fríggjadagur 2. februar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 24 - 2. februar 2007
tíðindi
Leirvíkar Kommuna
fer nú at byggja
lutaíbúðir fyri at
geva leirvíkingum ein
valmøguleika afturat
Bústaðir
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Bygdaráðið í Leirvík fer nú
at byggja lutaíbúðir í
bygdini.
Tað hevur bygdaráðið nú
samtykt.
Talan er um fimm luta
íbúðir, sum skulu byggjast
við Ranggil, beint eystan
fyri eldrasambýlið, Gilja
garð.
Fríðgerð Heinesen, borg
arstjóri í Leirvík, sigur, at
ætlanin er at byggja luta
íbúðirnar sum fimm saman
bygd hús, sum hvørt verður
50-70 fermetrar til støddar.
Hon sigur, at tey, sum
keypa húsini, keypa so hvør
sín lut í ognini. Talan er
sostatt ikki um at leiga,
men keypararnir fara sostatt
at eiga hvør sín lut.
Enn er óvist, hvussu nógv
húsini fara at kosta. Men
ætlanin er, at lutaeigararnir
gjalda eina upphædd fyri
sín lut fíggja restina við
láni, sum teir gjalda.
Harafturat koma felags
útreiðslur og gjald fyri hita
og el, sum verða eftir nýtslu
fyri hvørt húsið sær.
Tað er ikki heilt av tilvild,
at lutaíbúðirnar verða beint
við eldrasambýlið.
Borgarstjórin sigur, at
útsýnið frá húsunum verður
framúr.
Lutaíbúðirnar eru ætlaðar
tilkomnum og eldri fólki.
Húsini verða í einari hædd
og væl hóskandi hjá
gonguveikum og fólki í
koyristóli.
Og ætlanin er eisini, at
tey, sum keypa lutaíbúð,
skulu kunna brúka ymsar
hentleikar á eldrasambýl
inum og at vera við ymsum
virksemi har.
Eitt nú kann hugsast, at
tey kunnu vera við í eini
mattænastu hjá sambýlin
um og keypa sær máltíð
irnar haðani.
Leirvíkar Bygdaráð hev
ur sett 500.000 krónur av í
fíggjarætlanini í ár til ætl
anina til projekteringar og
aðrar fyrireikingar. Komm
unan skal skipa fyri ráð
legging, projektering,
útgrevstri og planering.
Annars er ætlanin at fara
undir byggingina í vár og
væntandi verður klárt at
flyta inn næsta ár.
Bygdaráðini í Leirvík
og í Gøtu hava
sett eina nevnd at
kanna eftir, hvussu
skúlarnir í Gøtu
og í Leirvík kunnu
samansjóðast til
eina eind. Tað hevur
eisini verið nevnt at
bygdirnar skuldu
royna at fáa sína egnu
framhaldsdeild
Kommunu
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skulu skúlarnir í Leirvík
og í Gøtu samansjóðast til
eina eind.
Tað ætla tey bæði bygda
ráðini.
Gøta og Leirvík leggja
saman til eina kommunu
tann 1 januar 2009.
Men hóast samanlegg
ingin formliga er tvey ár
burtur, hava kommunurnar
gjørt ein sáttmála, sum er
ein forleypari til sjálva sam
anleggingina.
Hesin sáttmáli kom í
gildi fyrsta januar í ár. Og
tey lógu ikki á boðunum, tí
tey hava longu sett nevndir
at fyrireika ymsar tættir í
samstarvinum ímillum tær
báðar bygdirnar.
– Í sambandi við saman
leggingina, hava vit sett
okkum fyri at fáa skúlarnar
í Gøtu og í Leirvík saman
sjóðaðar so at teir virka
sum ein eind, sigur Fríðgerð
Heinesen, borgarstjóri í
Leirvík.
Til at fyrireika hetta hava
bygdaráðini í Gøtu og í
Leirvík sett eina nevnd,
sum skal kanna eftir, hvussu
skúlarnir kunnu fáast at
virka sum eina eind. Og tað
skal í seinasta lagi vera tá
ið kommunurnar leggja
saman.
Tað eru partarnir, sum
varða av skúlanum, ið eru
umboðaðir í nevndini.
Sostatt er umboð fyri
bygdaráðini, skúlastýrini
og lærararnir við í
nevndini.
