fríggjadagur 2. februar 2007síða 55
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti
12
… Føroya fyrsti sexleikuhandil
av hesum slagnum, heldur Halla
Sif Elvarsdóttir ikki, at tað hevði
loyst seg við einum veruligum
sexleikuhandli í Føroyum. Einum
handli í einum handilshølum,
har kundin kom inn og hugdi
at teimum ymsu dildo’unum,
ymsu sløgunum av glíðikrem
ella følskum ginunum, ið lógu á
hillunum.
– Eg rokni ikki við, at ein handil
hevði riggað í Føroyum. Tað er
samfelagið ov lítið til. Og eg
skilji væl fólk, sum ikki tíma í
ein tílíkan handil, sigur Halla Sif
Elvarsdóttir.
Útseldar gummi-
ginur
Fólk vitja tó heimasíðuna, og fólk
bíleggja higani. Men hvat er tað,
ið kundarnir keypa. Eru tað nakrar
leiku, ið fólk altíð spyrja eftir og
bíleggja?
– Kynsøsandi droparnir frá
Purity Herbs selja altíð væl.
Cock-ringarnir eru eisini altíð
væl umtóktir (Sí mynd aðrastaðni
á síðuni, blðm.) og so eisini
glíðikrem sjálvandi, sigur Halla
Sif Elvarsdóttir.
– Vibratorarnir vórðu útseldir
beinanvegin. Men tað er so
øgiliga skiftandi við teimum, og
beint nú eru teir “yt”, fortelur
Halla Sif Elvarsdóttir.
Sølan hjá fyrsta føroyska
sexleikuhandlinum gongur væl.
Vibratorar selja kanska ikki eins
væl í løtuni, sum at byrja við,
men í staðin eru tað onnur ting, ið
selja væl beint nú. Serliga er tað
“fleygarin”, sum tey rópa tað, ið
hevur selt væl í januarmánaði.
“Fleygarin” er ein følsk gina.
Ein gina úr gummi til mannfólk,
sum er væl móttikin millum
mannligu kundarnar hjá daman.
fo.
– Eg bílegði 45 fyrst í januar.
Tær eru allar seldar, so nú má eg
bíleggja fleiri, greiðir Halla Sif
Elvarsdóttir frá. “Klitoris-kitlarin”
hevur eisini selt væl. Tað er eitt
sexleika, sum sær út sum ein
varrastift, men í veruleikanum er
ein pinkalítil dildo við vibrator.
Yvirhøvur væl
móttikið
Hóast hon hevur skelkað fleiri
við síni sølu, heldur Halla Sif
Elvarsdóttir, at fólk yvirhøvur hava
tikið tað væl upp, at hon umvegis
alnetið selur sexleiku.
Halla Sif Elvarsdóttir dylur tó
á ongan hátt yvir, at hetta var
høvuðssamtaluevnið í Miðvági,
um tað mundi hon byrjaði
virksemi.
– Reaktiónirnar hava verið
blandaðar, og sjálvandi hevði eg
helst eisini flent, um nábúgvi mín
brádliga fór undir sovorðið. Men
eg haldi, at fólk yvirhøvur hava
tikið tað væl upp.
Halla Sif Elvarsdóttir sær tó
ikki søluna av sexleikum sum ein
framtíðar vinnuveg. Tað er nakað
hon tekst við beint nú, við síðuna
av gerandis arbeiði hennara.
Ristandi gjøgnum
tollin
Men hví skulu fólk yvirhøvur
keypa sexleiku, spyrji eg Hallu Sif
Elvarsdóttir at enda?
– Hví ikki? Um tú hevur verið
í einum parlagi í 25-30 ár, hví so
ikki royna okkurt nýtt? Tað eru
eisini nógvar kvinnur, ið hava
orgasmutrupulleikar, og her
kunnu sexleiku vera ein hjálp,
vísir Halla Sif Elvarsdóttir á.
Hon førir síðani fram, at tað er
eingin, sum leggur merki til tín,
um tú bíleggur á síðuni. Vørurnar
verða sendar í einum diskretum
pakka, sum líkist øllum øðrum
pakkum, sum vit fáa sendandi.
Og flennandi heldur hon fyri,
at nú slepst eisini undan, at
føroyskar kvinnur og menn koma
ristandi gjøgnum tollin eftir ferðir
uttanlands, í berum ótta fyri
at verða steðgað við sexleiku í
viðførinum.
Falska ginan er “best-
seljarin” í januarmánaði
Hetta eru Cock-ringar, ið hava vibrator. Sum
navnið sigur, er talan um ringar at seta um murtin
hjá mannin, og hesir skulu eitast at vera til gleði
til báðar partar
’’
– Um tú hevur livað í einum parlagi í
25-30 ár, hví so ikki royna okkurt nýtt?
Tað eru eisini nógvar kvinnur, ið hava
orgasmutrupulleikar, og her kunnu
sexleiku vera ein hjálp