fríggjadagur 2. februar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 24 - 2. februar 2007
Framsýning
Í sambandi við at í fjør vóru
90 ár liðin síðan “Færøernes
Mellem- og Realskole” flutti
í nýggjan bygning í Tórsgøtu
í 1916, skipar Jórunn
Dánialsdóttir í Havn fyri
eini framsýnining í hesum
bygningi á ólavsøku 2007.
Í fjør skipaði Jórunn
saman við øðrum fyri eini
líknandi framsýning í Komm
unuskúlanum (við síðuna av
realskúlanum) í sambandi
við at tað vóru liðin 50 ár
síðan tann skúlin varð tikin
í nýtslu.
“Færøernes Mellem- og
Realskole” var stovnaður í
1861 og virkaði til hann varð
samanlagdur við Komm
unuskúlan í 1962 sum 3 ára
realdeild uttan millumskúla.
Tá kom skipanin við 8. og
9. flokkunum eisini í gildi.
Seinastu realskúlanæming
arnir eftir gomlu skipanini
fingu prógv í 1965.
Myndirnar sum Jórunn
leitar eftir eru frá tíðar
skeiðinum frá 1916 til
1966.
Talan er um myndir av
næmingum og lærarum,
bæði myndum sum eru tikn
ar hjá fotografi og privatar
myndir.
Jórunn heitir á tey, sum
eiga myndir frá hesum tíðar
skeiði, um at ringja til sín
á tel. 316024 ella 226024.
Myndirnar kunnu eisini latast
inn navnmerktar í Wrangler
Shop í N. Finsensgøtu 23.
Jórunn Dánialsdóttir:
Leitar eftir myndum til
ólavsøkuframsýning
Myndin er helst tikin í
1943 í Tórsgøtu uttan fyri
realskúlan. Hans Andrias
Djurhuus, lærari, saman
við fýra av næmingum
sínum, ovast Anna Sofía
Nolsøe (f. Hentze),
Gunnvør Zachariassen
(Dyssa), Anna Weihe
og Anna Mohr (f.
Jacobsen). Leggið til
merkis bygningin til
høgru myndini, har sum
Kommunuskúlin er í dag
Myndaeigari: Ingibjørg
Djurhuus
4b í “Færøernes Mellem- og Realskole” í 1961. Aftara rað f.v.: Áki Mouritsen, Elin Mortensen, Knút Bjørk, Árni S. Olsen, Símun av Skarði, Bjarki Mortensen, Búgvi Joensen, Helga Hentze, Bjarni
Rubek Nielsen og Jóan Petur Midjord. Miðraðið f.v.: Anna Sofía Rasmussen, Elinbjørg Højgaard, Jógvan við Ánna, flokslærari, Turið Joensen og Marsanna Holm. Fremsta rað f.v.: Niels Nattestad,
Gunvør Mortensen, Svanhild Seyer Hansen, Brynhild Sørensen, Betta Gilstón og Lea Simonsen
Í sambandi við eina
framsýning í Realskúl
anum á ólavsøku 2007,
leitar Jórunn Dánialsdóttir
eftir myndum frá “Færø
ernes Mellem- og Real
skole” í tíðarskeiðinum
1916 til 1966