fríggjadagur 2. februar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 2. februar 2007
tíðindi
Seinastu tvær vikur
nar hevur Eydnan
á Oyrarbakka verið
full av klæðum og
fólkum, sum hava
skilt og pakkað í fleiri
enn 400 sekkir. Nú
verða klæðini send til
fátækraøki í Rumenia
HJÁLPARARBEIÐI
Orð & myndir: Rólant Waag
Dam
rolant@sosialurin.fo
Í fyrrakvøldið var lívligt í
Eydnuni á Oyrarbakka. Í
sjálvum salinum rungaði tón
leikurin, føturnar ferðaðust
skjótt eftir gólvinum tí fólk
vandu linedance. Uppi á
pallinum vóru fetini ikki
minni týtt, men av øðrum
orsøkum.
Har runnu bæði kvinnur
og menn millum borð, skiltu
og pakkaðu klæðir av øllum
alvi. Seinastu tvær vikurnar
hevur verið møguligt hjá
fólki í Sundalagnum at fara
framvið felagshúsinum á
Oyrarbakka, við gomlu
og brúktu klæðum teirra,
sum tey ikki hava so stóra
gleði av longur. Men hesi
klæði kunnu vera til gleði
aðrastaðni og hjá øðrum
fólkum, og tískil hava fólk
í Sundalagnum brúkt fleiri
kvøld í vikuni upp á, at
skilja og pakka klæðir. Og
tað hevur veruliga verið
brúk fyri nógvum góðum
kreftum, tí tað komu einki
minni enn 600 stúgvandi
fullir sekkir inn.
Hetta eru fólk í Sunda
lagnum rættiliga bilsin yvir.
Tá innkomnu klæðini vóru
liðug skild og pakkað, var
talan um akkurát 400 sekkir,
stúvstappaðir av klæðum. Teir
eru nú á veg til Vestmanna,
har samkoman Saron syrgir
fyri, at klæðini koma til
fátækraøki í Rumenia, sum
eitt slag av humaniterum
hjálpararbeiði.
Fyrireikararnir til inn
savningina í Eydnuni lata at,
at tey eru sera væl nøgd, og
at tey aftur komandi ár fara
at savna klæðir inn.
400 sekkir av klæðum til Rumenia
Fyrst var arbeiði at taka ímóti og tøma teir 600 innkomnu sekkirnar...
...síðani var uppgávan at skilja og pakka klæðini...
...og at enda at binda fyri og merkja sekkirnar við seðlum