Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2007 lýsingar 33 Hevur tú dirvi til at standa á odda fyri eini deild í stórari menning, og hevur tú áhuga fyri landsins byggilist, so kunnu vit bjóða tær øðrvísi royndir í einum spennandi og avbjóðandi starvi sum deildarleiðari á bygningadeildini hjá Landsverki. Um bygningadeildina Landsverk fekk við ársbyrjan eitt nýtt málsøki, og hevur nú bæði ný- og um- bygging, leigumál og viðlíkahald av landsins ognum um hendi. Høvuðsuppgávan hjá deildini er m.a. at lýsa og raðfesta krøvini til almenna bygg- ing við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðskustøði, soleiðis at tað virksemið, sum skal fremjast, fær best møguligu karmar. Harumframt skal okkara nýggi starvsfelagið eisini taka lut í viðgerð av øðrum málum, har bygging og bygningar, landslag og formlist eru partar av hesum. Á deildini starvast umframt deildarleiðaran 3 arkitektar, 1 byggifrøðingur og 1 teknisk- ur assistentur. Tú vísir beinleiðis til stjóran og verður partur av leiðslubólkinum hjá stovninum. Arbeiðsøkið Sum deildarleiðari á bygningadeildini fær tú ábyrgdina av at: · menna tað nýggja málsøkið og hini arbeiðsøkini hjá deildini · stuðla og menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi · taka byggilistaligar avgerðir – eisini um funktionalitet og góðsku · arbeiða og uppbyggja ein politikk fyri almenna byggilist · fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar Tú fer eisini at luttaka í tvørfakligum verk- ætlanum, og fer at arbeiða við fólki, sum hava ymiskar fakligar útbúgvingar og royndir. Førleikakrøv Vit leita eftir einum fólki við viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Útbúgv- ingin skal hava støðið í byggi- og fagur- frøði, til dømis arkitektur. Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og leggja tí stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú arbeiðir sjávstøðugt, hevur góð samstarvsevnir, dugir at skipa arbeiði á deildini og í tvørfakligum verkætlanum. Vit vænta, at tú eggjar, gongur undan og gevur títt íkast til menning av deildini og arbeiðsplássinum sum heild. Tú dugir somuleiðis at síggja møguleikan í at menna og broyta títt starv. Tað er harum- framt neyðugt at tú dugir at málbera teg væl bæði skrivliga og munnliga á føroysk- um. Leiðsluroyndir og aðrar royndir frá verk- ætlanum innan byggivinnuna er ein fyri- munur. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð- andi yrkisfelag. Umsókir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk Postboks 78 FO–110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. februar 2007. Merkið umsóknina „Um- sókn – Deildarleiðari“ og viðmerk í um- sóknin, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Oyvindur Brimnes, stjóra á tel. 540 801 ella teldupost ob@lv.fo. Eisini er møguligt at kunna seg um máls- økið „byggi-og bygningaumsiting“ og bygningadeildina á www.landsverk.fo. Fá ávirkan á landsins byggilist Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleika- uppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo STARVSLÝSING Landsverk er byggiharri fyri almennar uppgávur, og henda verkætlan verður útboðin vegna Mentamálaráðið. Útbjóðandi myndugleiki: Landsverk Tinghúsvegur 5 FO-110 Tórshavn www.landsverk.fo lv@lv.fo Mannagongd fyri útbjóðing Innboðin lisitatión í høvuðsentreprisu í pre- kvalifikatión. Ætlandi verður heitt á 4-6 tilboðsgevarar at bjóða. Lýsing av verkætlanini Verkætlanin umfatar ein fiskivinnuskúla, ið skal byggjast á økinum við ferjuleguna í Vestmanna við plássi fyri 100 næmingum, tilsamans umleið 1300 m². Boðið verður út í høvuðsentreprisu. Umbøn um luttøku Umbønin skal sendast til Landsverk ella umvegis teldupost til lv@lv.fo Áheitanin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. mars, 2007. Áheitan um luttøku Áheitanir um at geva tilboð verða sendar út saman við útbjóðingartilfarinum um miðjan mars 2007. Samtøk og felagsskapir Allir luttakarar í einum samtaki ella líknandi felagsskapi skulu geva skrivliga váttan fyri felags hefting og ábyrgding fyri sáttmála- num. Felagsskapir og samtøk skulu har- afturat frammanundan tilnevna ein um- boðsmann við skjalprógvaðari fulltrú til, vegna felagsskapin ella samtakið, at tekna bindandi avtalur við byggiharran. Upplýsingar at nýta til prekvalifikatiónina Umsøkjarar skulu saman við eini umbøn um luttøku senda hesar upplýsingar: · Upplýsingar um arbeiðstakarans egnu viðurskiftir og tær neyðugu upplýsingar- nar og formleikarnar til meting av tí kravdu minstuorku av búskaparligum, fíggjarligum og tekniskum slagi. · Upplýsingar um bygnaðin hjá fyritøkuni, herundir møguligt samband við móður- felag. · Stutt lýsing av, hvussu uppgávan verður loyst. Dentur verður lagdur á leiðslu og stýring, logistikk, byggitíð, trygging av tilfarsveitingum og góðskutrygging. · Váttan ella trúnaðarváttan um, í hvønn mun arbeiðstakarin hevur ógoldnað skuld til tað almenna, ið er fallin til gjaldingar. · Avrit av viðkomandi vinnulívstrygging, upplýsing um eginpening og javna í roknskapi, tá ið søkt verður, saman við váttan av samlaða umsetninginum í meðal seinastu trý árini. · Upplýsing um árliga meðaltalið av fólk- um í starvi hjá fyritøkuni. · Ummæli frá samsvarandi uppgávum. · Lívsgongdarlýsing (CV) hjá lyklafólkum, ið verða sett á hesa uppgávu. · Upplýsingar um góðsku-, trygdar- og heilsuskipanir, umframt umhvørvisstýris- skipanir hjá fyritøkuni. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleika- uppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo PREKVALIFIKATIÓN