mánadagur 12. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2007
11
Konflikt
punktið hjá
Landsverki
I eini tíðindasending í
ÚF herfyri úttalaði lands
verkfrøðingurin seg um
verkætlanina “Skálafjarð
artunnulin”, har hann
segði seg ikki kunna við
mæla
at
rundkoyring
verður gjørd, “tí tað ikki
er heppið at hava kon
fliktpunkt, har møguleiki
er at rena á hvønn annan,
harumframt
er
vandi
fyri, at man skapar køir,
tá mest ferðsla er” og at
hettar er í móti teimum
normum ið landsverk
arbeiðir eftir.
Tað, ið landsverkfrøð
ingurin førir fram, er ein
fullkomin andsøgn, við
tað sum landsverk hevur
praktiserað á ferjuleguni
á Krambatanga á Trong
isvágsfirði.
Her hevur landsverk
tilrættalagt verulig “kon
flikt punkt”, við tað at
ferðafólk skulu tvørtur
um koyribreytina fyri at
koma til bussar og bilar.
Ásannandi tað at bilar og
fólk koma við somu ferju
og koma samstundis í
land, fær man køir, ið
gera dupulta portrið á
Smyrli
meinigsleyst.
Man kann undrast á, at
tað er sami landsstýris
maður, ið hevði ábyrgd
ina av bæði bílegging av
Smyrli og byggjan av
ferjuleguni.
Hesin vandin á ferju
leguni hevur verið um
røddur í bløðunum fyrr,
har víst hevur verið á, at
vegurin sjálvsagt skuldi
gingið undir bakkanum
heilt út á endan á ferju
leguni!
Fyri at hjálpa um trygd
ina hevur landsverk gjørt
bungur á koyribreytina,
umframt at seta eina
rúgvu av prestum upp,
so ferjulegan nú mest lík
ist einum pinnsvíni.
Hvussu ber tað til, at
ein so tápulig struktu
rering, ið hvørki er prakt
isk ella trygdarliga for
svarlig av eini ferjulegu,
ikki verður steðga á skriv
araborinum?
Hví verður vegurin
ikki fluttur niðan undir
bakkan?
Hvar er Ferðslutrygd
er hesum málið, hví vísa
teir ikki á vandan, tá
landsverk ikki sær hann?
Bíða teir eisini eftir, at
ein ólukka skal henda
fyrst?
Ein av stóru syndarunum til
fíggjarskrædlið í 1980-un
um, fyrrv. Føroya løgmaður
Pauli Ellefsen – sum síðani
einaferð í síðstu øld hevur
krógvað seg fyri almenning
inum - roynir í grein í Sosial
inum um visión 2015, at
snúgva sær undan med
ábyrgd.
Hann lessar alla ábyrgd
yvir á fíggjarmálaráðharran,
sum sat í samgonguni eftir
hansara egnu frá 1980-84.
Óivað stavar nógv av skuld
ini frá samgonguni 84-88.
Men eisini var fíggjarmála
ráðharrin so óumhugsin at
grava fram alla gamla skuld,
sum ábyrgdaleys landsstýri
høvdu hongt um hálsin á
føroyingum. Heldur enn at
farið í hvønn krók og drigið
óskrásetta skuld fram, átti
hon kanska at havt gjørt
sum Pauli sjálvur, meðan
hann sat sum løgmaður:
Feia inn undir gólvteppið
og so latið tey, sum komu
aftaná eiga upptakið.
Her var fíggjarmálaráð
harrin ikki nóg snildur og
kom tí eisini at taka ábyrgd
av skuld, sum Pauli Ellefsen
átti.
Men hann heldur kanska,
at føroyingar eru so stutt
mintir, at teir hava gloymt -
bert fyri at nevna okkurt av
hansara nógvu brøgdum -
tey
12-15
farmaskipini
hann bjóðaði smáinvestor
um við bæði landkassastuðli
og -veðhaldi, og sum hesir
og landskassin bløddu fyri í
nógv harrans ár. Tað var
fyrst og fremst løgmaður
Pauli Ellefsen og hansara
landsstýri, sum í tíðarskeið
num 1980 – 1984 sleptu
landskassaveðhaldini
til
skip á “glíðibreytina”, og
sum at enda eisini vóru ein
stór orsøk til, at alt sam
felagið kollsilgdi í 1992.
Tá Pauli nevnir, at blokk
stuðulin fór upp í royk í
80’unum, hevur hann púra
rætt. Danski blokkstuðulin
fór snøgt sagt allur sum
hann var, undir heitinum
“stuðul til fiskivinnuna”
upp ígjøgnum skorsteinin á
einum alt ov stórum og
órationellum fiskiflota. Og
hevði tí lítlan og ongan posi
tivan týdning í búskapi
num.
