fara at liggja rundan um tær 50.000 krónurnar. Vit spurdu eisini Henry á Reyn­a­trøð um manningarnar, sum vóru úti á nýggjárinum, merktu nakað til nýggjárið yvirhøvur. Hann sigur, at skip, sum eru úti á nýggjárinum, gera einki burtur úr við at skjóta fýrverk, men treyðugt so, at ein betri biti ikki verður etin. Tað verður tað. - Kokkurin hjá okkum, sum hend­an túrin var Osmund Pet­er­sen úr Rituvík, plagar at hava ræst kjøt á borðinum nýggjársaftan, og soleiðis var eisini hesaferð, tá ið tvey røst føroysk tjógv komu á borð­ið. Henry sigur, at manningin hevði annað at hugsa um hend­an dagin enn fýrverk, tí fiskiskapurin var so ó­metaliga ­góður – og allir høvdu ríkiligt at takast við. - Vit hava tvær kryvj­i­mask­ in­ur umborð á hvørjum skipi, og høvdu vit ikki hesar, hevði eing­in møguleiki verið at fing­ið allan fiskin til høldar upp á so stutta tíð, sum talan var um. Undir slíkum um­støð­ um hjálpir tað eisini væl, at skipini eru nýggj, og at arbeiðsumstøðurnar eru góð­ ar. Hann sigur, at tað serliga stóð á kryvjingini og at fáa fisk­in í ís. - Vit gera ísin sjálvir, men tað tekur tíð og orku at fáa fisk­in í 375 kør, har ísast skal í botninum, í miðjuni og om­aná. Kørini skulu eisini flyt­ast nakað aftur og fram so hvørt, sum fiskurin fer í tey. Henry sigur, at tann størsti fisk­urin, sum er ov stórur til mask­inurnar, verður kruvdur við hond. Stjørnan og Polarhav eru nú á veg heim til Føroya. - Vit kunnu ikki fara beina leið aftur til fiskiskap, tí vit fingu ikki nóg mikið at kør­um í Hanstholm. Meðan vit á Stjørnuni fingu 270 kør umborð, vóru eingi kør eft­ir til Polarhav. Tí koma vit heim eftir kørum, og tá fer eisini onkur maður í land – og aðrir koma umborð. Har­ aftrat verður okkurt minni at ”skrúva”, áðrenn loyst verð­ ur, sigur stýrimaðurin, Henry á Reynatrøð, sum fer við hend­an túrin aftrat, áðrenn hann eigur frítúr. Klumman Dagny Joensen journalistur Sjónvarp við ongum innihaldi Sjónvarp Føroya er helst eindømi í verð­ini, tá tað um public service ræð­ ur. Tíma vit at tendra tá Dagur&Vika er, kunnu vit bert sannføra okkum um, at har verða send okkurt úr okkara verð, sum vit hava frætt í útvarpinum og gomul donsk tíðindi, sum vit frættu í DR1 í gjár. Hartil kemur heims­ins løgn­asta veðurkort, sum ikki kann vera ljót­ari. Falggskipið ”Úr band­a­savn­­­i­ num”, sum nú hevur leikað í í fleiri ár, er tað besta SvF hevur at bjóð­a. Síðani eru aðrar sendingar sum ”Ekko” og ”Ymisk Lív”, ið sum lundi á jól­a­nátt stingur seg upp á skíggj­an av og á. Álvaratos, heldur SvF-leiðslan, at fólk seta á SvF fyri at vita, um okk­­­urt er at síggja og góð­taka hetta? Nei, soleiðis riggar nú­tíð­ar hyggj­ar­a­fjøld­in ikki. Vit gevast at hyggja, hóast tað við lóg er álagt okkum at gjalda hyggj­a­ra­gjald. Tað gav av at bíta gamlaárskvøld, tá vit í minsta lagi kundi væntað, at eis­ini føroyingar skuldu merkja, at vit fóru inn í 2007. Nei vælsignað, vit sóu ”100 ára føðingardagin“, sum eg ið hvussu er havi sæð síðani 1973 í Danmark. Ja, átta ára gamli ommusonurin sat og segði rep­likk­ir­nar, áðrenn hasi bæði gomlu høvdu ønt orð. Hann dugdi tað uttanat! So fór helst okkurt at koma seinni, hugs­aðu vit gomlu og hugnaðu okkum ó­ført annars. Nei, tá kom ”Dame Edna”! So mistu vit tolið og sløktu sjón­­varp­ ið. Tað var eisini í fínasta lagi, tí vit kundu væl hugna okkum við ong­um sjónvarpi. At seta á útlendsku rás­ir­nar hetta kvøldið riggaði ikki til okk­ara nýggjárshýri. So heldur práta og siga gamlar søgur fyri at stytta okk­um stundir til midnátt. Við hetta lag kunnu vit saktans av­taka sjónvarpið. Tað hevði verið lít­il missur fyri Føroya fólk. Kortini er torført at ímynda sær, at vit skulu erpa okkum av at vera heimsins besta land, um vit so dyggiliga nokta borg­ar­u­num innlit í hetta samfelag, og siga at vit eru føroyingar serstøk tjóð. Hvør kenn­ ir seg um føroying av at síggja SvF? Skundi mær at siga, at útvarpið so frálíkt loddaði dýpið í føroyska sam­felagnum við áhugaverdum sam­røð­um, frásagnum og skemti. Tað merkir, at vit hava fólk sum duga sítt “handverk”, men hvussu verður til­feing­ið býtt, tá Kringvarp Føroya nú er farið at virka? Um so er, at politiska skip­anin ikki loyvir sjónvarpinum fíggj­ arligan stuðul, so skuldu politikarnir um­hugsa, hvussu tað er at føra val­stríð við ongum sjónvarpi. At hava SvF virkið sum nú er, sømir seg ikki fyri eina tjóð, sum vit helst vilja kalla okk­um. umborð Ótu ræst kjøt og og rokaðust á nýggjárinum Umborð Vilmund Jac­ob­sen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Danskir tíðindamiðlar skriva, at tað var Thor­fisk í Hanstholm, sum keypti veiðina hjá Stjørn­uni og Polarhavi. Stjór­in, Klaus Thomsen, sigu­r, at prísurin upp á slakar 11 krónur fyri kilo, er ein tann hægsti fyri eina so stóra last, sum felagið nakrantíð hevur latið - Hetta er nakað, sum okkum dámar – og sum ger, at saknurin um nýggj­ár­ið er til at yvirvinna, sigur skiparin á Stjørnuni, Hjalti Eliasen, við danskar tíðindamiðlar