Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2007 Fríggjakvøldið sang Jógvan Hansen seg víðari í íslendsku tónleikakappingini X- Factor,. Sambært heimildarmanni okkara Jens Guð fara atkvøður frá forelskaðum kvinnum at tryggja víðari luttøkuna hjá Jógvani í sendingini. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo - Íslendskar kvinnur elska Jóg­van, hann er vorðin ein av størstu poppstjørnunum her. Eg vænti, at somikið nógv­­ar íslendskar kvinnur eru forelskaðar í Jógvan, at hann skuldi verið trygg ur ei­si­ni í komandi umfari. Orð­ini eigur Føroyavinurin, Jens Guð, ið aftur frígg­ja­ kvøld­ið í íslendskum sjón­ varpi sá Jógvan Hansen syng­ja seg víðari í kapp­ing­ ini X-Factor. Jógvan er ein av 9 lut­tak­ ar­um, ið eru eftir í send­ing­ ini, ið er best umtókta sjón­ varps­send­ing nakrantíð í Ís­lan­di. Áskoðararnir at­kvøða við sms-atkvøðum, og síðan velur dómsnevndin mill­um tey, ið fáa fæstar at­kvøð­ur. Jens Guð greiðir frá, at í sendingini frígg­ja­ dag­in vóru trígg ir sangarar í vandabólkinum og Jógvan tald­ist ikki ímillum teirra. Áð­ur hevur Jens Guð mett, at Jógvan fór at vera í vanda fy­ri at verða sendur heim skjótt, tí hann ikki hevur sa­ma íslendska bakland, ið at­kvøð­ur fyri honum, sum flei­ri av hinum luttakarunum ha­va. Men nú er vent í hol­ uni og Jens Guð væntar, at at­kvøð­ur frá forelskaðum kvinn­um eru neyðuga bak­ land­ið. Jógvan sang frígg­ja­kvøld­ ið 80’ára lagið Dancing In The Moonlight hjá Top­load­ er og gjørdi hetta sera sann­ før­an­di. Fyrrverandi Aria og Kul­ ar­­røt­ur sangarin er vorðið eitt sera kent navn í Íslandi eft­ir, at nakrar vinkonur meld­aðu hann til stóru sang­ kapp­ing­ina. Í farnu viku hevði Fréttablaðið stóra grein um vælumtókta klaks­ vík­ing­in, ið sambært Jens Guð er nýgg jasta føroyska super­stjørn­an í Íslandi. - Fólk eru farin at spyrja. um einki mark er fyri, hvus­ su nógvar góðar sangarar Før­oyar megnar at fostra. Ei­vør er longu eitt av størstu tón­leika­nøvn­un­um her, og onn­ur nøvn sum Høgni Lis­ berg, Lena Andersen, Brand­ ur Enni, Týr, 200, Makrel og Deja Vu hava verið nógv spæld í Íslandi. Við 48.000 íbúgv­ um tykjast føroyingar at hava eins nógvar góðar sang­ar­a­r, sum Ísland hevur við sínum 307.000 í­búgv­ um, og hetta má sigast at vera flott, greiðir Jens Guð frá. Hann sigur seg gleða seg til 31. mars, tá AME aftur vit­jar í Reykjavík. Tí áhugin fy­ri føroyskum tónleiki er se­ra stórur. Prestar vita ov lítið Tað ljóðar kanska løgið, men sambært Kristeligt Dagblad vita danskir prestar so lítið um guðstænastur og sálmar, at heili 80 prosent av prestunum halda, at teir eiga at fáa eftirútbúgving. Ein spurnarkanning vísir, at tað eru serliga teir ungu prestarnir, sum halda seg hava tørv á eftirútbúgving. Rektarin á prestaskúlanum í Århus, Henning Thomsen, heldur, at útbúgvingin er ov stutt. Hon eigur at taka tvær ferðir so langa tíð sum nú, heldur hann. Kapping ella alment Stjórin í Landsverki, Oyvindur