mánadagur 12. februar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 30 - 12. februar 2007
Framtaksgrunnur
Føroya og Royndin
saman við privatum
íleggjarum hava sett
4,6 mió kr í parta
peningi í Simprentis
p/f, sum veitir skeið
til oljuvinnuna
Kunningarøkni
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Nýggi kapitalurin fer at
styrkja um vakstrarmøgu
leikarnar
hjá
felagnum.
Málið er at gerast ein av
fremstu
veitarunum
av
skeiðum til altjóða oljuvinn
una.
- Eg eri sera fegin um, at
hendan loysnin endiliga er
fingin upp á pláss, sigur
Ólavur Ellefsen, stjóri í
Simprentis, ikki sørt fegin,
tá vit hittu hann í telefonini,
beint áðrenn hann fór á
skeið við Statoil-starvsfólk
um í Stavanger í Noreg á
middegi í dag.
Ólavur Ellefsen sigur, at
tey nú hava sett fimm fólk í
starv.
- Vit eru tveir í Havn,
meðan tríggir eru á skriv
stovuni í Aberdeen. Ein
teirra er úr Venesuela, ein
er føroyingur, sum lesur í
Skotlandi og so Graeme
Slaven, sum er kendur í Før
oyum fyri samstarvið mill
um
Handilsskúlan
og
Robert Gordon Universitetið
í Aberdeen.
- Nú eru vit betur førir
fyri at fara út at selja skeið.
Hóast vit gjørdu tað nokso
systematiskt í fjør, tá tríggir
mans kundu liva av hesum,
so gevur hetta okkum nógv
betur møguleikar at arbeiða,
sigur Ólavur Ellefsen.
Í fjør seldi Simprentis
skeið í 12 londum, har fleiri
enn
fimmti
tjóðskapir
vórðu umboðaðir.
Simprentis selir og letur
skeið, sum tey sjálvi gera.
Simuleringar verða gjørdar
í samstarvi við oljufeløgini
– tað ger, at vit fáa røttu
simuleringarnar, sigur Ólav
ur Ellefsen.
Nýggju íleggjararnir í
Simprentis eiga um 40% av
partapeninginum.
Í nevndini hjá Simprentis
sita Ólavur Gregersen, for
maður, Súsanna E. Søren
sen, Christian Nagata og
Rolf H. Olsen.
Áður hevur íbirtingar
felagið SET p/f gjørt íløgu í
Simprentis p/f.
Simprentis veitir skeið til altjóða olju- og gassídnaðin og
útbúgvingarstovnar. Skeiðini eru grundað á
teldusimuleringar, sum felagið hevur ment saman við
olju- og gassfeløgum, við tí fyri eygað, at skeiðsluttakarar
skulu royna seg og hava tað stuttligt fyri at læra sum
mest. Navnið Simprentis er ein samanseting av orðunum
“simulering” og “apprentice”, sum merkir lærlingur.
FAKTA um Simprentis
Hóast freistin at tekna seg
til Oljuráðstevnuna í Norður
landahúsinum týsdagin, var
úti í farnu viku, so er enn
møguleiki at tekna seg sigur
ein av høvuðsfyrireikarun
um, Esther Dahl í Vinnu
húsinum. Hon heldur sjálv,
at innihaldið á ráðstevnuni
og bæði fjølbroytt og við
komandi. - Vit taka aftur í
aftur áhugaverdu boringina
hjá Statoil seinasta heyst,
og vit fáa eitt betri innlit í
komandi boringina hjá BP.
Høvi verður so eisini at
frætta um komandi 3. Út
bjóðing á landgrunninum.
Eisini fara umboð fyri før
oysku oljufeløgini og onnur
oljurelaterað feløg at greiða
frá. Haraftrat fáa vit so eis
ini høvi at hoyra, hvussu
danir hava klárað seg sum
veitarar til teirra oljuvinnu.
Gestafyrilesarin hesaferð er
Jan Müller, ábyrgdarblað
stjóri á Sosialinum, sum
hevur fylgt oljutilgondini
seinastu mongu árini sigur
Esther Dahl, sum væntar
sær eina góða ráðstevnu.
Sjálv ráðstevnan verður sett
av landsstýrismanninum í
oljumálum, Bjarna Djur
holm, týsmorgun kl. 9.40.
Tað er Oljuvinnufelagið
undir Vinnuhúsinum, sum
skipar fyri hesi ráðstevnu,
ið er vorðin ein fastur táttur
á hvørjum ári og harvið eitt
gott íkast til bæði orðaskiftið
og upplýsingina rundan um
eina framtíðar føroyska olju
vinnu.
VW PASSAT AUT
Skrásetingarnr: BP 247
Árgangur: 20.12.98
Km: 143.000
Seinast sýnaður: 17.02.05
Kr. 98.000,-
TOYOTA AYGO 1,0 PLUS 5D
Skrásetingarnr: PR 455
Árgangur: 15.03.06
Km: 23.000
Seinast sýnaður: 15.03.06
Kr. 122.000,-
TOYOTA AVENSIS 2,0 D SOL SED
Skrásetingarnr: KF 437
Árgangur: 28.10.03
Km: 130.000
Kr. 195.000,-
PEUGEOT 106
Skrásetingarnr: TD 501
Árgangur: 06.01.98
Km: 153.000
Seinast sýnaður: 31.03.05
Kr. 30.000,-
TOYOTA COR. 1,6 LINEA TER. 5D H/B
Skrásetingarnr: LJ 887
Árgangur: 27.03.02
Km: 99.500
Seinast sýnaður: 22.06.06
Kr. 115.000,-
TOYOTA CAMRY 3,0 GL SEDAN AUT.
Skrásetingarnr: ER 235
Árgangur: 12.04.00
Km: 94.000
Seinast sýnaður: 09.11.05
Kr. 165.000,-
TOYOTA YARIS 1,0 H/B SOL 5H
Skrásetingarnr: UB 560
Árgangur: 24.04.02
Km: 61.000
Seinast sýnaður: 30.05.06
Kr. 82.000,-
MAZDA B- 2500
Skrásetingarnr: RH 427
Árgangur: 28.03.00
Km:
Seinast sýnaður: 27.11.06
Kr. 80.000,-
KIA CARNEVAL 2,9
Skrásetingarnr: VS 473
Árgangur: 06.09.01
Km: 102.000
Seinast sýnaður: 14.04.05
Kr. 125.000,-
TOYOTA YARIS 1,3 H/B LUNA V/KOMF
Skrásetingarnr: GE 927
Árgangur: 20.01.03
Km: 45.000
Kr. 105.000,-
Simprentis 4,6 mió
í nýggjum kapitali
Enn møguleiki at tekna seg
til Oljuráðstevnu
Ólavur Ellefsen, stjóri í Simprentis er sera fegin um,
at felagið nú hevur fingið kapital at arbeiða við. Hetta
gevur okkum stórar møguleikar at selja skeið úti í heimi