Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2007 Kupik barsilsfarloyvi Grønlendski fólkatingsmaðurin Kupik Kleist, hevur fingið barsilsfarloyvi frá Fólkatinginum, men hann noyðist at fara langt niður á listan hjá flokki sínum, AI, fyri at finna ein at møta fyr seg. Fyrsti varalimurin, Georg Olsen, hevur borið seg undan. Annar varalimur er Aviaja Vandersee, men hon kann ikki møta, tí tað er hon, sum gongur við barninum hjá Kupik Kleist. Triði varalimurin, Sofie Rossen, hevur hinvegin sagt ja. Prísurin avgerandi Ein donsk kanning vísir, at prísurin hevur mest at siga, tá danir keypa nýggjan bil. Síðani hugsa fólk um útsjónd og útgerð, meðan tey hava lítlan áhuga í, um bilurin dálkar meiri ella minni enn aðrir. Ein bilasølan í Århus hevur í seinastuni bjóðað fólki reinsifiltur fyri 4.000 krónur, men hóast bilurin kostar 219.000 krónur frammanundan, halda fólk tað vera ov nógv at rinda 4.000 krónur afturat fyri at tryggja, at hann dálkar minni. Í dag læt nýggja ognarmeklarafelagið hjá Føroya Banka, Skyn, upp. – Vit ynskja størri gjøgnumskygni og trúvirði millum partarnar, sigur stjórin Torgun Davidsen VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var ein fegin Janus Peter­ sen, sum í morgun greiddi frá nýggju fyritøkuni hjá Føroya Banka. – Hetta gera vit fyri at kunna veita eina betri heild­ ar­veiting til kundar­nar. – Vitan, lærdómur og skyn­ semi er tað, vit vilja standa fyri segði Janus Petersen og vísti síðani til stjóran í Skyn, Torgun Davidsen, sum er einasti virkni útbúni húsameklarin í Føroyum. Hon segði, at Skyn fer at selja hús, vinnubygningar og grundøkir. Teir fara at ráð­­geva seljarum, men høv­uðs­­dentur verður lagdur á søl­una, segði Torgun David­sen. Vilja seta dagsskránna Fyri jól í fjør kom fram, at Føroya Banki fór undir bú­staðarmekling, og nú fyri­ tøkan fer at virka, eru 16 ognir til sølu. Tað eru tey í fyritøkuni væl nøgd við. Torgun Davidsen, stjóri, sig­ur, at tey ynskja størri gjøgn­umskygni og trúðvirði mill­um partarnar. Hon og Maiken á Mýrini reka Skyn, og komandi mánað verður eitt starvsfólk aftrat knýtt at fyritøkuni, sum sigur seg vilja seta dagsskránna á føroyska ognarmarknaðinum. – Vit vilja ganga á odda at gera ognarmarknaðin gjøgn­ umskygdan. Vit vilja skapa varandi nøgdsemi millum kundarnar við persónligari ráðgeving, og vit vilja vera fremst við fakligari vitan, staðfesti Torgun Davidsen.’ Upplýsa altíð søluprís Hon vísti síðani fjølmiðlunum nýggju heimasíðuna hjá Skyn. Har vera ognirnar lýstar við myndum, og eisini eru plantekningar, sum vísa hvussu ognin er innrættað. Á heimasíðuni eru eisini kort sum siga, júst hvar ognin liggur. Á heimasíðuni stendur eisini eitt prísuppskot fyri hvønn bústað, og tað setur Skyn sum krav fyri at tey sleppa á heimasíðuna. 