Brimnes, ivast í, um tað er rætt at geva partafelagnum Skálafjarðartunnilin loyvi til at gera tunnilin millum Havnina og Skálafjørðin. Við Útvarpið sigur hann, at skal arbeiðið vera privat, eiga fleiri at fáa møguleikan at bjóða seg fram. Løgfrøðingurin Bjørn á Heygum segði í síðstu viku, at eftir hansara tykki eiga politikararnir at umhugsa at stovna eitt alment partafelag til at gera tann ætlaða tunnilin. - Íslendskar kvinnur elska Jógvan Ein maður í kjóla vísti vegin, tá danska melo­ di grand prix veitslan kom til Horsens leyg­ ar­kvøld­ið. Væl bakk­ að­ur upp av góðum dan­si frá føroysku Vígd­is Hentze Olsen. Grand Prixið verður kans­ka ongantíð tað sa­ma aftur. Grand Prix Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nógv hevur verið tosað um, at sigurin hjá Lordi í Euro­ vis­ion finaluni í fjør, fór at beina fyri Grand Prixnum, sum vit kenna tað. Leyg­ar­ kvøld­ið var danska finalan í Grand Prixnum og hóast fyri­reik­ar­ar og stirvnir dóm­ ar­ar gjørdu alt fyri at halda fast í tí siðbunda Melodi Grand Prix slagaranum, so vildu áskoðararnir tað øðr­ ví­si og vinnarin gjørdist frísk­liga­ sta innslagið á kvøld­in­um. Ein drag queen, ið rópti seg DQ við eini fang­an­d­i popp bumbu, ið hann kallaði Drama Queen. Peter Andersen í kjóla og glimm­ur vann danska Melo­ di Grand Prixið frammanfyri nógv­ um túsund áskoðarum í Horsens og milliónum av hyggj­ ar­um kring Danmark og í Føroyum. Lagið Drama Queen breyt frá øllum á kvøldinum, tí tað skerst ikki burtur, at hóast fólk hava tosað um ei­na Lordi-effekt og at Grand Prixið ongantíð fór at verða tað sama aftur, so høv­du fyrireikararnir av Grand Prixnum í eini rá­skilj­ ing og tveimum hálv­fin­al­ um. fingið kóka tey 500 inn­ sendu løgini niður til eitt bland av heilt vanligari og sera óspennandi grand prix salat. Lagið var vorðið ov stutt í hálvfinaluni, men slapp at royna seg aftur í út­varp­in­um í kapping við onn­ur vrakaði løg um eitt so­nevnt Wild Card, og lurt­ ar­ar­nir hjá best umtóktu út­varps­støð­ini í Danmark, P3 valdu at atkvøða Drama Queen inn aftur í Grand Prix­ið, sum eitt Wild Card. Í framførsluni hevði DQ ella Peter Andersen okkurt eyka, har var lív í og festligt og ein herlig sjálvsironi, ið klæð­ir Grand Prixnum. At øll ikki eru samd í, at sjálv­s­ iro­ni er rætta leiðin var próg­va við, at danski soul fav­o­ritt­ur­in James Sampson og tann minst sjálvironiski av øllum, Stig Rossen end­ aðu á ávíkavist 2. og 3. plás­ si. Føroyska Vígdis Hentze Ol­sen hevði ein stóran leik­ lut í sendingini og dansaði sam­an við fleiri øðrum bæði í byrjanini og undir fram­førs­lu­num hjá nógvum tón­leika­­r­um, m.a. vinn­ar­an­ um. Um Vígdis sleppur við til Finnlands er enn ikki greitt. Grand prix post Lordi Jógvan Hansen er til dagligt hárskeri í Reykjavík, men nú er hann eisini vorðin superstjørna Mynd: Dávur Winther DQ sannførdi við eini stórari Grand Prix veitslu m.a. saman við føroysku Vígdis Hentze Olsen. Mynd: Scanpix.dk