fríggjadagur 2. februar 2007síða 52
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti
9
Hvar ert tú stødd?
Sydney, Avstralia.
Nær fórt tú til Avstralia?
Eg og Hjørdis í Dávastovu fóru
úr Føroyum tann 28. feb 2006.
Vit ferðaðust sum krabbagoggur
(backpackers) í 2 mánaðir, áðrenn
vit komu til Sydney. Her vóru vit
so í fyra og ein hálvan mánað,
áðrenn vit fóru upp ígjøgnum
Asia. Tá vit komu til Tailands
valdi Hjørdist at fara heimaftur,
meðan eg fór aftur til Sydney.
Her verði eg til í mai, tá eg komi
heim.
Hví valdi tú júst Avstralia?
Vit høvdu hoyrt, hvussu vakurt
og spennandi Avstralia var, og tí
valdu vit at fara her. Vit vildu ikki
bert ferðast í landinum, men vildu
eisini royna at vera á einum stað
í eina tíð, soleiðis at vit kundu
læra avstralsku mentanina at
kenna.
Frá fyrsta degi elskaðu vit
báðar Sydney, og tí avgjørdu vit,
at hetta skuldi vera staðið, har vit
fóru at vera.
Hvussu er við málinum
– dugir tú lokala málið?
Eg havi ongantíð verið nakað ser
liga sterk í enska málinum. Hetta
var eisini ein av grundunum til, at
eg júst valdi at fara til Avstralia. Í
byrjanini var tað torført at skilja,
hvat fólk søgdu. Nógvar ymiskar
dialektir, ið vit ongantíð høvdu
hoyrt áður, og vit hildu, at fólk
tosaðu ótrúliga skjótt. So við og
við gjørdist vit sterkari í enska
málinum, og ikki gekk long tíð, so
tosaði vit tað flótandi. Tað er enn
tá komið fyri, at fólk hava spurgt
meg og Hjørdis, um vit vóru frá
Onglandi ella Írlandi.
Hvussu dámar tær í Avstralia?
Mær dámar ótrúliga væl. Tað er
so deiligt at sleppa frá at renna
undan regndropum hvønn dag.
Her nýtist tær ikki at stappa teg
við klæðum hvønn dag fyri at fara
út um hurðina.
Mær dámar eisini væl fólki.
Tey geva tær frið til at vera tann,
tú ert.
Sumheild dámar mær sera
væl lívið her. Tú hevur nógvar
møguleikar, og her er sera nógv
at uppliva.
Er tað nakað, tær ikki dámar
við at liva í Avstralia?
Nei, eg kann ikki seta fingurin á
nakað serligt, ið mær ikki dámar.
Onkuntíð kann tað gerast ov heitt
fyri ein føroying sum meg, men er
tað ikki ein luksustrupulleiki?
Hvussu er mentanin í
Avstralia? – Líkist hon tí
føroysku?
Mentanin her er nógv øðrvísi
enn tann føroyska. Tað hevur
fyrst og fremst nakað við
veðrið at gera. Tey flestu ungu
dáma væl at surfa, og tað
er ein stórur partur av teirra
dagligdegi. Nógv fólk eru eisini
á strondini um dagarnar, har tey
hava barbeque á grasfløtum ella
á strondini.
Eg bleiv heldur kløkk, tá eg
fann útav, hvussu ofta tey drekka.
Her er púra vanligt at fara á
barr eftir arbeiðstíð, og tá eru
barrirnar ofta á tremur av fólki.
Tey drekka sær eini 2-3 øl, áðrenn
tey fara heim.
Avstralska fólki er eisini sera
avslappað og frítt. Samkynd fáa
frið her, og hevur onkur hug at
dansa á gøtuni, so er bara at gera
tað.
Hvussu er maturin í Avstralia?
Tú fært nógvan góðan mat í
Sydney fyri ein bíligan penga. Her
er m.a. nógvur góður matur úr
sjónum, men flestu avstraliumenn
dáma væl at grilla. Veðrið er jú
sera gott, so hetta ber til her.
Herfyri bleiv eg bjóðað til eina
grillveitslu, og har var ikki eiti á
úrvali.
Tó er einki sum maturin í
Føroyum, og tað kann fáa meg at
leingjast illa, tá eg eri svong.
Hvussu er veðrið í Avstralia?
Veðrið er ótrúliga gott. Tú vaknar
av sólini hvønn morgun, og í
desember lá hitin um 35-40 stig
hvønn dag. Nú er blivið heldur
kaldari. Hitin liggur um 25-35
stig, men tað er tó heitt og deiligt
at ganga til arbeiðis, ella at fara
á strondina onkran dagin.
Eg eri vorðin so forvand, at eg
eri byrjað at grenja, tá hitin fer
niður í 15 stig!
Nú ert tú bara í Avstralia sum
krabbagogga, men kundi tú
hugsa tær at flutt yvir har?
Mær dámar heilt ótrúliga væl í
Avstralia, og mær hevði dámt væl
at farið her at lisið. Avstralia er
tó sera langt vekk frá Føroyum,
og avstandurin hevði gjørt tað
ógjørligt at komið heim til familju
og vinir hvørji jól og hvørja
summarferiu. Eg dugi væl at
síggja meg sjálva búgva her, men
eg helst longst illa heim.
Eg vil eisini gjarna heilsa
familju og vinum har heima og
ynskja kvinnunum hjá KÍF góða
útisetin
Lagt til rættis: Teitur Joensen (teitur@sosialurin.fo)
Útisetin hesaferð:
Hildigarð í Avstralia
Navn: Hildigarð Djurhuus
Jakobsen
Foreldur: Anna Rúna
Jakobsen & Leivur Mohr
Fødd: 20. oktober 1984
Føðistaður: Tórshavn
Besti matur:
Føroyskur: Havhestur og
ræst kjøt
Útlendskur: Terryaki chicken
fra indisku matstovunum i
Sydney
Útbúgving/Starv: Gjørdist
student í 2005. Í løtuni arbeiði
eg í ”Meat and Wine” í
Darling Harbour í Sydney
Motto: Tú livir bara einaferð.
Njót lívið, meðan tú kanst.
Fakta