fríggjadagur 2. februar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 24 - 2. februar 2007 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
»Hetta er ræðuligt. Vit skuldu havt vunnið í tí ordiliga
dystinum, og so høvdu vit fingið eina dreymafinalu ímóti
Týsklandi frammanfyri 19.000 áskoðarum.«
Peter Henriksen við TV2
Neistin-H71:
Bæði ætla
sær longur
fram
Bæði Neistin og
H71 hava brúk fyri
sigrinum fyri at koma
longur fram eftir
stigatalvuni, tá liðini
møtast í Atlantic Air
ways deildini sunnu
dagin
UPPTAKT
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Gongdin hevur ikki verið
tann allarbesta í hesum
kappingarárinum hjá
Neistanum og H71. Und
an innanhýsis dystinum
sunnudagin liggja tey á
ávikavist 5. og 6. plássi,
og tí verður lagt upp til
eitt brak í botninum
henda dagin.
Gongdin hjá Neista
num hevur ikki verið ser
liga góð síðstu dystirnar,
og í seinastu sjey dystu
num hava teir bert fingið
eitt stig, sum teir fingu
síðsta vikuskiftið í Vest
manna.
Hjá hoyvíkingum hev
ur heldur ikki gingið
heilt eftir vild, men í
endaspælinum hava
úrslitini verið á eini leið.
Í fyrstu fýra dystunum
hava teir fingið trý stig,
og vinna teir dystin á
Neistanum, so kunnu
teir sleppa av aftasta
plássinum, og kanska
blanda seg uppí stríðið
um heiðursmerki.
Hesi bæði liðini hava
møtt hvørjum øðrum
tvær ferðir fyrr í ár.
Fyrsta dysturin var í høll
ini á Hálsi, og her vann
Neistin tryggan sigur,
men í seinna dystinum
var H71 oman á. Hesa
ferð vunnu teir trygt, og
tí kunnu áskoðararnir
vænta ein spennandi dyst
sunnudagin.
Klassikarin í føroysk
um manshondbólti
verður á skránni
leygardagin, tá ið
Kyndil tekur ímóti
VÍF. Kyndil skal helst
vinna dystin fyri at
leggja trýst á StÍF á
øðrum plássi, meðan
VÍF kann leggja sjógv
niður til Kyndil, um
teir vinna dystin
UPPTAKT
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Verður tosað um nakran
klassikara í føroyskum
manshondbólti, so er talan
sjálvandi um dystirnar ímill
um Kyndil og VÍF. Kapping
in ímillum hesi bæði liðini
hevur verið sera stór síðstu
árini, tí at liðini aloftast
hava ligið og kappast um
fremsta plássið, og tí er hes
in dysturin blivin róptur
fyri klassikarin.
Hjá gestunum úr Vest
manna hevur gingið sum
eftir ánni í størsta partinum
av árinum. Teir hava spælt
seg í finaluni í Coca Cola-
kappingini, og í landskapp
ingini hava teir ligið fremst
í nógvar vikur.
Hava úrslitini verið góð
ígjøgnum kappingarárið, so
hava vestmenningar ikki
fingið so nógv burtur úr í
endaspælinum. Av fyrsta
fýra dystunum hava teir
fingið fimm stig, so nú
skulu teir royna at økja enn
meir um úrtøkuna, tá teir
vitja hjá Kyndli.
Gongdin hjá Kyndli hev
ur verið júst øvugt av gongd
ina hjá vestmenningum.
Kyndil fekk eina ræðuliga
byrjan uppá kappingarárið,
og eitt skifti lógu teir eisini
aftast í grundspælinum.
Teir komu tó spakuliga fyri
seg, og undan vetrarsteðgi
num høvdu teir vunni ðseg
uppá fjórða pláss.
Í fyrsa dystinum í enda
spælinum taptu teir so fyri
H71 og so máttu teir aftur
ein túr niður á aftasta pláss
ið, men eftir hetta hava teir
veruliga fingið gongd á.