Síðani fer hann eftir full
veldislandsstýrinum og tví
heldur um, at føroyingar
ikki tóku undir við hesum.
Jú somikið stór varð und
irtøkan millum føroyingar
fyri
fullveldinum,
Pauli
Ellefsen, at sjálvt 100 ára
gamli Sambandsflokkurin
fyri at hava lív lagað, føldi
seg kroystan til at smoyggja
illavornað orðið “sjálvstýr
ið” í stevnuskrá sína. Og
gudhálpi mær um teir ikki
eru við, nú kirkjan verður
yvirtikin á ólavsøku. Og
takk skulu teir hava fyri
tað.
Nú er framtíðar politiska
avgerðin tikin hjá Karsten
Hansen. Hann kann ikki
longur virka í tí ”ókristiliga”
Tjóðveldisflokkinum.
Tað er sera áhugavert at
fylgja eini sovorðnari av
gerð og gera sær sína egnu
meting um samlaðu hend
ingina.
Karsten er ”føddur” inn í
Tjóðveldisflokkin.
Pápi
hansara var virkin í politikki
og fakfelagsarbeiði, so at
Karsten endaði í sama
flokki er heilt náttúrligt. Í
sovorðnum føri snýr tað seg
ikki um at vera samdum í
øllum, tí alla tíðina verða
broytingar gjørdar í uppfat
anini av politiskum hugsjó
num og normum, men ein
meðvitandi persónur setur
sær heldur fyri at vera virk
in og vera við til at laga
flokkin og stevnuskrá til tíð
ina, men kortini altíð halda
endamálið í eygsjón.
Tveir hugsjónarliga veik
ir populistar í Tjóðveldis
flokkinum settu sær sum
mál at vinna eyka atkvøður
til komandi løgtingsval við
at egna fyri sokallaðum
homoseksuellum.
Hesi
settu okkara ”høga” løgting
í ”sjokkstøðu” við uppskot
inum um broytingar í revsi
lógini grein 266b. Henda
viðgerð er ikki verd meiri
umrøðu!
Karsten hevði so stórar
trupulleikar av støðu flok
sins í hesum máli, at hann
helt seg ikki kunna virka
har longur, og hann bað tí
um at verða strikaður bæði
úr tingbólki og valfelag!
Í morgun hava vit frætt í
fjølmiðlunum, at hann hev
ur gjørt av at melda seg inn
í Miðflokkin, ivaleyst tí, at
har heldur hann seg kunna
virka við sínum andaligu
sannføring
og
politiska
tevi.
Men er tað hetta, ið eg og
onnur vænta okkum av ein
um ”sinniligum politiskum
tungvektara”? Nei!
Er tað ikki júst teimum
sjúku, ið tørva lækna?
Var avgerðin hjá tjóðveldis
tingmonnum so skeiv, so
hava teir júst tørv fyri ein
um andaligum vaknum per
sóni til rættleiðingar, men
kortini rýmdi hann av garði!
Hví?
Vit enda tíverri eisini
hesaferð í somu skuffu,
sum so mangan áður, at
sjálvt eitt so ”høgt” starv
sum løgtingsmaður endar
sum eitt lívsstarv hjá einum
breyðpolitikkara!
Tikið verður mangan til
orðini: Andin er fúsur, men
holdið er veikt. Men í hes
um føri meti eg, at styrkin í
holdinum er fúsur, men and
in er veikur!
Harra Jóannes Ejdesgaard,
løgmaður,
Tinganes
110 Tórshavn
Eg fari sum limur í Norður
landaráðnum, umboðandi
samgonguna at heita á løg
mann um at koma við eini
átalu og at bera so í bandi,
at ein rættleiðing verður giv
in í sambandi við 12. resolu
tiónina í “Slutdokument –
Ungdomens Nordiska Råd
27.-29.10. 2006 Christians
borg , Køpenhavn”, sum er
viðløgd brævinum.
Her verður m. a. sagt, at:
”En nedstemming av lov
forslag om diskriminations-
beskyttelse for homoseksu
elle på Færøerne har ført til
vold mod homoseksuelle
og omfattende forfølgelse
af homoseksuelle”.
Løgmaður
er
greiður
yvir, at hetta er bæði ósatt
og óheppið og setur før
oyska hampamannin í eitt
sera vánaligt ljós.
Eisini leggi eg dent á, at
vit í Føroyum hava skrivi
frælsi, sum er meiri vert,
enn vit mangan geva okkum
far um, og sum í ríkiligt
mát hevur verið brúkt sein
astu tíðina, har lesarabræv-
skrivarar hava givið til kenn
ar sínar ymiskligu mein
ingar.
Hinvegin skulu vit minn
ast til, at her er ikki talan
um lesarabrøv, men ein nið
urstøða, sum 55 umboð
fyri norðurlendska komandi
politiska ættarliðið hevur
sett út í kortið.