Borgarstjórin í Leirvík
ásannar, at tað eru nógvir
snávingarsteinar á leiðini
fram til ein sameindan
skúla.
Sjálv hevur hon onki boð
upp á, at hvat hetta kann
enda við, tí nú skal
arbeiðsbólkurin lýsa málið
og teir møguleikarnir, sum
eru.
– Endamálið hjá okkum
er at fáa meiri burturúr
báðum skúlunum. Men,
hvussu tað kann gerast,
skal bólkurin gera eitt
tilmæli um.
Hava nevnt
framhaldsdeild
Men Fríðgerð Heinesen
staðfestir eisini, at endamál
ið er at taka alla skúlagongd
ina frá 1. til 10, flokk við í
arbeiðið hjá nevndini.
Men hon sigur eisini, at
eitt, sum er nevnt, er, at
samanlagda kommunan
skal royna at fáa sína egnu
framhaldsdeild, í hvussu so
er 8. og 9. flokk.
Eisini hetta er ein spurn
ingur, sum nevndin fer at
hava við í sínum arbeiði.
Men úrslitið kann eisini
verða, at lítlar og ongar
broytingar verða.
Sum er, ganga børnini í
Gøtu og í Leirvík í fram
haldsdeild í Fuglafirði og
skal skúlaskapurin í Gøtu
og Leirvík endurskoðast,
kann tað eisini ávirka
støðuna í Fuglafirði, serliga
vissi tað vísir seg, at málið
verður at fáa framhalds
deild, tí so verða børnini
tikin úr framhaldsdeildini í
Fuglafirði.
Av tí sama hava bygda
ráðini í Gøtu og Leirvík
kunna fuglfirðingar um
ætlanina fyri ikki at dylja
nakað fyri fuglfirðingum.
Fríðgerð Heinesen vísir
annars á, at nógv hevur
verið tosað um at skipa
skúlan øðrvísi, eitt nú við
felags 10. flokki fyri alla
Eysturoy og kanska Klaks
vík við.
– Hetta eru spurningar,
sum vit ikki vísa frá okkum,
men tað vísir seg, at tað
verður ikki til meiri enn
prát, leggur hon afturat.
Brunaliðini
leggjast saman
Kommunurnar í Gøtu og
Leirvík hava eisini sett
nevnd at samansjóða bruna
liðini.
Í hesum sambandi er
setningurin greiðari enn við
skúlanum.
– Vit hava sett okkum
fyri at leggja brunaliðini
saman sum skjótast.
Spurningurin er so, hvussu
tað verður skipað. Í hesum
sambandi veldst eisini um,
hvørji krøv myndugleikarnir
seta, sigur Fríðgerð Heine
sen.
Samansjóða skúlan í Gøtu og í Leirvík
Hóast Leirvík og Gøta ikki leggja saman fyrrenn um tvey ár, eru kommunurnar longu farnar
undir fyrireikingarnar
Skulu lesa meiri
Í framtíðini skal føroyski fólkaskúlin leggja størri dent á at
læra børnini at lesa, og tí skulu tey lesa minst 20 minuttir
um dagin. Tað er eitt av átøkunum, sum landsstýrismaðurin
í skúlamálum ætlar at seta í verk fyri at bøta um tað
vánaliga úrslitið í PISA-undankanningini. Samstundis skal
Læraraskúlin leggja størri dent á lesing, og næmingarnir
skulu hava atgongd til skúlabókasøvn ta tíðina, teir eru í
skúlanum.
Býráð broytir reglugerð
Tórshavnar býráð ætlar sær nú at broyta reglugerðina fyri,
hvussu grundstykki skulu lutast. Orsøkin er, at fleiri hava
verið stak ónøgd við, at umsøkjarar til grundstykki, íbúð
og randarhús standa á sama lista. Hendan reglan kom í
gildi fyri einum ári síðani, men nú sigur borgarstjórin,
Heðin Mortensen, at hann fer at mæla býráðnum til at
broyta reglugerðina, soleiðis at umsøkjarar til grundstykki
og randarhús standa á hvør sínum lista.
Nýtt tilboð til tilkomnar
leirvíkingar
Leirvíkingar fáa nú ein bústaðarmøguleika afturat