Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 30 - 12. februar 2007 ] Spenningur í 2.deild Í 2. deild í talvi vunnu toftamenn á oddaliðnum úr Vestmanna, og tað merkir, at fleiri lið kunnu fáa vestmenningar aftur, sum annars hava verið suvirenur í seinnu helvt. Toftamenn og bæði havnarliðini í 2. deild hava góðar møguleikar at órógva oddaliðið seinastu tvey umførini. -cens Helgi skal verja NM-heitið Liðkappingin heldur frí komandi vikuskiftið. Tíggju av okkara bestu telvarum undir 20 ár fara í ein beinan útnyrðing at umboða Føroyar. Spennandi verður millum annað at vita, um tað eydnast Helga at endurvinna NM-heitið. Fylgið við á HYPERLINK „http://www.faroechess.com/“ www. faroechess.com. -cens Hóast klaksvíkingar hava telvað ein dyst meira enn vestmenn­ ingar, verður tað torført hjá verandi føroyameistarunum úr Vestmanna at fáa oddaliðið aftur. Munurin er 4 stig Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Klaksvíkingar eru neyvan heilt nøgdir við úrslitið í Sanda­vági sunnudagin. 3-1 ljóðar sum ein greiður og góður sigur, men talan var um eina topp-botn uppgerð, og við manningini oddaliðið hevði, átti møguleiki verið fyri einum enn størri sigri. Olaf Berg hevur ikki havt góð úrslit á 1. borði hjá Sanda­vági. Hann tapti ímóti Heina Olsen. Helst hava sanda­vágsmenn ætla sær- við Olaf á liðnum - at tryggja sær sæti í fremstu deildini í ár, soleiðis at ungu evnaríki telvararnir har vesturi aftur kundu telva millum teir bestu komandi ár. Hevur Olaf havt tað trup­ ult, so hevur tað gingið hampi­liga væl hjá hinum. Torkil Nielsen hevur fingið góð úrslit, og Jón Gregersen er komin væl í gongd. Og tað varð eisini Jón, sum tryggj­aði heimaliðnum tað eina stigið, tá hann vann á Terja Petersen. Helgi við fyri fyrstu ferð Havnarmenn hava alla kapp­ ingina havt sera óstøðuga manning. Helgi Dam Ziska - sum nú offissielt hevur fingið staðfest sítt IM-heitið – telvaði fyri havnarmenn fyri fyrstu ferð í ár. Veteranurin Rani Nolsøe megnaði ikki at steðga Helga. Klaksvík 2 fekk kortini nógv burturúr, tí teir hálaðu tvey stig inn, og javnleikur varð tí úrslitið. Havnarmenn vinna helst bronsuna, meðan Klaksvík 2 og Sandavágur stríðast um at sleppa undan at enda aftast. Tað fær tó ongan týdning, tí kollfirðingar tóku seg úr kappingini, og tí flytur einki lið niður í 2. deild. Endabresturin fyri framan Vestmenningar eru fýra stig aftanfyri oddaliðið úr Klaksvík, men hava tveir dystir eftir, meðan klaks­ víkingar bert hava ein dyst eftir at telva. Klaksvíkingar møta havnarmonnum í seinasta umfar­inum fyrst í mars, meðan vestmenningar skulu telva ímóti havnarmonnum 25. februar og síðani Klaksvík 2 á seinasta leikdegi. Tískil eru allar súðir ikki syftar, sum Nolsøe-maðurin í Kring­ varpinum beinrakin plagar at taka til. Klaksvíkingar hóma gullið Ólavur Simonsen fyri Klaksvík og John Rødgaard fyri Vestmanna stríðast um gullið, nú FM-kappingin fyri lið er heilt nær endanum Úrslit og støðan 1. deild - 8. umfar Sandavágur-Klaksvík 1 1-3 Olaf Berg-Heini Olsen 0-1 Torkil Nielsen-Finnbjørn Vang 0-1 Bernhard Augustinussen-Ólavur Simonsen 0-1 Jón Gregersen-Terji Petersen 1-0 Klaksvík 2-Havnin 2-2 Rani Nolsøe-Helgi D. Ziska 0-1 Tummas Martin Sólsker-Martin Poulsen 0-1 Rani Baldursson-Martin Brekká 1-0 Rúni Dragaberg-Regin Reinert 1-0 Støðan Lið Dystir Stig 1 Klaksvík 1 20,0 2 Vestmanna 6 16,0 3 Havnin 6 11,0 4 Sandavágur 7 8,5 5 Klaksvík 2 6 7,5 Møguleiki er at fáa eina pinkutjóð í okk­ ara bólk, tá Føroyar fyri fyrstu ferð eru í pottinum til U-21 undankapping Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skotland, Kassakhstan, Cyp­ros, Malta, San Mar­ ino, Estland, Aserbadjan, Luksemburg, Liktenstein og Montenegro eru saman við Føroyum styrkismett í veikasta bólkinum, tá luta­ kastið verður á Hotel Hilton í Stockholm í morgin. Lutakastið er háttað so­leiðis, at í einum bólki verða tvey av niðast styrk­is­ mettu liðunum, og ivaleyst vónar føroyska ferðalagið, at Føroyar kunnu koma í slíkan bólk. Tí hóast ein størri bólkur ber hægri ferðaútreiðslur við sær, so eru ítróttarligu útlitini betri í slíkum bólki. Fíggjarligi parturin kann tó vigað tungt, um Føroyar enda í sama bólki sum Kasakhstan, tí tað er á ongan hátt ókeypis at flyta heilan landsliðshóp hálvan veg kring klótuna. Liðini, sum eru í pott­ inum, eru annars styrkis­ mett soleiðis: Bólkiur A: Holland, Portu­gal, Italia, Frakland, Týskland, Belgia, Serbia, Kekkia, Danmark, Spania. Bólkur B: Russland, Ong­ land, Kroatia, Ísrael, Sveis, Ungarn, Rumenia, Ukraina, Slovakia, Slovenia. Bólkur C: Turkaland, Grikka­land, Pólland, Hvíta­russland, Noreg, Bosnia-Hersegovina, Ís­land, Bulgaria, Litava, Moldova. Bólkur D: Eysturríki, Let­land, Wales, Írland, Norður Írland, Makedonia, Georgia, Armenia, Albania, Finnland. Soleiðis kundi eitt gott føroyskt lutakast giv­ið okkum Holland, Ong­land, Ísland, Finnland og San Marino í okkara part. Hinvegin er eisini møgu­ leiki fyri, at bólkurin inni­ held­ur Serbia, Russland, Hvíta­russland, Georgia, Kasakh­stan og Føroyar. Og tann møguleikin ljóðar ikki heilt so hugaligur, sum tann fyri ger tað. Í føroyska ferðalagnum eru Bill McLeod Jacobsen, lands­liðsvenjari, Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, og Magnus á Stongum, nevndar­limur. Bólka­vinnararnir í teimum tíggju bólkunum skulu saman við fýra bestu 2’arunum dystast í play- off dystum um tey sjey plássini í endaspælinum, har vertstjóðin, Svøríki, eisini tekur lut. U-21 lutakastið verður í morgin