346 gramm av hassj umborð á Froyu Tollvaldið og løg­ reglan funnu leygar­ morg­unin 346 gramm av hassj um­borð á línu­bát­in­ um Froya. Skiparin gjørdi av leggja at á Havnarmola og fáa bátin kannaðan, og tað var púra beint, sigur Bergleif Brim­vík LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leygarmorgunin kom línu­ báturin Froya til Før­oya eftir at hava verið í dokk í Hirtshals, har yms­ar um­vælingar og mod­ernis­er­ ing­ar eru gjørdar. Á veg til Klaksvíkar valdi skiparin at leggja at við Havnarmola, fyri at fáa skipið kannað ígjøgnum, áðrenn tað kom norður. Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminaldeildina hjá løgregluni, sigur, at skip­ar­ in gjørdi púra beint, tá hann valdi at leggja at Havnarmola og fáa eitt fullkomið eftirlit av skip­inum. Tollvaldið og løgreglan fóru umborð við narko­ hund­um og gjørdu kann­ ingar, og har komu teir fram á 346 gramm av hassji. Løgreglan fer nú víð­ari við málinum og ein maður, sum er føroyingur, er skuldsettur fyri at hava smuglað hassjið. Nakrir norðingar høvdu verið í Suðuroy um vikuskiftið. Har komu teir fram á ein ólæstan bil har lykl­ar­ nir stóðu í. Freist­ ingin gjørdist ov stór, teir tóku bilin, koyrdu avstað og rendu út av LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Klokkan var farin beint av trý leygarmorgunin, tá nakrir mans komu fram­við Statoilstøðini í Vági. Har stóð ein ólæstur bil­ur við lyklunum í. Fyri norð­ing­ arnar var freistingin ov stór, teir tóku bilin og fóru avstað við honum. Góðar 40 minuttir seinni var bilurin funnin. Klokkan 3.45 fann løgreglan bil­in í Tjalduvík, sum er beint sunnanfyri Øravík. Løg­ regl­an sigur, at menninir vóru druknir og umframt at hava stolið bilin, verður førarin eisini ákærdur fyri rúsdrekkakoyring. Eisini aðrastaðni í land­ inum vóru fólk tikin við ov høgari promillu. Í Vágum, Klaksvík og Havn vóru førarar tiknir, sum høvdu drukkið ov nógv. Fótpatruljan úti Annars hevur vikuskiftið hjá løgregluni verið friðarligt sum so. Í høvuðsstaðnum var løgreglan farin út úr bil­ in­um og var úti til gongu millum fólkið. Tvær ferðir fóru teir ímillum, har fólk vóru vorðin ósamd, men ann­ars var lítið at gera hjá teimum. Bilur stolin í Suðuroy Skyn: Gjøgnumskygni og trúvirði á marknaðin Støðulýsing er krav Sum nakað heilt nýtt krevur Skyn eina støðulýsing av ognini, sum tey skulu selja – Hvørja ferð ein ogn verður seld gjøgnum okkum, fær keyparin eina óhefta støðulýsing (tilstandsrapport, blðm.) av ognini. Hetta er ein góð trygd, tí so veit keyparin, hvat hann fær, um so talan er um eina góða ella minni góða ogn. Hetta er eisini góð trygd fyri seljaran, tí hann kann kenna seg tryggan við, at sølan ikki kemur aftur um brekku, sigur Torgun Davidsen. Hon legði aftrat, at higartil høvdu kundarnir bara fegnast um hesa mannagongd. Tað er Landsbyggifelagið, sum skal gera støðulýsingarnar fyri Skyn. Á henda hátt siga tey seg tryggja, at støðulýsingarnar eru væl úr hondum greiddar og óheftar. Kortini veita støðulýsingarnar ikki nakra fullkomna trygd fyri, at ognin er í lagi, men tær lýsa verandi støðu samsvarandi tí, sum er sjónligt. Maiken á Mýrini, Torgun Davidsen, Súni Schwarz Jacobsen og Janus Petersen uttan fyri hølini í Tórsgøtu Mynd: Jens Kristian Vang Fakta um Skyn: Stovnað 17. november 2006 Føroya Banki eigur fyri­tøk­una Torgun Davidsen er stjóri