Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 30 - 12. februar 2007 ] EB/Streymur vann stórt á AB Silvurvinnararnir úr EB/Streymi spældu í gjár venj­­ingardyst ímóti AB, sum í ár skal spæla í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Tað var nakað av muni millum liðini, tí EB/Streymur vann 5-1, eftir at støðan var málleys í hálvleikinum. Sambært heima­­síðuni hjá AB royndi ein danskur spælari seg fyri fyrstu ferð við AB. Tað var Morten Over­ gaard, sum spældi í miðverjuni saman við Fróða Clementsen. Símun heldur fram í Keflavík Føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen hevur skrivað undir nýggj­an tvey ára sáttmála við íslendska felagið Keflavík. Símun Samuelsen hevur spælt í Íslandi í hálvtannað ár, og í fjør gekk rættiliga væl hjá hon­um í Keflavík, sum spælir í bestu íslendsku deildini. Hetta hevur fingið felagið at leingja sátt­ málan við Símun í tvey ár afturat, og á heimasíðuni hjá Keflavík verður fegnast um, at føroyski spælarin heldur fram í felag­num. Í Keflavík halda tey, at Símun var millum bestu spælararnar hjá Keflavík í fjør. VÍF var fyri tað nógva ein flokk oman fyri StÍF í steypafinaluni leygardagin. Men teir megnaðu ikki at gera arbeiðið liðugt, tá sálarliga StÍF- trauma’ið gjørdist ov trýstandi Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ingi Olsen kundi valla sagt tað á betri hátt enn tað sama, tá hann gjørdi sínar við­merkingar í upptaktini til steypafinaluna. Mest ruti­ neraði vestmenningurin av øllum staðfesti, at skuldi final­an vinnast, so skuldi hetta gerast í høvdinum. Hann kundi kanska eisini vent tí eitt sindur á høvdið, tí var tað nakað stað, at vest­ menningar taptu finaluna leygardagin, so var tað júst í høvdinum. Vórðu skjótt fýstir Stóran part av dystinum vóru tað nevnliga teir gulu, sum høvdu greiða yvirvág. Strand­ingar framdu mun­ andi fleiri mistøk, enn teir vanliga gera í slíkum dysti, og aloftast vóru vestmenn­ ingar menn fyri at revsa hesi. Sjálvt Mari­an Cirloga­ nescu í málinum tóktist ikki hava ein av sínum skjótt van­ligu finaludøgum, og so gjørdist tað serstakliga trup­ ult hjá StÍF. Tað gingu heldur ikki meira enn smáir 10 minuttir, áðrenn teir tveittu ætlaða trum­fin á vøllin. Sveinur Just­inussen hevur als ikki spælt í ár, men í evstu løtu varð hann tó meldaður klár­ ur til dystin leygardagin. Iva­leyst var ætlanin, at StÍF við hesum kundi hava eitt vápn, sum skuldi tveitast á vøllin seinastu løtuna, um støðan kravdi tað, men tann parturin av tankanum hvarv so, tá ungi stórskjúttin so­­ mikið skjótt varð tveittur inn. Eli í hopla Marian Cirloganescu hevur fyri tað mesta verið eitt við steypafinalur, men leygar­ dagin var tað fyri tað heilt nógva ein annar málverji, sum stjól myndina. Eli Müller í VÍF-málinum kom heilt skjótt at standa heilt sterkur í myndini. Sum fyrri hálvleikur leið, so gjørd­ust strandingarnir alt meira frustreraðir, tí líka­ mik­ið, hvussu teir bendu skot­unum, so tóktist vest­ menn­ingurin at standa fyri teimum. Vakrast var kanska dupultbjargingin, sum hevði móti Rúna og Bent ta einu ferðina, men tað stóð øllum sólarklárt, at við hetta lag skuldi tað verða meira enn vanliga trupult hjá StÍF at toga steypið heim við sær. Eisini tí VÍF nú veruliga hevði fingið sjálvsálit í sítt spæl. Enn vórðu villurnar kanska dekan ov nógvar í tali, men tá málverjin so­­ leiðis borgaði fyri, at flestu av hesum vóru kostn­aðar­ leysar, merkti hetta ikki sjálvsálitið. Eitt sjálvsálit, sum bara øktist, eins og mun­urin á talvuni eisini gjørdi tað. Skuldu stongt dystin At strandingar byrjaði nak­ að nógv meira offensivt eftir steðgin, endurskapti aft­ur vónina um eina spenn­ andi finalu. Tó at vest­menn­ ingar fyrstu longu løtuna hildu tørn í sannari mál­ veitslu, so var vissan í spæli­ num ikki longur tann sama. Teir gulu tóktust brúka nógv fleiri kreftir til hvørt einstakt av sínum málum, Eli var heldur ikki longur sami múrurin, sum hann var tað fyri steðgin, og eitt skifti sendu vestmenningar sjálvan fíggjarmála­ráð­harr­ an at verja netið millum stólp­arnar. Hetta munaði eisini eina løtu. Tá farið varð undir sein­asta sættapartin av dyst­ inum, høvdu vestmenningar strítt seg upp á fimm-mála leiðslu, og so skuldi tann dysturin verið avgjørdur. Taptu sálarkríggið At tað kortini ikki gekk so, eru helst fleiri orsøkir til. Har skal standa: StÍF-VÍF 26-25 (11-14): Marian átti seinasta orð Marian Cirloganescu átti enn eina ferð seinasta orðið í steypafinaluni. Hóast nøkur sekund vóru eftir, so tustu spælararnir innn í brotsteigin, har málverjin varð fagnaður til tað stóra gullmerkið Mynd: Jens Kr. Vang StÍF-VÍF 26-25 (11-14) Støður í dystinum 10 min: 5-5 20 min: 9-9 40 min: 17-20 50 min: 21-23 Málskjúttar StÍF: Jakob Jónsson 7, Leivur Justinussen 5(5), Sveinur Justinussen 3, Bárður Danielsen 3, André F. Danielsen 3, Finnur Hansson 3, Mortan Hansen 2, Borgar Danielsen 1 VÍF: Áki Olsen 8(1), Regin Joensen 6, Agnar Joensen 4, Sámal Joensen 3, Ingi Olsen 3, Harald Bjørgvin 1 Brotskøst: StÍF 7/6, VÍF 2/1 Útvísingar: StÍF 3, VÍF 5 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA