fríggjadagur 2. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 24 - 2. februar 2007
tíðindi
Lisbeth L. Petersen
kallar tað smáligt, tá
Tórbjørn Jacobsen
er ímóti, at danskt
mál og hervald skulu
tryggjast í nýggju
kirkjulógunum
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– Hatta er smáligt av Tór-
bjørn, og tað sær næstan
út sum, at man skal vísa
partíkort fram, tá hann verður
prestur og skal prædika.
– Tað er ikki so løgið, at
vit eru í tveimum ymiskum
flokkum.
Tað sigur Lisbeth L. Pet
ersen, løgtingslimur fyri
Sambandsflokkin,
um
samrøðuna við Tórbjørn
Jacobsen, tjóðveldisting
mann, í Sosialinum í gjár.
Hon er limur í politiska
fylgibólkinum í sambandi
við ta ætlaðu yvirtøkuna av
Fólkakirkjuni.
Tórbjørn Jacobsen segði
m.a., at føroyskt eigur at
vera høvuðsmálið í yvirtiknu
kirkjuni, og at møguligir
danskir prestar skulu prædika
á føroyskum. Harafturat
fanst hann hvassliga at grein
ini í lógaruppskotinum um
ta yvirtiknu kirkjuna, ið
umrøður donsku hernaðar
ligu verjuna. Tórbjørn Jac
obsen eftirlýsti eisini eitt kjak
um yvirtøkuna, tí hann metti,
at politikararnir hava gjørt
yvirtøkuna til eitt tabu.
Lisbeth L. Petersen metir,
at danskir prestar kunnu læra
seg at tosa føroyskt. Men
hon heldur ikki, tað eigur at
verða eitt krav.
– Kunnu teir tað er tað í
fínasta lagi, men vit hava
havt trupult við at fáa før
oyskar prestar, vísir sam
bandskvinnan á.
– Eg virði føroyska málið,
men viðhvørt kann tað vera
tungt at lurta eftir, tá teir
tvinga seg at tosa føroyskt,
heldur Lisbeth L. Petersen,
sum minnir á, at føroyskt
er høvuðsmálið í Føroyum,
og at danskt ikki er so nógv
brúkt longur, sum tað var
áður.
Viðgjørt í trúnaði
Spurd, um hon er samd við
Tórbjørn Jacobsnen, tá hann
vil vera við, at politikararnir
hava gjørt yvirtøkuna av
kirkjuna til tabu, er Lisbeth
L. Petersen partvíst samd.
– Tað varð álagt okkum
í fylgibólkinum, at alt var í
trúnaði, sigur tingkvinnan,
og heldur hetta helst koma
av, at yvirtøkan ikki skuldi
brúkast í einum møguligum
valstríði.
–– Men tað ger Tórbjørn,
nú hann hevur opnað ball
ið, sigur Lisbeth L. Peter
sen um sjónarmiðini hjá
tjóðveldismanninum. Hon
heldur tó, at málið um
yvirtøkuna kanska kundi
verið meira opið, og at tað
í løtuni tykist sum um, at
tað er “forhastað”, sum hon
málber seg.
– Tað er ymist, vit kundu
hugsað okkum at vitað
meira.
Lisbeth L. Petersen heldur
ikki nógv um kravið Tór
bjørn Jacobsen um, at danskt
hervald ikki skal vera nevnt í
føroyskum kirkjulógum.
– Gloymir hann, at vit
eru í ríkisfelagsskapi, sigur
Lisbeth L. Petersen.
Í heimastýrislógini
stendur, at danskt
kann nýtast í øllum
almennum viður
skiftum. Tí ber neyvan
til at krevja, at danskir
presta skulu prædika
á føroyskum, tá hon
er yvirtikin, metir
Sjúrður Rasmussen.
Bergur Berg, sum
hevur verið til at orða
lógaruppskotini til ta
yvirtiknu kirkjuna,
heldur, at kanska hevði
orðingin »annað mál«
verið hepnari enn
»fremmant mál«
FÓLKAKIRKJAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í uppskotinum til løgtingslóg
um at brúka kirkju og um
limaskap í Fólkakirkjuni,
stendur, at bispur kann loyva,
at fremmant mál verður
brúkt við guðstænastur.
