fríggjadagur 5. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
9
Hvar ert tú staddur?
Eg búgvi uppi í norðursvøríki.
Eg búgvi í einum býi sum eitur
Övik. Eg flutti til Svøríkis, tá
ið eg slapp inn á ein skúla,
har ið eg fáist við at skriva
og framleiða tónleik. Skúlin
eitur “Musikmakarna”.
Hetta er ein skúli, sum hevur
beinleiðis samstarv við feløg,
sum eru knýtt at tónleikaídn
aðinum, og hesi feløg koma
javnan á skúlan, og seta
fram fyrispurningar til okkum
næmingar, um at gera løg til
ymiskar norðurlendskar lista
menn. So royna vit
eftir førimuni
at framleiða tónleik til listafólk
ini.
Nær flutti tú til Svøríki?
Eg flutti síðst í august í
fjør. Hetta er at meta sum ein
handverkaraútbúgving, og
hon tekur tvey ár. Tað sum eg
vil hava burturúr er, at finna
mítt egna ljóð. Eg havi nógvar
sangir, sum eg haldi eru ordi
liga góðir, men eg havi ikki enn
funnið tann heilt rætta sangin,
sum eg hevði kunna brúkt til at
marknaðarført meg við.
Hví flutti tú til Svøríki?
Eg havi havt
samstarv
við eitt svenskt felag sum
eitur “Air Chrysalis”. Hetta er
eitt felag, sum umboðar fleiri
stór nøvn – m.a. James Blunt.
Umvegis Air Chrysalis fekk
eg samband við skúlan. Hetta
samstarv riggaði væl, og eg
fekk hug at koma til Svøríkið at
læra meir.
Mær dámar tað stak væl.
Svøríki er eitt serstakliga
vakurt land, og her er rættiliga
nógv ymiskt at síggja.
Hvussu er við málinum – dugir tú
lokala málið?
Ja, nú gongur tað væl við
málinum. Haldi at føroyingar
hava lætt við at læra onnur
mál. At byrja við, stungu nógv
donsk orð seg uppí setningar
nar, men nú haldi eg, at tað
gongur heilt væl. Eg skuldi upp
í eini skrivligari roynd fyrr í vet
ur, og hetta gekk bara væl. So
eg kann ikki vera annað enn
nøgdur við tað.
Hvussu er mentanin í Svøríki?
– Líkist hon tí Føroysku?
Ja, eg haldi avgjørt at
svenska mentanin minnir um tí
føroysku. Sum heild haldi eg,
at sviar eru fitt og gestablíð
fólk. Tá ið tú arbeiðir saman
við svium, haldi eg at tú
merkir, at hetta er fólk, sum
er sera professionelt. Tað
er sera stuttligt hjá mær at
upplivað, at sviar hava heilt
aðra siðvenju innan tónleik og
tónleikaídnaðin enn føroyingar.
Her í Svøríki er tað so, at
tónleikur og tónleikaídnaðurin
verður tikin í álvara sum ein
vinnuvegur. Í Føroyum eru vit
nústani farin at skilja tónleik
sum annað enn bara fjas; so
hetta er eitt frískt lot.
Hóast eg ikki kann siga nak
að um alt fólkið, so haldi eg,
at sviar eru blíðir, friðarligir og
nærlagdir.
Hvussu er maturin í Svøríki?
Eg haldi at maturin minnir
um tann føroyska. Tú kanst
keypa allan vanligan mat í mat
vøruhandlunum.
Hvussu er veðrið í Svøríki?
Veðrið er meiri støðugt
enn í Føroyum. Tað er heitari
um summari og kaldari um
veturin. Men í ár hevur tað
verið eitt sindur øðrvísi. Her
uppi í Övik plagar at liggja
um 25 kuldastig um veturin,
men í ár hevur hitin ligið um
frostmarkið.
Hevur tú ætlanir um at flyta heim
aftur til Føroya?
Eg veit ikki enn. Eg havi ikki
lagt alt lívið til rættis enn.
Henda útbúgving tekur mær
tvey ár, og síðan ætli eg at
fylgja vindinum í eina tíð. Men
sum flestu føroyingar, so havi
eg eisini ætlanir um at flyta
heim aftur.
útisetin
Navn: Brandur Helgason
Enni
Foreldur: Ninnie & Helgi
Enni
Føddur: 15.04.1984
Føðistaður: Tvøroyri
Besti matur:
Føroyskur: Skerpikjøt
Útlendskur:
Allan góðan fisk
Útbúgving:
Musikmakarna í Øvik,
Norrland, Svøríki
Motto: Fylg hjartanum
Fakta
Lagt til rættis: Rókur Jákupsson Jacobsen
Útisetin hesaferð:
Brandur
Helgason Enni