Á fundi millum Mentanar
nevnd Norðurlandaráðsins,
har eg umboðið Føroyar og
á hini síðuni umboð Ung
dóms-Norðurlandaráðsins
havi eg átalað viðferðina
okkara komandi ættarlið av
politikarum gevur føroyska
hampamanninum.
Eg fari tí at heita á teg um
vinarligast at taka málið
upp, geva eina átalu fyri
hesa viðferð og krevja eina
rættleiðing og umbering.
Tíðindaskriv frá
Fólkaflokkinum
Fólkaflokkurin undrast á,
hví onki hoyrist frá løg
manni og Høgna Hoydal í
samband við ósonnu og
niðurgerandi niðurstøðu
hjá
Ungdóms-Norður
landaráðnum móti før
oysku tjóðini.
Jógvan við Keldu, limur í
Norðurlandaráðnum hevur
á fundi hvassliga mótmælt
ósonnu og óhepnu niður
støðuni hjá Ungdóms-Norð
urlandaráðnum, har før
oyska tjóðin víðfevnt verður
løgd undir at søkja at og for
fylgja samkyndum.
Á viðtøkuskjali “Slut
dokument - Ungdomens
Nordiska
Råd
27.-
29.10.2006, Christiansborg,
Køpenhavn” vóru 13 niður
støður festar á blað. Í 12.
resolutiónini stendur soleið
is m.a.:
“En nedstemming av
lovforslag om diskrimina
tionsbeskyttelse for homo
seksulelle på Færøerne
har ført til vold mod homo
seksuelle og omfattende
forfølgelse af homoseksu
elle”.
Í seinastu viku var fundur
millum Mentanarnevndina
hjá
Norðurlandaráðnum,
har Jógvan við Keldu situr,
og hinumegin umboði fyri
Ungdóms-Norðurlanda
ráðsins, har Føroyar eisini
eru umboðaðar. Á hesum
fundi var greitt frá arbeið
inum hjá Ungdóms-Norður
landaráðnum, sum vanligt
er, og síðani hava politikarar
høvið til at spyrja og gera
viðmerkingar.
Jógvan førdi fram yvirfyri
umboði Ungdómsráðsins,
at
hann
undir
ongum
umstøðum kundi góðtaka
viðferðina føroyska tjóðin
víðfevnt fekk frá ráðnum
og vísti á, at hetta var bæði
óheppið og ósatt, at leggja
føroysku tjóðina undir at
útinna “vold mod homo
seksuelle og omfattende for
følgelse
af
homoseksu
elle”.
Fólkaflokkurin er samdur
um, at hetta setur eisini før
oyska fólkið í eina óveruliga
støðu, og vanligi føroyski
hampamaðurin verður av
órøttum settur í eitt serliga
vánaligt ljós.
Svarið frá formanninum í
Mentanarnevndini var, at
“vit kunnu ikki blanda okk
um upp í teirra avgerðir”.
Svarið frá umboðið Ung
dóms-Norðurlandaráðsins
var, at “tað er harmiligt, at
føroyska umboðið skuldi
taka tað soleiðis”.
Tí hevur Fólkaflokkurin
viðgjørt málið og sjálvandi
virðir flokkurin skrivifrælsið
og vísir í hesum høpið á, at
lesarabræv-skrivarar í ríki
ligt mát hava nýtt hetta
frælsið, men átalar, at 55
politisk umboð, sum er part
ur av komandi politiska
ættarliðinum í Norðurlond
um gevur føroyska fólkinum
tílíka viðferð, eigur ikki at
vera góðtikið og eigur at
verða mótmælt frá hægsta
staði.
Tað undrar eisini, at løg
maður og hansara fjølmiðla
lið ikki hevur gjørt vart við
hetta fyrr. Eisini má sigast,
at Høgni Hoydal, sum er
danskur varamaður í Norður
landa-ráðnum, Tjóðveldis
flokkurin og fyri alt tað
Norðuratlantsbólkurin, sum
bara tað “lotar av hanakjafti”
ger viðmerkingar og hevur
spurningar, tá nakað er
áfatt, ikki hevur latið við
seg komið.
Jógvan við Keldu, sum er
annar føroyski limurin í
Norðurlandaráðnum
og
umboðar samgonguna, hev
ur tí sent løgmanni bræv,
har hann heitir á hann at fáa
hetta avsannað.
Visiónin frá 80’unum
Limur í
Norðurlandaráðnum
Jógvan við
Keldu
Trongisvágur
Kristian
Stórhamar
Heðin
Samuelsen
Eyðun Mohr
Viderø
Jacta est alea
Krevji eina átalu
Føroyska umdømið í útlondum má verjast
viðmerkingar