Í viðmerkingunum til
greinina stendur m.a., at
»Eftir grein 11 í heima
stýrislógini ber eins væl til
at nýta danskt sum føroyskt
í øllum almennum viður
skiftum. Ásetingin er tí
viðkomandi, tá ætlanin er at
hava gudstænastu ella part
av henni á øðrum máli enn
føroyskum ella donskum«.
Hetta er fallið Tórbjørn
Jacobsen, tjóðveldisting
manni, fyri bróstið. Í samrøðu
við Sosialin í gjár, bar hann
fram, at føroyskt átti at vera
omanfyri onnnur mál í eini
yvirtiknari føroyskari kirkju.
Eisini setti hann spurnartekn
við hvør ráddi fyri borgum í
hesum spurninginum, danskir
ella føroyskir myndugleikar.
Hann segði seg tí einki hava
ímóti donskum máli í kirkjuni,
men at loyvi skal gevast
til hetta eins og við øðrum
málum enn føroyskum.
Tað tykist tó, sum tað verður
trupult hjá Tórbjørn Jacobsen
at fáa síni krøv gjøgnumførd,
so leingi heimastýrislógin er
galdandi.
Sjúrður Rasmussen, løg
frøðingur og ráðgevi á Løg
mansskrivstovuni, metir, at
hetta kann samanberast við
orðaskiftið á Tingi í 1986,
tá spurningurin um rættar
gangslógina § 149 stk 1
um málið í rættinum varð
viðgjørdur.
Sjúrður Rasmussen skrivaði
tá eitt drúgt responsum, har
hann grundgav fyri, at greinin
í heimastýrislógini um, at
»Føroyskt verður viðurkent
sum høvuðsmál, men danskt
skal lærast væl og virðiliga,
og danskt kann eins væl og
føroyskt nýtast í almennum
viðurskiftum« mátti skiljast
sum ein minnilutaverja hjá
dønum í Føroyum, og at tað tí
var í lagi at § 149 stk. 1 var orð
að soleiðis, at málið við sorin
skrivaraembætið var føroyskt,
men at danskt kundi brúkast
av dønum. Forsætismálaráðið
kolldømdi tó hesa tulking.
Endin var, at § 149 stk. 1
varð orðað soleiðis, at hon
endurtók heimastýrislógina,
so at greinin kom at ljóða
»Hovedsproget i retten er
færøsk, men dansk kan lige så
vel anvendes som færøsk«.
Sostatt kann danskt helst
nýtast eins væl og føroyskt í før
oysku kirkjuni, og tí er spurn
ingurin, um tað ber til noyða
danskar prestar í Føroyum at
prædika á føroyskum.
Ikki neyðugt at alt er
liðugt fyri ólavsøku
Bergur Berg er fulltrúi á Menta
málaráðnum og hevur verið
við til at orða lógaruppskotini
um hvussu tann yvirtikna
kirkjan. Hann viðgongur, at
orðingin »fremmant mál« í
lógaruppskotinum kanska
er eitt sindur keðilig, og at
»annað mál« kundi verið ein
onnur loysn.
Fulltrúin vísir á, at eitt av
endamálunum við lutherska
siðaskiftinum var, at boðanin
í kirkjuni skuldi fara fram á
móðurmálinum.
– Men í Føroyum er tað
serliga galdandi, at her í
Føroyum er heimastýrislógin
galdandi, sum eingin onnur
lóg kann broyta uppá, sigur
Bergur Berg.
Tilsamans er ætlanin, at 7
lógir skulu gerast í sambandi
við yvirtøkuna. Tvær teirra
verða helst samtyktar, eftir
at kirkjan væntandi er yvir
tikin á ólavsøku. Tó er ikki
vist, um tíðarætlanin fer at
halda.
– Vit eru væl inni í evn
inum embætisliga, so tað
gongur skjótt. Men nu tikkar
klokkan alvorliga, staðfestir
Bergur Berg.
Um kirkjan skal yvirtakast
á ólavsøku, skulu lógarupp
skotini helst viðgerast á Tingi
í vár. Hinvegin er yvirtøkan
ikki í vanda, tí ikki er neyðugt,
at alllar lógirnar verða sam
tyktar undan yvirtøkuni, stað
festir Bergur Berg.
Prestarnir framvegis
tænastumenn
Í sambandi við yvirtøkuna
hevur verið fýlst eitt sindur
á, hvussu trúarjáttaninin hjá
kirkjuni kann tryggjast. Í
Danmark er hetta nevnt í
grundlógini, sum eisini er
galdandi fyri Føroyar. Berg
ur Berg vísir á, at tey ikki
hava viðgjørt, hvussu ein
møgulig broyting av trúarjátt
anum kann fremjast, og at
hetta neyvan heldur verður
viðgjørt.
Hann vísir á, at Norska
Lóg frá 1688 ásetir, at m.a.
Augsburska trúarjáttanini og
tey sonevndu »symbolini«
eru grundarlag fyri læru
kirkjunnar, og at til ber at
kjakast, um Norska lóg hev
ur konstitutionellan týdning.
Danska grundlógin er nevni
liga grundfest í Donsku lóg,
ið svarar til Norsku lóg, vísir
Bergur Berg á.
Núverandi samgonga er
tann triðja í røðini, sum
hevur sett sær fyri at yvirtaka
Fólkakirkjuna, men enn er
sum kunnugt ikki komið á
mál. Í hesum sambandi hevur
eitt sindur verið tosað um,
hvussu setanarviðurskiftini
hjá prestunum skulu vera í
framtíðini. M.a. hevur áður
verið sagt úr Mentamála
ráðnum, at prestarnir skuldu
vera sáttmálasettir. Men
sambært Bergi Berg skal so
lítið sum gjørligt broytast í
Fólkakirkjuni, og tí halda
prestarnir helst fram við at
vera tænastumenn.
Lisbeth: – Smáligt av Tobba
Lisbeth L. Petersen er limur í politiska fylgibólkinum í
sambandi við ta ætlaðu yvirtøkuna av Fólkakirkjuni
Ber neyvan til at seta føroyskt oman fyri danskt
§ 11. Føroyskt verður
viðurkent sum høvuðs
mál, men danskt skal
lærast væl og virðiliga,
og danskt kann eins
væl og føroyskt nýt
ast í almennum viður
skiftum
FAKTA
Møtirøð í Fuglafirði
Um vikuskiftið skipar missiónshúsið Thabor fyri møtirøð í Mentanar
húsinum í Fuglafirði. Talari hesi kvøldini í Mentanarhúsinum verður
Heri Elttør. Heri er 40 ára gamal og ættaður úr Klaksvík. Hann er
giftur við danskari konu, og saman eiga tey trý børn. Heri hevur verið
trúboðari í Føroyum, men starvast nú sum trúboðari í Danmark bæði
millum danir og føroyingar í Danmark. Heri hevur av og á verið í
Føroyum og talað á størri tiltøkum kring landið.
Møtini í Mentanarhúsinum vera fríggjakvøld, leygarkvøld og
sunnukvøld kl. 19. Taborkórið á Toftum, ungdómskór úr Vágum og
streingjakórið úr KFUM & K í Klaksvík koma at syngja.
Nýggi leiðarin tekur við
Hans Petur í Brekkunum tók í gjár við leiðarastarvinum í Føroya
húsinum í Keypmannhavn, og longu frá fyrsta nóta er nógvur akti
vitetur í húsinum. Leygarkvøldið verður stórur dansur við sera
vælumtókta bólkinum All That Rain, og nýggi leiðarin væntar at
nógv fólk støkka inn á gólvið og fáa sær ein svingom til henda
“creme del a creme” tónleikin. Sunnudagin hevur Frits Johannesen
fernisering. Myndamálið er úr hugaheimi hansara – musiskar løtur
og annað. Kristina Joensen og Jógvan Joensen spæla og syngja.