fríggjadagur 2. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 24 - 2. februar 2007 ]
Stjørnan-StÍF:
Stjørnan
er stór
favorittur
Stjørnan tekur
ímóti StÍF í
Sunset deildini
sunnudagin, og
her eru klaks
víkskvinnurnar
stórfavorittar
undan dystinum
UPPTAKT
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Toppur og botnur møtast
í KÍ-høllini sunnudagin,
tá ið Stjørnan tekur
ímóti StÍF. Gongdin
hevur verið sera góð
hjá Stjørnuni í nýggja
árinum. Tríggir sigrar á
rað í landskappingini og
tveir sannførandi sigrar
í steypakappingini hava
ført við sær, at liðið
hevur lagt seg á ovastu
rók í landskappingini og
er komið í steypafinal
una.
Hjá StÍF hevur ikki
gingið eins væl. Eftir
seks ósigrar á rað bragd
aði tó aftur seinasta
vikuskiftið, tá ið Kyndil
var á vitjan, og nú eru
strandakvinnur eisini
komnar av aftasta
plássi. Hóast hetta, so
er Stjørnan stórfavo
rittur undan dystinum,
sum verður í Klaksvík
sunnudagin.
Stjørnan hevur eisini
havt takið á StÍF í hes
um kappingarárinum. Í
næsta dysti í hesum
k a p p i n g a r á r i n u m
spældu liðini fyrsta inn
anhýsis dystin á Skála,
og tá var um reppið, at
StÍF fór avstað við øll
um. At enda dró Stjørn
an tó frá og vann trygt.
Í næsta dystinum var
eingin ivi. Tá vann
Stjørnan stórsigur í
Klaksvík, og nú er
spurningurin, um StÍF
fer at hava nakran
møguleika sunnudagin.
Um VB ætlar sær í
FM-finaluna, so skulu
tær vinna dystin
ímóti Neistanum
um vikuskiftið. Tapa
tær dystin, so hevur
Neistin so at siga
tryggjað sær sæti í
finaluni saman við
Stjørnuni
UPPTAKT
Teitur Joense
teitur@sosialurin.fo
Tvey lið hava kappast um
oddasessin í Sunset deildini
hjá kvinnum í at kalla alt
ár. Her er talan sjálvandi
um Stjørnuna og Neistan,
men síðstu dystirnar er eitt
triðja lið við at blanda seg í
oddastríðið.
VB hevur víst sera góðar
taktir í endaspælinum, og
hetta hevur tryggjað teim
um tveir sigrar, og eitt
tepurt tap fyri oddaliðnum,
Stjørnuni. Dysturin ímóti
Stjørnuni var tó so javnur,
at hann kundi koppað báðar
vegir síðstu løtuna, og hetta
fall so til fyrimuns fyri
Stjørnuna, sum vann við
einum máli.
Hjá Neistanum hevur
ikki gingið eins væl. Gaman
í hevur neistaliðið fingið
eins nógv stig og VB í enda
spælinum, men spælið hev
ur ikki verið líka sannfør
andi, og m.a. taptu tær stórt
í báðum hálvfinalunum í
Coca Cola-kappingini fyri
Stjørnuni.
Neistin havt fult
tamarhald á VB
Sjálvt um VB helst hevur
víst besta spælið síðstu dyst
irnar, so hevur Neistin havt
fult tamarhald á vágskvinn
um í undanfarnu dystunum
í hesum kappingarárinum.
Fyrsti dysturin ímillum
liðini var í høllini á Hálsi,
og tá var eingin ivi um
úrslitið. Neistin vann við
níggju málum, og her fekk
VB ongantíð fótin fyri seg.
Í seinna dystinum í grund
spælinum mundu flest øll
vænta ein enn meir spenn
andi dyst í Vági, men enn
einaferð vann Neistin stór
sigur. Ein 31-18 sigur í
Vági talar fyri seg, og tí má
Neistin eisini metast at vera
favorittur undan dystinum
um vikuskiftið, sum verður
í høllini á Hálsi sunnudag
in.
Vinna tær enn einaferð
ímóti VB, so hava tær næst
an tryggjað sær pláss í final
uni um meistaraheitið.
