Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2007 13 Arni Mortensen á Argjum andaðist 10. februar 67 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mánadagin 12. februar klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju týsdagin klokkan 13. Tey ið vilja minnast Arna, kunnu lata eina peningagávu á konto í Eik. Hjørdis Brønholm, dóttir Kvívíks-Tummas, and­aðist 8. februar í Keypmannahavn 91 ára gomul. Kórsetingin fer fram seinri. Tey, ið vilja minnast Hjørdis, kunnu lata porto til útbering av Sunnudagsblaðnum, konta í Eik. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara góða mamma, vermamma, omma, langomma og systir Hjørdis Brønholm (fødd Thomassen, dóttir Haju og Kvívíks-Tummas) búsitandi í Keypmannahavn, andaðist 8. februar, 91 ára gomul. Kórsetingin verður seinni. Familjunnar vegna Elin, Sigrun og Tummas. Annelin. Tey, ið vilja minnast Hjørdis, kunnu lata »Porto til útbering av Sunnudagsblaðnum« eina gávu. Konto nr. 495.815.4 í Eik-Bankanum Kunngjørt verður, at kæra kona mín, dóttir, systir, svigarinna, mostir og fastur okkara Esta Vilhelm fødd 25. aug. 1958, ættað úr Klaksvík andaðist í heiminum í Nørre Snede 9. febr. 2007. Jarðarferðin verður úr Nørre Snede kirke mikudagin 14. febr. kl. 13. Familjunnar vegna Jørn Christiansen Asta, Atli og Jensa Dagurin 13. februar. Benignus, deyður umleið ár 300. Prestur í Todi í Umbriu í Italiu, sum mátti tola deyðan sum pínsluváttur. Í morgin, týsdagin 13. febru­ar, verður Jógvan Páll Háberg í Havn 60 ár. Jógvan Páll var í fleiri ár fastur fúsur við samráðingarborðið, tá ið almenni arbeiðsmarknaðurin telvaðist um lønir og arbeiðs­treytir annars. Í nøk­ur ár var hann skrivari í Starvs­manna­felagnum, og so arbeiddi hann á lønardeildini í Tinganesi. Jógvan Páll Háberg er havn­armaður við stórum H. Hann hevur mest sum alla sína tíð búð í Havnini, og hann trívst best í miðbýnum og gamla býar­ partinum. Hjørdis og Petur W. Háberg fluttu úr Hornabø og heim í Magnus Heina­ sonargøtu, tá ið Jógvan Páll var tvey ára gamal. Har vaks hann upp saman við systkjunum. Børnini hjá Hjørdis og Petur eru Beinta, Erna, Jógv­an Páll, Elma, Pætur og Mal­an, sum øll búgva í høvuðsstaðnum. Jógvan Páll var á skriv­stovuni á Skipa­ felag­num, og so arbeiddi hann í tólv ár á Føroya Brunatrygging, sum helt til á Glade hjørn og seinni uppi á Hálsi. So var tað, at Jógvan Páll varð skrivari í Starvsmannafelagnum og seinni fór í starv á Løg­mansskrivstovuni og lønar­­deildini. Tey síðstu árini hevur hann arbeitt í Inn­lendismálaráðnum, har hann serliga hevur tikið sær at landsfólkayvirlitinum. At arbeiða í søguliga um­hvørv­in­um í Tinganesi hevur dám­að Jógvani Páll serliga væl. Hann hevur stóran áhuga fyri og kunnleika í søguni hjá havnarfólkum og Havnini. Einki er at ivast í, at góðu analytisku evnini eru komin arbeiðsgevarunum til góða. Ikki minst tá ið tað hevur snúð seg um samráðingar. Jógvan Páll er góður lurtari, og hann megnar væl at finna kjarnuna í spurningum og at skilja tað, sum hevur størsta týdningin, frá tí, sum kanska hevur minni at siga. Hann er góður ráðgevi, og eingin nýtist at fara aftur um aftur í tí, sum Jógvan Páll hevur avgreitt. Hóast hann ikki hevur lagt í at troðka seg fram við tí, men heldur hevur havt tað sum frítíðarítriv fyri seg sjálvan og so tey allar næstu, so slepst ikki utt­an um í lýsing av 60 ára føð­ing­ ardagsbarninum at nerta við, hvussu fjølgávaður hann er. Á ungum árum lærdi hann at spæla hjá Rigmor, og hann er fínur pian­ istur. Jógvani Páll hevur altíð dámað væl at tekna og klippa, og tað hevur ligið væl fyri. Tað hevur ikki verið akkurát hann at sýna fram, men treyð­ugt so, so hevur hann lut­tikið á framsýningum við klippum. Hann hevur klipt jólakort, og eina ferð gjørdi hann jólamerki við temanum úr Lítla Elsa droymdi. Kvalitetur hevur verið vøru­merkið í øllum, sum Jógvan Páll hevur latið úr hondum. Tað sæst eisini í tí, sum hann hevur sett saman í bundnum máli. Tað er hugnaligt at støkka inn á gólvið á Landavegnum, Serliga upp á tvey mans hond er hann meistari í at lýsa og greiða so livandi, gjølla og beinrakið frá, at hann í fáum orðum fær teg at sansa upplivingarnar so mikið væl, at tað er um reppið, at tú tevjar bæði lukt og deym! Jógvan Páll giftist í 1974 við Elsebeth fødd Nolsøe og ættað úr Havn. Børnini eru Annika (1975) og Bárð­ur (1979), sum bæði búgva í Havn. Abbabørnini eru Jógvan, Heini og lítla Elsebeth. Jógvan Páll er fam­iljumaður burturav, og heimið hjá Elsebeth og hon­um er eyðkent av stórum hugna og gestablídni og treyta­leysum áliti á hin al­máttuga. Føðingardagin er Jógvan Páll burtur­ staddur. Vit eru mong, sum senda hon­ um og familjuni okkara bestu kvøður og takka fyri góðan vinskap í mong ár. Jóannes Jógvan Páll Háberg 60 ár Tíðindaskriv   Fríggjadagin 9. februar fingu fýra kavaranæmingar prógv sum OW-kavarar frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Næmingarnir hava sein­ astu vikurnar fingið undi­r­ vísing í kavaraástøði, kaving í svimji­høll og kaving í sjónum. Á myndini síggja vit lut­ tak­ararnar eftir seinasta kavið, f.v.: John Johnsson, in­struktørur, Arnold David­ sen, Toftir, Magni Joen­sen, Signabøur, John J. Peter­sen, Klaksvík og Mirko Milin­ kovic, Kollafjørður. Faroe Dive, Klaksvík: Fýra fingið prógv sum kavarar Lesið Sosialin - so eru tit við nøvn