fríggjadagur 12. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Sálmur 32:
Eg skal játta
misgerðir
mínar
Bíbliulestur úr
Gamla Testamenti
eftir týðing Victor
Danielsens
1 Eftir Dávid. Songur.
Sælur er tann, ið hevur fingið
misbrot sítt fyrigivið og synd
sína fjalda,
2 sælur er tann maður, ið
HARRIN ikki tilroknar mis
gerð, og sum ikki hevur svik í
anda sínum!
3 So leingi sum eg tagdi,
tærdust bein míni burtur, og
eg gav meg líðilangan dagin;
4 tí dag og nátt lá hond Tín
tung á mær, og lívsmáttur
mín svann burt sum í summ
arturki. – Sela.
5 Tá játtaði eg synd mína
fyri Tær og duldi ikki skyld
mína; eg segði: „Eg skal
játta misgerðir mínar fyri
HARRANUM!“ – Og Tú tókst
burtur syndaskyld mína.
– Sela.
6 Tí skal hvør heilagur biðja
til Tín, ta stund Tú ert at
finna – vissuliga, um tá
stórar vatnsflóðir koma,
honum skulu tær ikki náa!
7 Tú ert skjól mítt, Tú fríar
meg úr trongd, frelsufagnað
letur Tú vera rundan um meg.
– Sela.
8 „Eg skal l æra teg, og vísa
tær vegin, ið tú skalt ganga,
Eg skal l eggja tær ráð við at
hyggja á teg.“
9 Verið ikki sum hestur og
múldýr, ið einki vit hava!
Prýði teirra er teymar og
boksl at tvinga tey við;
annars koma tey tær ikki nær.
10 Hin gudleysi hevur
mangar plágur; men tann, ið
lítur á HARRAN, letur Hann
náði Sína vera rundan um.
11 Gleðist í HARRANUM og
frøist, tit rættvísu, fegnist, øll
tit sannhjartaðu!
orðið
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Heimamissiónin: All ir teir
kirkjuligu felagsskapirnir settu
á sinni fram ynski um at fáa
ein lim í kirkjuliga fylgibólkin,
sum skal fyrireika yvirtøkuna
av fólkakirkjuna. Hesum ynski
valdi mentamálaráðið kortini
ikki at ganga á møti.
Umboð fyri høvuðsstýrið
hjá Heimamissiónini hava
tí ístaðin verið á fundi við
mentamálaráðið í hesum
samband.
Teir høvdu serliga eina við
merking til ætlaðu yvirtøkuna,
har ætlanin er ikki at hava
valkirkjulið (valgmenigheder)
við í yvirtiknu kirkjuni.
- Her heittu vit staðiliga á
ráðið um at taka hesa skipan
við í føroysku fólkakirkjuna.
- Skipanin hevur ikki verið
brúkt í Føroyum enn, men tað
er ikki óhugsandi, at tørvur
verður fyri hesum í framtíðini.
Skipanin verður nógv brúkt í
Danmark, sigur Vagn Foldbo,
aðalskrivari í Heimamissiónini.
Fleiri av kristiligu
rørslunum kring landið
hava hesa vikuna eina
serstaka bønarviku, saman
við øðrum og einsæris.
Bønarvika: Á hvørjum ári er
vanligt at nøkur missiónshús
innan Heimamissiónina skipa
fyri bønamøtum gjøgnum eina
heila vika.
Eitt av hesum støðum er Mein
igheitshúsið í Havn, ið er partur
av bønarvikuni, sum verður
hildin í fleiri londum. Bønamøtini
byrjaðu sunnukvøld ið og enda
komandi sunnukvøld.
Eins og undanfarin ár eru
bønartekstir gjørdir í einum
av teimum 127 londunum
í kristiliga felagsskapinum
“Evangelisk All iance”.
Í ár koma tekstir og bønar
evni úr Estlandi, og er dentur
lagdur á at Gud er hjá okkum.
Hetta er kortini ikki einasta
bønartiltakið hesa vikuna. Týs
kvøldið byrjaði nevniliga ein
felags bønarvika, sum hvítu
sunnusamkomurnar Filadelfia
og Evangeliihúsið skipa fyri,
við lovsangi, undirvísing og
bøn.
Henda felags bønarvikan
endar við morgunmøti í
Evangeliihúsinum sunnu
morgunin.
- Børnini hava eisini nógv
at biðja um. Í sendingunum
havi eg tí lagt dent á tað at
biðja, sigur Lív Jacobsen,
sum nú hevur havt sína
seinastu sending við
Barnalindini.
Lindin: - Hóast talan er um
ein ókritiskan lurtaraskara, so
er neyðugt at vera sera væl
fyrireikað til hvørja einastu
sending, sigur Lív.
Síðani útvarpsrásin Lindin
byrjaði at senda fyri júst sjey
árum síðani, hevur Lív skipað
Barnalindina. Hetta er ein
barnasending, sum er at hoyra
hvønn sunnumorgun kl. 9:30.
Sendingin varir í hálvan
tíma, og er merkt av
barnatónleiki, søgum og øðrum
tilfari, sum hevur áhuga hjá
børnunum. Ein týðandi partur
av innihaldinum hevur verið
um bøn og bønarhald.
- Børnini hoyra, tá vit vaksnu
biðja fyri fólki, m.a. í Lindini,
og tí ynskti eg at vísa teimum
á týdningin av bøn. Endamálið
var at læra børnini at tosa við
Jesus og at biðja til hansara,
sigur Lív.
Fyri at vísa á týdningin av
hesum hevur hon tí endað
hvørja einastu sending júst við
bøn.
Hetta kom ikki minst til
sjóndar ta einu ferðina, tá ein
mamma skrivaði beinleiðis
til Barnalindina við einum
bønarynski: Eini áheitan á
børnini um at biðja fyri einum
trý ára gomlum barni, sum
hevði álvarsama sjúku.
- Tað gleðiliga hendi at Gud
hoyrdi og svaraði bønunum
frá øll um hesum mongu
børnunum: Hetta barnið bleiv
nevniliga frískt!, sigur Lív.
Hennara vón er at onkur
mamma kann taka yvir
arbeiðið í Barnalindini. Í løtuni
verður bert barnatónleikur
sendur í Barnalindini.
Ynski at læra børnini at biðja
Ynskja møguleikan fyri valkirkjuliði
Ein vika í bøn
Lív Jacobsen hevur gjørt sendingar í Barnalindini í sjey ár. – Hetta hevur verið ein spennandi uppgáva, sigur hon