SÍ skal helst vinna
heimadystin ímóti TB
í meistaradeildini hjá
kvinnum fyri ikki at
missa kontaktina við
oddaliðið, ÍF
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bæði SÍ og TB hava verið
partar av oddastríðnum í
hesum kappingarárinum í
meistaradeildini hjá kvinn
um, men seinastu dystirnar
hevur TB mist sína góðu
støðu í oddinum. Nú eru í
veruleikanum bert trý lið,
sum liggja og kappast um
meistaraheitið, og eitt av
teimum er SÍ úr Sørvági.
Leygardagin taka tær
ímóti TB í fimleikahøllini í
Sørvági, og tann dysturin
skal helst vinnast, um tær
ikki skulu missa kontaktina
við oddaliðið, ÍF. Hjá TB
ræður eisini um at vinna, tí
vinna tær dystin, so kunnu
tær leggja seg undir liðina á
SÍ, og við hesum blanda
seg uppí aftur heiðurs
merkjastríðið.
Gongdin hevur verið góð
hjá kvinnunum úr Sørvági
síðstu dystirnar. Síðstu
tríggir dystirnir eru endaðir
við sigri, og tí ætla tær heilt
víst at halda fast um góða
spælið, sum liðið hevur víst
síðstu dystirnar.
SÍ møtir eisini einum liði,
sum er í einum aldudali. Í
trimum teimum seinastu
dystunum hevur TB ikki
fingið nakað stig. Tær hava
tapt fyri KÍF, Drátti og ÍF,
og tí hava tær eisini mist
sína góðu støðu í oddinum.
TB hevur havt munin
Hesi bæði liðini hava møtt
hvørjum øðrum tríggjar
ferðir í hesum kappingarári
num. Tvær ferðir hava lið
ini spælt í Trongisvági og
einaferð í Sørvági, og TB
má sigast at hava havt lítla
yvirvág.
Í fyrsta dystinum í grund
spælinum, sum var í Trong
isvági, eydnaðist TB at
vinna ein sannførandi 3-0
sigur. Tann dystin var SÍ tó
ikki veruliga komið í
gongd, men næsta dystin
vístu tær styrki.
Í seinna dystinum í grund
spælinum, sum var í Sør
vági, fekk heimaliðið eina
keðiliga byrjan, tá TB vann
fyrstu tvey settini. SÍ vildi
tað tó øðrvísi, og síðstu trý
settini fullu til fyrimuns
fyri SÍ, sum vann dystin 3-
2.
Í fyrsta dystinum í enda
spælinum møttust liðini aft
ur, og enn einaferð var TB
oman á. Tær vunnu 3-1, so
um vit taka samanum, so
hevur TB havt munin. TB
hevur tó ikki spælt nakað
serliga væl seinastu dystir
nar, meðan SÍ so sanniliga
hevur rakt formin. So und
an dystinum má SÍ metast
at vera rættiliga stórur favo
rittur.
Sigur er krav hjá Drátti
Leygardagin verður flogbóltsdystur á Giljanesi, tá
Dráttur tekur ímóti Mjølni. Hetta verður ein dystur
ímillum topp og botn, har Dráttur skal royna at halda
fast um góðu støðuna í oddinum, meðan Mjølnir má
royna at fanga KÍF, sum nú er farið seks stig fram um
tær, aftur. Dráttur hevur havt munin á Mjølni í ár. Í
fyrsta dystinum vann Dráttur sannførandi, men í
øðrum setti tók Mjølnir alt á bóli, tá tær vunnu vesturi
í Vágunum. Í triðja dystinum eydnaðist tó aftur Drátti
at vinna, og undan dystinum í vikuskiftinum eru vága
kvinnurnar eisini stórfavorittar.
Botndystur í meistaradeildini
Lagt var upp til sannan botndyst í meistaradeildini hjá
monnum leygardagin, tá ið SÍ tekur ímóti Fleyr. Undan
dystinum liggur SÍ aftast við einum stigi, meðan Fleyr liggur
næstaftast við fýra stigum. Hesi bæði liðini hava ligið og
stríðst í botninum í alt ár, og tí verður lagt upp til ein spennandi
dyst. Vinnur Fleyr dystin, so hava teir enn ein lítlan møguleika
at røkka heiðursmerkjum. Fleyr hevur eisini havt munin á SÍ í
ár. Av teimum trimum innanhýsis dystunum hevur Fleyr
vunnið tveir, og teir eru eisini lítlit favorittur undan dystinum
leygardagin.
Neistin-VB:
VB má vinna dystin
SÍ-TB:
SÍ eltir oddaliðið
VB skal helst vinna dystin,
um tær skulu hava nakran
møguleika at røkka finaluni
um meistaraheitið.