Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 11 á frælsinum Religión og modernitetur mynd­ina, heldur hon smílandi fyri. Ræðandi frælsi Høvuðsboðskapurin í eksi­ stential­istisku heimsmyndini snýr seg um tað frælsi, menn­iskjað hevur fingið – ella er dømd til. Og studiið um, hvussu menniskju velja at nýta sítt frælsi, upptekur Kathrinu. – Størsti trupulleikin hjá summum menniskjum er, at tey tilvitað ella ótilvitað ikki duga at umsita sítt frælsi. Tey tora ikki at taka ábyrgd og fáa tamarhald á egnari lagnu. Og so fer tað óttafulla menniskja at flýggja. Frá frælsinum. Ábyrgdini. Og sær sjálvum. Og avleiðingarnar av einum slíkum eksistensformi kunnu vera skaðiligar, sigur Kathrina. Men hvussu flýggja menn­ iskju frá sær sjálvum? Hvat eyðkennir eitt menniskja, sum ikki torir at vera frítt? – Frælsi er ræðandi og vandamikið fyri mong. Og tí tora vit ikki at vera frí og leita okkum í staðin til alskyns myndugleikar at fortelja okkum, hvussu vit skulu liva okkara lív. Vit kunnu t.d. flýggja til átrúnað. Til materialismu. Til alkohol ella rúsevni. Ella til okkurt heilt annað. So leingi vit fáa avreitt okkara frælsi og sleppa at plasera ábyrgdina onkra aðrastaðni enn hjá okkum sjálvum, greiðir Kathrina frá. Hesin klassiski problema­ tikkurin í ekstistentiellari tankagongd skal sambært Kathrinu ikki undirmetast. Sterkar kreftir eru uppá spæl, tá menniskja fer at flýggja. Tá menniskja ikki torir at standa við evstu ábyrgdini. Tá menniskja finnur sær alibi og umberingar fyri ikki at fyrihalda seg til lívið og treytir tess. – Modernaða menniskjað tolir illa at liva við óvissuni um, hvat tað heila snýr seg um. Tað megnar illa at liva við einum “kanska”. Og tí kann tað vera trupult yvirhøvur at vera eitt menniskja, sigur Kathrina Lindenskov Joensen. Kristus og hin veiki Men hevur trúgvin á tað yvir­ natúrliga so ongan leiklut í hennara lívi sum sálarfrøðingur og privatpersónur? Er óvissan nøktandi, tá deyðin aftur vitjar? Tá Kathrina aftur má í arbeiðsklæðini at linna um sorgina? – Altso, tá eg eri til arbeiðis, snýr tað seg bara um klientin. Hann definerar veruleikan, og alt, sum hevur týdning fyri hann, skal tí nýtast kon­struktivt. Trúgvin á Gud kann í hesum høpi vera ein konstruktiv megi fyri eitt menniskja, sum ikki hevur tað gott. Minnist einaferð ein fýra ára gamlan drong, sum hevði krabbamein og lá til tað seinasta. Hann doyði í trúnni á, at hann í himni fór at fáa sín yndisrætt til døgurða hvønn tann einasta dag, minnist Kathrina aftur. Fyri henda drongin var trúgvin eitt konstruktivt mentalt tilfeingi, men fyri onnur er tað øðrvísi. Mong menniskju, hvørs dagar nærum eru taldir, stríðast við skuldarkenslu yvir fyri Gudi og menniskjum. – Mær tykir synd í teimum, sum liggja og óttast dóm og revsing. Tá er trúgvin ikki nøkur positiv megi, men heldur eitt oyðileggjandi element fyri sálarstøðuna hjá viðkomandi, sigur Kathrina. Sjálv uppfatar hon seg sum kristna og sigur, at fyri hana er kærleiksboðskapurin sentralur. Hon trýr á kristindómin “sum eina menniskjansliga forteljing”, sum hon sjálv málber seg, og hon sigur seg finna vakrar tankar í kristin­ dóminum. – Søgan um, tá Jesus hongur á krossinum og rópar eftir faðiri sínum, er jú tann ultimativa identifikatiónin við tað einsamalla og niður­ undirkomna menniskjað. Og tað er hesin boðskapurin um næstrakærleika og identifikatión við tey veiku og einsomu, sum vit í nógv størri mun eiga at dyrka sum kristin, endar Kathrina Lindenskov Joensen. Religión og modernaða menniskjað Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er sætti partur.