Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 8 »Áðrenn eg fekk børn, hevði eg seks ymiskar teoriir um, hvussu børn skulu uppalast – nú havi eg seks børn og ongar teoriir. John Wilmot Lordi lokkar til Grand Prix Um nakað kann sigast verða skandalan innan tónlekaheimin 2006, er tað, at finsku trøllini Lordi vunnu Grand Prix í Athen. Men í Finlandi er áhugin fyri Grand Prix størri enn nakrantíð og longu nú eitt hálvt ár undan tónleikakappingini eru 70.000 atgongumerki seld til repetitónssyn- ingarnar. Kappingin verður í Hartwall Arena í Hel- sinki. 10. mai er tað semifinala og 12. mai er sjálv finalan. Búgv seksut í Keypmannahavn Hotel Fox í Keypmannahavn er seksutasta hotel- lið í øllum Evropa. Tað hevur heimasíðan www. sexietshotels.com avgjørt. Hotellið er einasta norðurlendska hotellið, ið kom so langt sum til kappingina. Og vann hana í Evropa. Hotellið liggur á Jarmers Plads 3 og er nýliga umgjørt á ein ógvuliga serligan hátt. 21 listafólk hava gjørt tey 61 kømurini í hvør sínum stíli, og úrslitið er sera óvanligt. Blómur, dreymar, skriftstøð, dýr, japanskar mangateknin- gar og mangt mangt annað er at finna á veggum, lofti og gólvi í teimum 61 kømrunum. Eitt kamar kostar frá 945 krónur per nátt, og eftirsum at hvørt kamar er eitt listaverk í sær, er sjálvandi ikki loyvt at roykja á kamarinum. Lesið meira á www.hotelfox.dk 21 listafólk hava verið við og gjørt kømrini á Hotel Fox. vakurleikafavorittar Um nýggjárstíð eru bløðini fylt við listum yvir, hvat ið hevur verið gott í árinum, ið farið er og hvat, ið hevur verið minni gott. Nógv damubløð lata lesararnar atkvøða um bestu kremini, varrastiftirnar og aðrar vørur, sum hava verið hentar í árinum. Her er ein listi, ið vit hava savnað saman úr ymiskum bløðum, og sum undirritaða kann skriva undir uppá eru góðir. 1. Eight hour cream frá Elizabeth Arden. Hesin 70 ára gamli favoritturin er afturvendandi á øllum listum ár undan ári. Tað sigst, at hvønn níggjunda minutt verður ein tupa av hesum mirakulkremið seld bara í Evropa. Eight hour cream hjálpir móti turrum varrum, frísutum eygnabrúgvum, tur- rum føtrum og slitnum hári. Prísur uml 250 krónur 2. Elnett hárspray frá L’oréal. Hetta er eisini ein gamal favorittur, ið hárfríðkannarfólk kring allan heim hava brúkt sera sera leingi. Heldur hárinum upp á pláss uttan at tyngja tað niður. Prísur uml 50 krónur. 3. Body Butter frá Body Shop. Síðani 1980, tá Body Shop kom við sínum kroppssmøri, eru tað nógv merki, ið hava hermt eftir tí, men ongum hevur eydnast líka væl sum Body Shop. Síðani kremið kom, eru seldar heilar 100 miljónir eskjur. Fyrsti lukturin var mango, og ár undan ári eru einir tíggju aðrir komnir. Seinasti er mandilangandi kroppss- mør. Prísur uml 140 krónur 4. Lipfinity frá MaxFactor. At enda kom hon - varrastiftin, sum faktist verður verðandi á varrunum óansæð um tú mussast, etur ella drekkur. Tá hon kom fyri umleið sjey árum síðani var tað ein sensatión í vakurleikaheiminum. Lipfinity virkar í tveimum stigum - fyrst verður liturin smurdur á var- rarnar, síðan bíða í ein minutt og síðani ein fuktgevandi stift, ið ger varrarnar bleytar og glansutar. Prísur uml 130 krónur 5. Great lash frá Mabelline. Ein tupa, ið er ljósareyð við grønum proppi. Soleiðis kennur ein best hesa maskaruna aftur í vakurleikahandlinum. Great lash hevur 30 ár á baki og hevur altíð verið – og er enn ein av maskarunum, ið vakurlei- kaserfrøðingum dáma väl at brúka. Prísur uml 60 krónur. 5 Lyftistiðin er komin Jólini við øllum sínum lekra mati eru av, og eitt spildurnýtt ár er byrjað. Men alt er ikki yvirstaðið – nú er lyftistíðin komin. Nýggjárslyftini skulu hal- dast, og fyri tey flestu snýr tað um at gerast klænri og sunnari enn áður. Tey flestu okkara hava óivað havt nógv nýggj- árslyfti, ið vit hava brotið nakrar tímar inn í nýggja árið. Lat 2007 ikki verða eitt slíkt ár. Fortel tínum nærmastu, at nú fert tú at leggja av at roykja ella eta góðgæti. Ofta hjálpur tað at fáa stuðul frá sínum nærmastu og at hava sagt nýggjárslyfti hart, so at tað er onkur annar enn tú, ið veit um tað. Her er nøkur av teimum vanligastu lyftum, sum fólk lova á nýggjárinum: n Gevast at roykja n Eta sunnari n Stressa minni n Venja meiri n og finna kærleikan Tey minni vanligu lyftini kunnu vera at: n Gera meiri skúlating n Skilja seg n Byrja at spara pening n Geva pening til tey fátøku n ella at siga seg úr starvið Rock-in-roll-børn Jon Bon Jovi og Tico Torres eru best kendir sum sangarin og trummusláarin í bólkinum Bon Jovi. Nú eru hesir báðir harrarnir farnir inn á eitt heilt nýtt øki at royna seg. Teir hava gjørt eina heila barnakollektión við alt frá suttum, barnavognum, bamsum og suttiflóskum í rock- in-roll-stíli. Jon Bon Jovi hevur fýra børn og Tico Torres tvey. Lesið meira ella gerið tykkara børn til rock-in-rollarir inni á heimasíðuni www. rockstarbaby.com Jon Bon Jovi við einum av børnunum. Mr Lordi og hansara kam- ratar selja nógv atgongumerkið til Grand Prix. rákið Lagt til rættis:Inna Tørnroos