Tveir sigrar og ein javn
leikur hava ført við sær, at
Kyndil nú hevur ein erligan
møguleika at blanda seg í
stríðið um annað finalu
plássið.
Kyndil hevur fysta
sigurin til góðar
Kyndil og VÍF hava møtt
hvørjum øðrum tvær ferðir
fyrr í ár. Fyrsti dysturin var
eisini allar fyrsti dysturin á
árinum, tá liðini møttust í
Vestmanna. Henda dystin
vunnu vestmenningar tep
urt.
Var nógvur spenningur í
fyrra dystinum, so var
klassamunur í seinina dysti
num í grundspælinum. Her
bukaðu vestmenningar
snøgt sagt Kyndil av, so nú
skal Kyndil royna at hevna
tey bæði tapini.
Sum Kyndil hevur spælt
síðstu dystirnar, so er hetta
als ikki óhugsandi.
Kyndil skal eisini helst
vinna dystin, tí tapa teir
sunnudagin, so kunnu teir
enda við at vera fýra stig
aftan fyri strandingar, og so
er munurin í so stórur upp
til annað plássið, sum gevur
atgongd til FM-finaluna.
Um kollfirðingar ætla
sær í FM-finaluna, so
skulu teir helst vinna
dystin á strandingum
sunnudagin. Vinnur
StÍF hinvegin dystin,
so verður munurin
f´rya stig, og so sær
svart út hjá KÍF
UPPTAKT
Jákup Mørk
Stríðið um seinasta plássið
í FM-finaluni bleiv víðopið
síðsta vikuskiftið, tá strand
ingar taptu fyri Kyndli. Nú
eru bara tvey stig frá KÍF
og Kyndli upp til StÍF á
øðrum plássi, og tí sær alt
út til at kunnu henda.
Hetta vikuskiftið kann
kappingin um annað plássið
gerast enn harðari. Sunnu
dagin tekur KÍF nevniliga
ímóti StÍF, og vinna koll
firðingar dystin, so kunnu
teir leggja seg undir liðina
á StÍF á stigatalvuni.
Gongdin hjá KÍF hevur
eisini verið avbera góð
síðstu dystirnar. Enn hevur
KÍF ikki roynt at tapt í
endaspælinum, og av fyrstu
fýra dystunum hava teir
vunnið tveir og spælt tveir
javnar.
Hjá StÍF hevur hinvegin
ikki gingið so væl síðstu
dystirnar. Teir hava gaman í
fingið fýra stig í endaspæli
num, men síðsta vikuskiftið
vann Kyndil ein tryggan sig
ur á teimum inni á Skála,
og hetta gav Kyndil nýggjar
vónir um at røkka til FM-
finaluna.
Fáa vit enn ein
javnleik
KÍF og StÍF møttu hvørjum
øðrum tvær ferðir í grund
spælinum, og ikki kann sig
ast annað enn, at liðini vóru
serstakliga samd.
Fyrri dysturin var í Kolla
firði. Her leikaði javnt á at
kalla allan vegin, og at enda
samdust liðini eisini um
javnleikin.
Eisini í seinna dystinum
leikaði javnt á, men tá KÍF
legði seg á odda við 10
sekundum eftir á klokkuni
var okkurt, sum bendi á, at
KÍF fór at vinna dystin.
StÍF gjørdi tó skjótt av. Teir
fóru í álop, og í seinasta
sekundinum syrgdi Finnur
Hansson fyri, at teir fingu
javnleikin.
Sostatt eru báðir undan
farnu dystirnir millum hesi
feløgini endaðir við javn
leiki, og nú er spurningurin,
um nakað av teimum fer at
megna at bróta javnstøð
una.
KÍF-StÍF:
Sigur er krav hjá kollfirðingum
Kyndil-VIF:
Kyndil skal helst vinna
Kyndil skal helst vinna dystin fyri ikki at missa kontaktina við ovaru liðini. VÍF skal eisini helst vinna dystin fyri ikki at gera
oddastríðið óneyðuga spennandi.