mánadagur 12. februar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2007
Maskinmeistari
søkist til Elfelagið SEV
Eitt starv sum maskinmeistari við elverkini í
Suðuroy er leyst at søkja til setan frá umleið 1.
mars 2007 ella skjótast gjørligt aftan á 1. mars
2007.
Talan er um avloysarastarv fyri maskinmeistara í
farloyvi, og verður setanin tí tíðaravmarkað til
eitt ár.
Starvið:
Maskinmeistaraarbeiðið umfatar rakstur og hald
av elverkunum í Suðuroy, bæði sum dagarbeiði
og sum vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Vakthavandi maskinmeistari hevur yvirvaking av
og lastfordeiling millum Vágsverkið og elverkið í
Botni umframt netyvirvaking og koblingsleiðslu
fyri elnetið í allari Suðuroynni.
Elverkini í Suðuroy umfata í løtuni:
• Elverkið í Vági við trimum dieselmotorum,
tilsamans 9,7 MW.
Hesir motorar eru riknir við tungolju
• Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við
tveimum turbinum upp á tilsamans 3 MW
• Elverkið í Trongisvági, sum ikki koyrir
dagliga, men er til at taka við einum
dieselmotori upp á 2 MW.
Arbeiðsstaðið (uppmøtingarstaðið) er á Vágs
verkinum, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verð
ur á og út frá hesum arbeiðsstaðið til hini el
verkini eftir tørvi, og fer flutningur vanliga fram
við arbeiðsbili hjá SEV.
Førleikakrøv:
Kravt verður, at umsøkjararnir hava fulla maskin
meistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistara
prógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv, ella
í minsta lagi tvey ára maskinmeistaraútbúgving.
Lønin:
Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og
Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir útbúgving og starvsaldri
innan maskinmeistarayrkið.
Umframt føstu lønina kann roknast við vaktar
gjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Umsóknir:
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu
ligum ummælum verða send Elfelagnum SEV,
Postrúm 319, FO110 Tórshavn og skulu vera
SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin, tann 26.
februar 2007.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til Palla Mortensen, verksmeistara á el
verkunum í Suðuroy ella til Berg Didriksen,
deildarstjóra á Maskindeildini, báðir á telefon nr.
346800.
Fólk søkist
Vit søkja eftir einum álítandi og fyrikomandi
starvsfelaga at arbeiða fyrra- og seinrapartar.
Áhugaði kunnu ringja á tlf 50 37 00
Shell støðin í Vestmanna
lýsingar
Lýsið
við
brúktum
bilum
Internet
Lesið
-tað
loysir
seg
www.sosialurin.fo
29