fríggjadagur 5. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
14
er, kann vera torført at siga,
heldur Peter Holm.
Hóast Kaupthing longu
nú, umvegis móðurbankan í
Íslandi, hevur fingið ein rím
uliga stóran part av køkuni í
Føroyum, so er Peter Holm ikki
nøgdur.
- Tað er ikki nakað ókent
fyribrigdi, at um tú fyrst byrjar
at verða nøgdur, so blívur tú
dovin, og so ert tú liðugur, sig
ur Peter Holm.
Jan Otto Holm letur ongan
iva vera um, at Kaupthing
hevur slóðað veg fyri hinum
peningastovnunum á íløgu
økinum. At hinir eru komnir
aftaná og eru farnir at gera
tað sama, tulkar hann sum, at
Kaupthing hevði fatur á rætta
endanum frá byrjan av.
- Vit vóru teir fyrstu í Før
oyum við ymsum tænastum.
Vit vóru teir fyrstu sum burt
urav vendu okkum til kundar,
sum ynsktu at gera øðrvísi íløg
ur enn at seta pengar á bók, og
vit vóru eisini teir fyrstu sum
byrjaðu at gera tær halltryggj
aðu íløgurnar, sum tað nú er so
nógv fokus er á, sigur hann.
Ert tú ikki bangin fyri, at tit
verða yvirhálaðir at hinum.
- Nei, als ikki. Eg trúgvi upp
á okkara dy gdir, og eg eri als
ikki bangin fyri kapping, tvørt
urímóti er tað bara gott, leggur
hann afturat.
Men heldur ikki á íløguøki
num ætlar Kaupthing sær at
vera discount-banki, men kort
ini ivast Jan Otto ikki í, at teir
vera kappingarførir.
Burtur við antitrust-lóg
Eitt sunt og væl rikið vinnulív
er ein fortreyt fyri, at lánveit
arar eisini kunnu vinna pening,
og tí fylgir stjórin á Kaupthing
við gongdini á hesum øki.
Væntar tú, Peter Holm, at
vit koma at síggja eitt meiri
fjølbroytt vinnulív í Føroyum í
framtíðini?
- Tað vóni eg. Vit koma helst
at síggja eitt meiri dy namiskt
vinnulív við einum meiri dy n
amiskum eigaraskara. Teir
nógvu virkishandlarnir, vit hava
sæð seinastu tíðina, eru heilt
avgjørt eitt gott heilsutekin.
Alsamt størri krøv verða sett til
nýggju eigararnar um renting
av eginpeningi, og tað haldi eg
er sunt, sigur Peter Holm
Men fer tað ikki at gerast ov
tungt hjá nýggju eigarunum at
forrenta eginpeningin, tá teir
seta seg í so nógv størri skuld,
enn gomlu eigararnir gjørdu?
- Eingin sigur, tað skal vera
so lætt, men teir nýggju eig
ararnir skulu duga betri enn
teir gomlu. Og at teir nýggju
eigararnir, hvør í sínum lagi,
seta størri krøv til sín sjálvs
er nakað, sum vil gagna øllum
samfelagnum sum heild, held
ur Peter Holm.
Peter Holm er ikki fegin um,
at broytingin í lógini um vinn
uligan fiskiskap, sum verður
løgd fyri tingið í næstum,
setir stórar avmarkingar fyri
samanleggingum av fiskiloyv
um. Hetta kallar hann fyri
antitrust-lóg.
- Hesar forðingar fyri saman
leggingum seta fiskivinnuna
í eitt landbúnaðarlíknandi
støði, har hvør bóndi hevur
sín garð. Hetta er ikki gott,
tí fyritreytin fyri at fáa sum
mest burturúr fiskivinnuni er,
at ríkidømið verða gagnnýttir
á mest effektivan hátt, og tað
vísir seg, at tess størri eind
irnar eru, tess betri eru tær
førar fyri at vinna pening, sigur
Peter Holm.
Hann heldur ikki, at mið
savnan av fiskiloyvum í sær
sjálvum er av tí ónda.
- Eg síggi tað ikki sum nakra
náttúrurlóg, at ein og hvør
føroyingur skal kunna fáa eitt
fiskiloyvi. Um málsetningurin
er at býta fiskatilfeingið út á
nakrar smáar eindir, so fáa vit
ikki gagn av teimum fyrimun
um, sum stórrakstur hevur,
heldur stjórin í Kaupthing.
Pilka ov nógv við smálutir
Peter Holm heldur, at føroyskir
politikarar hava lyndi til at
blanda seg ov nógv í smálutir
hjá vinnulívinum, samstundis
sum teir hugsa ov lítið um tær
stóru linjurnar – ella karmarnar
– sum vinnan upp á longri tíð
skal virka undir.
- Tað er umráðandi at skapa
støðugar politiskar karmar fyri
vinnuna. Politikarar hava ringt
við at halda fingrarnar burtur,
har teir burdu latið vera við at
pilka við. Her hugsi eg serliga
um antitrust-lógina, sum nú er
komin á tingborð, sigur hann.
Er nakað gott at siga um
vinnupolitisku karmarnar í
Føroyum?
- Ja, har fekst tú meg. Tað er
altíð lættari at finnast at enna
at rósa. Men tá vit nú eru inni
á hesum, lat meg so nevna
partafelagsskattin. Tað er sera
positivt, at partafelagsskatt
urin er lutfalsliga lágur, og
ynskiligt hevði verið, um henda
gongdin hevði hildið fram.
Á tann hátt kunnu vit draga
útlendsk virkir hendanvegin at
gera íløgur í okkara landi, sigur
Peter Holm.
Partafelagsskatturin er í
løtuni 18 prosent. Er tað ikki
rímuligt, at vinnan eisini lyftir
sín part av skattabyrðuni?
- Jú avgjørt!
So er eitt mark fyri, hvussu
nógv partafelagsskatturin kann
lækka?
- Tað er eisini ein spurn
ingur, hvat tú vilt við part
afelagsskattinum. Vilt tú
draga fremmandar íløgur
hendavegin, so skulu vit hava
nakrar fyrimunir, sum okkara
grannalond ikki hava, sigur
hann.
Samanumtikið heldur Peter
Holm tað vera av alstórum
týdn ingi, at vinnan fær støðug
ar karmar at virka undir, og at
tað ikki altíð verður lóggivið
hvørja ferð, okkurt smávegis
er á vási. Og hann skilir fram
vegis ikki, hvat endamálið er
við antitrust-lógini hjá Fiski
málaráðnum.
Men sum virkandi vinn
ulívsmaður innan fíggjarheimin
tillagar hann og Kaupthing seg
til teir givnu karmar, sum politi
kararnir seta.
Soleiðis er tað!
36 ára gamli Jan Otto og 38
ára gamli Peter eru ávikavist
íløgustjóri og stjóri í Kaupthing
Bank. Bankin hevur nú tikið enn
eitt stig longur fram á leiðini til
at gerast ein veruligur peninga
stovnur í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang