Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 30 - 12. februar 2007 ] Ronaldo á vøllin fyri AC Milan Brasilski álopsspælarin Ronaldo spældi fyri fyrstu ferð fyri AC Milan um vikuskiftið. Ronaldo skifti í januar mánaði frá Real Madrid til AC Milan at spæla. Sunnudagin sat Ronaldo á beinki­num, tá ið AC Milan spældi ímóti Livorno. Í hálvleikinum var støðan 1-1, men í seinna hálvleiki gjørdi Marek Jankulowski sigurs­málið hjá Milan. Ronaldo kom á vøllin, tá ið ein hálvur tími var eftir at spæla, men hann skoraði ikki í fyrstu royndini. Andrew gjørdi tvey mál Andrew av Fløtum gjørdi rættiliga vart við seg í venjingardysti hjá Fremad Amager um vikuskiftið. Fremad Amager spældi ímóti næstbesta liðnum hjá FCK, og liðið av Amager vann dystin 3-1. FCK kom á odda 1-0, men so skoraði Fremad Amager tríggjar ferðir. Andrew av Fløtum spældi í álopi­num, og hann javnaði til 1-1, áðrenn hann so skoraði til 2-1. Tá ið støðan var blivin 3-1, var Andrew skiftur út. ðið Men so nógv tann fremsta av hesum er uttan diskussión sálarligi parturin av spæli­ num. Vestmenningar høvdu sigurin so nær, at teir mest sum kundi nerta við hann. Kendu helst eisini rómin av steypinum, sum stóð hálvan metur frá miðlinjuni. Ar­beiðið skuldi bara gerast liðugt, áðrenn gongan kundi fara móti bankastjóranum, sum skuldi handa steypið. Men so gekk alt galið. Bæði millum spælarar og venjara tóktist panikkurin brád­liga at breiða seg. Hug­ takið frá Willy Raillo um at tora at vinna, gjørdist meira aktuelt enn nakrantíð, tá spæl­arar ferð eftir ferð framdu mistøk í álops­parti­ num. Antin við at fremja reguler teknisk mistøk, ella við at skjóta, langt áðrenn hetta var neyðugt. Og tað gjørdi tað neyvan lættari, at bonkurin nú var farin í holt við eina støðuga útskifting av fólki. Ein út­skifting, sum bar við sær, at álopsketan neyvan var tann sama tvey álop á rað. Ikki minst á áskoðara­ pláss­unum tóktist sálar­ frøðin gera um seg. Tí hóast VÍF enn var framman fyri á talvuni, so var stórur munur á decibel-talinum, sum mál frá báðum liðunum høvdu við sær. Takið á høllini nær­ um lyftist uppfrá, hvørja ferð StÍF sendi bóltin í kass­ an, meðan talan hjá VÍF meira tóktist um eitt djúptt suff, tá teirra menn skor­ aðu. Steypaliðið av øllum At Marian nú eisini fór at sveiggja seg upp, gjørdi ikki støðuna betri. Størsta kynstrið hjá einum góðum spælara er aloftast, at hesin er góður, júst tá tørvurin er størstur. Og í so máta mundi Marian hava eitt innbygt stopp­ur við sær hendan dag­ in. Varð stórspælið togað fram bara ein minutt seinni, kundi endin av dystinum væl verið ein heilt annar, Einasti spælarin hjá VÍF, sum ikki tóktist hava trupul­ leikar av málverjanum, var Regin Joensen, men tá hann í fleiri førum varð hildin á beinkinum, hvarv tann hótt­ anin eisini. Ístaðin varð álitið sett á skot­royndir útifrá, men vórðu hesar ikki blokkaðar av stórspælandi Borgar Dan­ ielsen í verjuni, tóktist Mari­ an hava tamarhald á teimum flestu, og tað var eisini bjarg­ingin hjá StÍF. Tí heldur ikki teir spældu uttan mistøk seinastu løt­ una. Bara góðan minutt fyri dystarlok, vildi Finnur Hans­son avgera alt sjálvur, men forkølaða skotroyndin gav VÍF góða tíð til sítt álop. Her framdi Áki Olsen tó sama mistak, og so kundu strandingar fara í sítt sein­ asta álop. Har gjørdist Svein­ur Justinussen í besta H.C. Andersen-stíli hetjan, tá hann sendi seinasta bóltin í kassan, og so kundi Mari­ an enn einaferð sveiggja seg upp, tá hann fekk fótin á seinastu skotroyndina frá Áka Olsen. Og so var sig­ urin heima, og strandingar vistu tað. Hondbólturin vann Seinasta bjargingin fekk spælararnar at tysja inn í málteigin, áðrenn seinastu sekundini vóru runnin av klokk­uni. Kanska kundu dóm­ararnir eisini valt at tveita onkran spælara út og geva VÍF eitt seinasta tríggja-metra kast, tá bólt­ urin varð tikin frá Marian, meðan tvey sekund enn vóru eftir á klokkuni, men svørtklæddu menninir, sum komu væl frá uppgávuni, dugdu eisini at hava fing­ urin á pulsinum, soleiðis at hondbólturin kundi vinna á paragraff-ryttarínum. Nak­ að sum føroyskur hond­bólt­ ur kanska hevur saknað sein­astu tíðina. Og so kundu strandingar enn eina ferð fara eftir steypinum. Hetta er fjórða árið á rað – og sættðu ferð í sjey ár - at steypið endar á Skála Mynd: Jens Kr. Vang 19