fríggjadagur 5. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
um
Eg veit ikki ordiliga, hví tað ikki
bleiv til nakað. Men tað var
um reppið, at eg skifti til Køge,
sigur hann.
Góðan stuðul í Danmark
Christian Høgni kendi í sínari
tíð í Danmark, at føroyingar
stuðla føroyingum. Hetta fjálg
aði hjá honum.
- Mamma mín arbeiðir á Lyn
frost, og har verður nógv tosað
um fótbólt í steðgunum. Eg
havi frætt, at tey spurdu ofta
til mín, tá ið eg var í Danmark.
Tað var eisini av og á, at eg
hoyrdi onkran føroying geyla
av áskoðaraplássunum í Vejle.
Tað var nakað heilt serligt,
sigur hann.
Christian Høgni fekk ein
elddóp á landsliðnum. Hann
kom inn í fyrsta dystinum og
skoraði. Eftir hetta var hann
mestsum fastur maður.
- Eg kom inn á landsliðið
beint, tá ið teir vóru í holt við
eitt ættarliðsskifti. Eg, Jákup
á Borg, Fróði Benjaminsen og
Rógvi Jacobsen komu í lands
liðshitan nøkunlunda í senn.
- Eg haldi sjálvur, at mítt
persónliga avrik á landsliðnum
hevur verið ov svingandi. Eg
havi klára meg væl móti teim
um veikaru tjóðunum, meðan
tað hevur gingið minni væl
móti teimum sterkaru mótstøð
umonnunum, sigur Christian
Høgni.
Gallas og Thuram sterkastu
mótstøðumenn
Spurdur, hvør sterkasti mót
støðumaður hevur verið, svarar
Christian Høgni avgjørdur:
- Thuram og Gallas móti
Frankaríki vóru púra ógjørligir
at spæla ímóti. Frankaríki við
Zidane er sterkasta lið, ið eg
nakrantíð havi spælt ímóti,
sigur hann.
Nógvir fótbóltsleikarar hava
eitt slag av pátrúgv – okkurt
ritual, sum teir útføra áðrenn
dyst. Christian Høgni spælir
altíð í teimum somu hosunum,
men hann metir heldur, at tað
er ein vani.
- Eg havi altíð tær somu hos
urnar innanfyri. Tær eru vorðn
ar rættiliga slitnar eftirhondini,
sigur hann og flennir.
HB ein avbjóðing
Í ár skal hann so royna seg
hjá HB. Tað er serliga orsakað
av ítróttarligu avbjóðingini, at
Christian Høgni valdi at skifta
til HB.
- HB hevur eitt sterkt lið, og
vit fara at satsa uppá at endur
vinna meistaraheitið og miða
móti steypakappingini. Eisini
er Evropa eitt mál.
- Í HB má eg syrgja fyri at
spæla upp til mítt besta, um
eg skal hava pláss á liðnum.
Hjá NSÍ føldi eg, at eg var
sjálvskrivaður. Sostatt verður
tað ein avbjóðing at spæla við
HB, sigur Christian Høgni.
Hóast hann flytur til Havnar
og fer at spæla við HB, fer
hann ikki at slíta sambandið til
Runavíkina.
- Øll familjan býr í Runavík,
og eg fari at opna eina kafé
í Runavík saman við nøkrum
vinmonnum, sigur Christian
Høgni at enda.
- Um eg skal vera heilt erligur, haldi eg, at NSÍ og B68 áttu at lagt saman fyri
at fingið eitt sterkt felag, sigur Christian Høgni Jacobsen, sum her sæst við
soninum Leon Jacobsen í ørmunum
Christian Høgni um NSÍ anno 2007
- Tað sær spennandi út hjá teimum. Teir mangla fleiri av teimum, sum hava myndað liðið
seinastu árini, og hetta skulu fólk venja seg við. Eg veit, at teir nakrir eru vorðnir soldaðir
frá. Hetta var møguliga tiltrongt, tí at NSÍ hevur mangan valt eftir navninum heldur enn eftir
dygdunum. NSÍ hevur ikki ofta havt ein uttanveltaðan venjara, og tí er útskiftingin so stór.
Hinir venjararnir hava kanska verið ov nær knýttir at ávísum spælarum. NSÍ eru á pappírinum
millum topp-4. Tað hevði verið ein løgin kensla, um NSÍ gjørdust føroyameistarar í ár. So
hevði eg verið argur
Føddur: 12.05.1980
Er í holt við pedagogút
búgving.
Hevur spælt fótbólt, síðani
hann var 7 ár.
Spældi fyrstu ferð í bestu
deildini sum 17 ára gamal.
Skoraði í fyrsta dystinum,
sum var móti B36.
Býr saman við unnustuni
Palmu Olsen.
Eigur sonin Leon Jacobsen
saman við Palmu.
Fakta um
Chrstian Høgna