Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 10 Nú árið 2006 er farið aftur um, er triðja heila árið við tiltøkum á Útnorðurbryggjuni í Keypmannahavn farið aftur um, men enn kann ikki sigast, at Bryggjan hevur nátt sínum máli. Seinasta árið havi eg í ummælaraørindum vitjað bryggjuna javnan, og fari her at hugleiða eitt sindur um henda sonevnda miðdepil. Tá dyrnar til snotiligu hølini lótu upp 29. november í 2003, vóru vónirnar stórar um, at hetta kundi gerast ein miðdepil í Danmark fyri mentan úr Útnorði. Men tíanverri hevur veruleikin víst seg at vera, at hesi snotiligu milliónaupphæddar hølið eru óbrúkilig til næstan øll tiltøk, ið hava eitt sindur breiðan málbólk. Hølini eru nóg stór og hartil hugnalig, men eru einans trygdargóðkend til tiltøk, har færri enn 250 fólk eru inni í bygninginum í senn. Hølini húsa eisini matstovuni Noma og tey 130 plássini, ið rúmast inni í henni eru altíð í nýtslu. Hetta ger í roynd og veru, at hølini einans hava rúm fyri 120 gestum, er okkurt í hini síðuni av húsinum kunnu einans 80 fólk vera inni. Hetta krevur, at fyrireikararnir mugu hugsa kreativt fyri at røkja sína uppgávu sum miðdepil. Í summar var tann sonevnda Havnescenen tikin í nýtslu, tá íslendski Mugison gestaði Bryggjuna. Á útgávukonsertini hjá Teiti flutti Teitur anleggið út á sjálva Bryggjuna og spældi har og í vetur vórðu grannahúsini Hal D tikin í nýtslu, tá føroysku bólkarnir Makrel og 200, danski bólkurin Who Made Who, grønlenski Chily Friday og íslendski Ham. Hal D tykist at vera eini sera væl egnaði høli. Tey liggja somikið tætt við Bryggjuna, at tey tykjast næstan sum ein partur av sjálvari Bryggjuni, høllin er nóg stór til størri tiltøk og allar umstøður í høllini eru í lagi. Hetta er kanska loysnin á plásstrupulleikarnar. Tó skal sigast, at fólkini, ið taka sær av marknaðarføringini veruliga Grannahúsini: Kunnu gera Norðurbrygg Í vetur skipaði Útnorður Bryggjan í Keypmannahavn fyri tónleikafestivali í Hal D. Hesi hølir kunnu gerast svarið upp á pláss trupulleikarnar hjá Norðuratlants Bryggjuni, men ynskiligt hevði verið, at fólk visti av tiltøkunum Norðurbryggjan Glæsiligu hølini, har Útnorðurbryggjan heldur til, eru gomul pakkhús. Húsini eru nærum 7000 m2 til støddar. Tey vóru bygd í 1766-67. Húsini liggja á plássinum hjá Grønlandshandlinum, sum í 200 ár var miðdepil fyri samhandilin millum Danmark og Finnmarkina, Føroyar, Ísland og serliga Grønland. Í yvir 200 ár varð turrur fiskur, saltað sil, hvalalýsi og skinn av alskins slag lastað og lagrað her, áðrenn tað varð sent víðari á evropeiska marknaðin. Húsini vóru upprunaliga rópt Íslendska Pakkhúsið men skiftu síðan navn til Grønlendska Pakkhúsið. Oyggin har Útnorðurbryg- gjan er, er ein gjørd oyggj. Tað var stórkeypmaðurin og reiðarin Andreas Bjørn sum í 1735 bygdi oynna. Hetta var gjørt við at fylla plássi upp við byggitilfari og ruski úr Keypmannahavn. Í byrjanini av 1980’unum flutti Grøn- landshandilin av plássinum, ið varð yvirtikin av Toll og Skatt. 29. november í 2003 fluttu almennu Føroyar, Ísland og Grønland inn í húsini, ið gjørdust Útnorðurbryggjan ein ætlaður miðdepil fyri føroyskt, íslendskt og grøn- lendskt virksemi í danska høvuðsstaðnum. kelda: bryggen.dk Samrøða Niels Uni Dam blaðmaður nielsuni@sosialurin.fo Út við 300 fólk vóru komin saman til Útnorður Tó Suðuroyingar stovnað MC-felag Boðað varð tann 30/12/06 til fundar við tí endamáli at stovna eitt MC felag fyri alla Suðuroynna. Fundurin var á Eiðinum í Vági og 24 mans úr allari oynni møttu. Áhugað í Vági hava í eitt ár ella tvey koyrt saman á motorsúkklu. Hetta hevur, mest í spølni, verið undir heitinum Stormboys. Men skemtiliga navnið hongur við sum undirheiti í nýstovnaða felagnum, ið hevur fingið heitið MC Suðuroy, Storm­ boys. Í nevndina vórðu valdir Sølvi Andreasen, Jóanes við Ósagarð, Magnus Joensen, Arni Brattaberg og Jan Joensen. Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Fyrireikararnir siga seg gleðast um, at so nógv møttu á fundi og ikki minst, at øll oygg­in, úr Sumba til Sandvíkar, var umboðað á fundinum. Fyri­reik­ar­ ar­nir siga, at menn gleð­a seg til gott mc prát og at knýta nýggj vinabond. Suðuroyingar á motorsúkklu vitjaðu á Viðareiði, tá Norðoyatunnilin lat upp. Nú hava teir stovnað MC felag Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen