fríggjadagur 2. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 2. februar 2007
9
tíðindi
- Eg havi sitið níggju
ár sum formaður
í grunninum.
Nú haldi eg tað
vera rættast, at
onnur standa við
stýrisvølin, sigur
Poul Michelsen.
Hann hevur sent
býráðnum áheitan
um at velja nýggjan
formann fyri
Tórsvøllargrunnin
Tórsvøllur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Persónurin Poul Michelsen
er uttan iva eitt av fremstu
samleikatekinunum hjá
Tórsvølli. Síðani hug
skotið varð sett í kortið
fyri skjótt nógvum árum
síðani, hevur fyrrverandi
borgarstjórin verið ein av
ídnastu ígongdsetarunum.
Og tí var tað væl ikki ann
að enn náttúrligt, at Poul
varð valdur formaður, tá
grunnurin formliga varð
stovnsettur í 1998.
Síðani hevur Poul eisini
verið formaður í grunnin
um, men nú heldur hann,
at tíðin er komin, har onn
ur skulu taka við leiðsl
uni.
- Eg havi sent Tórshavn
ar Kommunu bræv, har eg
biðið um at verða loystur
úr formanssessinum. Fyrst
og fremst, so er hetta ein
avleiðing av, at tíðin hjá
mær ikki røkkur, tá eg
samstundis havi egna fyri
tøku. Men hartil, so er
tíðin nú kanska tann rætta,
um formaðurin skal skift
ast. Sponsorsáttmálarnir,
sum vórðu gjørdir, ganga
út í ár, og skal ein nýggj
leiðsla sita komandi árini,
er helst eisini best, um
sama nýggja leiðsla er við
til at fáa hesar sáttmálar,
sigur Poul Michelsen.
Og hann leggur afturat,
at hann á ongan hátt fer at
klamsa við hurðini, nú
hann ætlar úr formanssess
inum.
- Eg ynski framhaldandi
Tórsvølli alt tað besta. Og
eg vil fegin hjálpa til, um
ein nýggj leiðsla ynskir
hetta. Men eftir níggju ár
sum formaður haldi eg, at
onnur eiga at sleppa fram
at.
Aðalorðaskifti
Ta næstu vikuna verða tvey aðalorðaskifti í Løgtinginum.
Í dag hevur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, lagt mál
um aðalorðaskifti um fólkaskúlan fyri Løgtingið, og
frammanundan er avgjørt, at sjálvt orðaskiftið verður týs
dagin í næstu viku. Tá fer Bjarni Djurholm, landsstýris
maður, at leggja fram frágreiðing um orkupolitikk. Hon
skal eisini hava aðalorðaskifti, og tað hevur Løgtingið sett
á dagssskránna týsdagin 10. februar.
Toskur settur í kør
Ta seinastu vikuna hava menn hjá alifelagnum Faroe Cod
Farm í Hvalba koyrt toskasmolt í kør, sum standa uppi á
landi. Tilsamans er talan um 38.000 smolt. Í fyrsta umfari
eru tey í einum kari, men tá tey verða eitt sindur størri,
verður neyðugt at hava tey í tveimum kørum. Nú tey eru
sett í karið, viga smoltini umleið 100 gram, men gongst
sum ætlað, fer hvør fiskur at viga umleið átta pund um
einar 14 mánaðir, skrivar Suðurrás.
Poul vil úr for
manssessinum
Um slakar seks
mánaðir verður
nýggja rennibreytin
í Havn liðug. Hon
verður av sama slagi
sum tey nýta í Íslandi.
- Hesar hóska best til
okkara veðurlag, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri.
Kommuna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Í longri tíð hevur
verið arbeitt við at útvega
havnarborgarum eina veru
liga rennibreyt.
Arbeiðið uppá hesa byrj
aði í fjør, og í dag er megin
parturin av spreingiarbeið
inum liðugt. Í næstum verð
ur farið undir sjálva planer
ingina.
Tá hetta er gjørt, byrjar
tað stóra takið við at fáa alt
økið skipað til eina veruliga
rennibreyt á høgum støði.
Ein partur av hesum
arbeiði er sjálvt undirlagið,
sum stór krøv verða sett til.
Í rennibreytini verða íalt
átta geirar at renna á.
Íblástur
Undirlagið til eina føroyska
rennibreyt skal kunna tola
eitt sindur av hvørjum.
Frá kommununar síðu
hevur ein verið fult greiður
um hetta, og tí hevur ein
tikið við einum tilboði frá
fyritøkuni POLYTAN um
undirlag sum kostar góðar
3,6 mió kr.
- Vit hava kannað, hvat
slag av undirlagi teir brúka
á rennibreytum í granna
londum okkara – Hetlandi,
Íslandi og í Noregi.
- Her hava teir nøkulunda
sama veðurlag sum vit. Úr
Íslandi fingu vit at vita, at
hetta slagið av undirlagi var
tað einasta sum var egnað
hjá teimum, sigur borgar
stjórin.
Slík undirløg hava langa
leveringstíð, og tí varð
neyðugt hjá býráðnum at
samtykkja hetta á fundi,
sum tey hildu í gjárkvøld
ið.
Sjálvur ímyndar borgar
stjórin sær, at rennibreytin
fer at verða nógv nýtt av
fólki. Hon fer uttan iva eis
ini at verða til miklan íblást
ur fyri føroysk ítróttarfólk,
ikki minst í ár nú Oyggja
leikir eru á skránni.
- Her fáa so føroysk ítrótt
arfólk ein møguleika at
renna á og í góðum umstøð
um og ikki minst á góðum
undirlagi, bæði dag og nátt,
sigur hann.
Umframt hetta fer renni
breytin at hava einar 80
parkeringsbásar. Og hesir
fara eisini at lætta munandi
um hjá teimum, sum ætla
sær til okkurt tiltakið í
Norðurlandahúsinum.
Ætlanin er at alt hetta
arbeiðið skal verða liðugt á
ólavsøku í ár.
Kollafjørður: Stórur eftir
spurningur er eftir vinnu
økjum í Havn og í Kolla
firði.
Hetta hevur kommunan
tikið til eftirtektar, og fer í
framtíðini at skipa eitt stórt
vinnuøki innast í Kolla
firði.
- Støðan er faktiskt hon,
at vinnan skríggjar eftir økj
um, sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn.
Á býráðsfundi í gjár
kvøldi var samtykt at broyta
byggisamtyktina fyri inn
asta partin av fjørðinum í
Kollafirði til eitt vinnuøki,
ístaðin fyri eitt landbúnaðar
øki.
Hetta økið er 82.000
fermetrar til støddar og her
verður í framtíðini bert
loyvt at byggja hús til
vinnuvirkir, verksmiðjur,
goymslur og virksemi í sam
band við ymiskar tænastur.
sb.
Rennibreytin liðug á ólavsøku
Gravgangur eftir vinnuøkjum
Maðurin, sum øll árini hevur myndað Tórsvøll, hevur nú
heitt á býráðið um at velja nýggjan formann í grunnin
Havn: Ikki gongur altíð
sum meirilutin ætlar.
Hetta varð staðfest á
býráðsfundi í gjárkvøldið,
tá málið um keyp av bygn
ingunum hjá Roykivirkinum
í Álakeri var til viðgerðar.
Ætlanin var at keypa
hesar bygningarnar at nýta
hjá ymiskum húsvillum
frítíðarfeløgum í Havn fyri
7 mió kr. Men tá málið kom
til atkvøðugreiðslu varð tað
felt.
Endamálið við keypinum
var at bjóða m.a. Bjarging
arfelagnum, Froskmanna
felagnum, MC-felagnum
og Kajakkfelagnum eitt
umhvørvi til felagsvirk
semið.
Á fundinum í gjárkvøldið
fekst ikki undirtøka fyri ætl
anini, tí mett varð at vinnan
sjálv átti at yvirtaka bygn
ingarnar.
Bygningarnir hava staðið
tómir í eini 6-7 ár, og líkt er
til at tað koma teir at gera
eina tíð aftrat.
sb.
Roykivirkið framvegis tómt
- Nýggja rennibreytin
verður av besta slagi,
sigur Heðin Mortensen
Mynd: Jens Kr. Vang