Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 17 Fyrilestur eftir Hanus Kamban SEINNI PARTUR Millumtekstleiki Hetta fyribrigdið, sum er gam­alt, verður í dag rópt int­er­t­ekstualitetur ella mill­um­ tekstleiki. Sum dømi um slíkan millumtekstligan íblástur kann eg nevna eitt ørindi í eini minnisyrking, eg sjálvur hevði í einum føroyskum blað í summ­ar: Vín varð skonkt í vegligt steyp. Um gyltir dreingir fúna, lindin ronk í faðirs garði ristir sína krúnu. Tað var mær greitt, í tí hetta ørindi varð yrkt, at ein var staddur inni í tí miklu ekkó­ auluni, at ein har hoyrdi eitt gam­alt føroyskt niðurlag og nøkur ørindir eftir William Shakespeare. Niðurlagið, sum tær seinastu reglurnar sipa til, ljóðar soleiðis: Tað stendur ein lind í mín faðirs garð, hon er sær við rósum væl, alt meðan lindin hon stendur væl. Shakespeare Og onnur regla í ørindinum, “um gyltir dreingir fúna”, er at kalla orðarætt eftir Shake­ speare. Í sjónleikinum Cym­ b­eline hevur hann ein, eftir mín­um tykki ófatiliga vakran, tekst um ein deyðan prins, eina minnisyrking, sum byrjar við hesum ørindi: Fear no more the heat o´ the sun, Nor the furious winter´s rages; Thou thy worldly task hast done, Home art gone and ta´en thy wages: Golden lads and girls all must, As chimneysweepers, come to dust. Í føroyskari umseting kundi ørindið ljóðað nakað soleiðis: Óttast ei longur sólar brand ella vetrarins hørðu vindar; dagsins veiða er førd á land, heimferð lokin og løn tín rindað: sum sótpiltur í skorsteins húna skal gyltur drongur og genta fúna. Hugvísindir og politikkur Men latið okkum eina ferð enn venda aftur til nyttuhugtakið. Hóast hugvísindir ikki megna at loysa trupulleikar av prakt­ iskum ella verkligum slag ella skapa framburð á verk­lig­um økjum, so megna tey eftir mínum tykki at ríka og dýpa tilveruna hjá teimum, sum smíða lógir, væla um teld­ur, grøða sjúkur, fáast við stødd­ frøði ella kanna alheimin. Men hvussu við neyð, bar­ daga ella ófriði? John Keating í Dead Poets´ Society for­taldi sínum næmingum, at skald­ skap­ur ikki bara megnar at broyta eins lív, men eisini kann broyta heimin. Filmurin speglar her aftur fimti- og sekstiáranna hugs­un­arhátt, kanska serliga so­leiðis sum hann kom til sjónd­ar á vinstravonginum. Bush og Blair Hóast ein í dag hevur ilt við at vera fullsamdur við Keating, er kortini nakað um tað, sum hann førir fram. Hyggja vit at søguni, so tykist greitt, at tey fáu dømini um vísar og miklar statsmenn, hon sýnir okkum, ofta eru fólk við einum dyggum humanistiskum støði. Eftir mín­um tykki hava heimsins mæt­astu menn telvað stak illa tey seinastu árini, og tað kann hava samband við, at eitt nú bæði George W. Bush og Tony Blair tykjast at vera menn við ógvuliga lítlum søguligum kunnleika. Slíkir menn trilva seg frá óskili til størri óskil og kríggi til meiri kríggj sum børn, ið spæla blindabukk. Jesus og teir skriftlærdu Hyggja vit nú at sambandinum mill­um skaldskap og kríggj ella samanbrestir, so er tað ikki einfalt. Tann kendi írski yrkj­ar­in og nobellønarvinnarin Seamus Heany (sum var á listastevnuni her í Føroyum í august í fjør) vísir í hesum sambandi á áttanda kapittul í Jóhannesar evangelium, har soleiðis verður sagt frá: Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu, sum var tikin í hordómi, og teir stilla hana mitt framm­ an fyri hann og siga við hann: “Meistari, henda konan er beinleiðis tikin í tí at dríva hor. Í lógini hevur nú Móses boðið okkum, at slíkar konur skulu verða steinaðar; hvat sigur tú nú?” Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jørð­ina. Men tá ið teir hildu á at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: “Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!” Og hann lútaði seg aftur niður og skrivaði á jørðina. Men tá ið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvør eftir ann­an, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og kon­an framman fyri honum. Og Jes­us rætti seg upp og segði við hana: “Kona, hvar eru teir? Dóm­feldi eingin teg? Men hon svar­aði: “Eingin, harri.” Men Jes­us segði: “Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur.” CARPE DIEM: Hugvísindir og teirra leiklutur í einum nútíðar skúlaverki fyrilestur vend