mánadagur 12. februar 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 30 - 12. februar 2007
Tær smáu fyri
tøkurnar fáa
størri týdning
í oljuvinnuni
oljuvinna
Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Mýggjabitarnir – tær smáu
oljufyritøkurnar – hava
seinastu árini fingið ein
øktan leiklut í norsku
vinnuni, og undan seinast
TFO-umfarinum (forhånds
definerte områder) sum
bleiv latið upp seinast í
januar, sótu mýggjabitarnir
á 45 fyristøðuloyvum og
sum samstarvsfelagar í
102 loyvum. TFO-umfarið
í januar lat upp dyrnar
fyri átta nýggjum feløgum
– harímillum Føroya Kol
vetni. Men hesi nýggju
feløgini standa álíkavæl
bert fyri umleið tveimum
prosentum av framleiðsluni
á norska landgrunninum.
Sambært fesku Econ-frá
greiðingini ”New Kids on
the Block - A survey of
the newcomers”, so vilja
hesi økja sín part til millum
seks og sjey prosent fram
til 2009 – men so vil teirra
leiklutur aftur minka.
Men leikluturin hjá teim
um smáu økist og fær størri
týdning.
Taka restirnar
Tá risarnir eru mettir, koma
mýggjabitarnir og taka tað
sum eftir er. So er eisini
innan oljuvinnuna. Í Noregi
hava onkrir eygleiðarar ver
ið bangnir fyri at saman
renningin millum Statoil
og Norsk Hydro vil køva
restina
av
oljuvinnuni.
Men so verður neyvan, og
tað verdur kanska heldur
so at tey smá feløgini nú
fáa betri pláss í norsku frá
landavinnuni.
Fyritøkan Econ, ið millum
annað eygleiðir og greinar
sundur tað sum hendir
innan oljuvinnuna, kemur
í sínu fesku frágreðing til
tað niðurstøðu, at tey smá
feløgini, mýggjabitarnir,
hava framtíðina fyri sær.
Stjórin fyri oljudeildina
hjá Econ, Eivind Magnus,
sigur í viðtalu við Aften
posten, at norskir myndug
leikar eftir samanrenningina
millum Statoil og Norsk
Hydro, noyðast at hugsa av
nýggjum um hvussu loyvini
skulu gevast framyvir, og
hvussu nýggj feløg skulu
lokkast inn í norsku frá
landavinnuna.
Hann meinar at meir
kapping á økinum vil hava
all stóran týdning fyri vinn
una, og at uppfinnsemi og
nýggjar loysnir vilja økja
um kappingina.
Proppin út aftur
Bård Johansen í Aker
Exploration sigur, í við
talu við Aftenposten, at
hann roknar við at eitt
stórt Statoil/Hydro vil vera
við til at styrkja um støð
una hjá minni og nýggj
um fyritøkum innan olju
vinnuna.
Tey smáu feløgini hava
higartil havt ein leiklut
sum tey sum taka yvir fram
leiðsluna í einum brunni tá
hann nærkast at vera tómur,
og tey stóru oljufeløgini
ikki fáa vundið nóg stóran
vinning burturúr teimum.
Tey smáu feløgini leita eis
ini eftir brunnum har propp
ur er settur í, men sum
álíkavæl hava olju ella gass
í sær. Her í Noregi hevur
millum annað kanadiska
Talisman Energy saman
við norsku mýggjabitunum
Pertra og Revus komið
sær inn á gamla Statoil-
brunnin Yme. Talan er um
at taka proppin úr og byrja
framleiðslu aftur á Yme
seinni í ár.
Tær nýggju
fyritøkurnar
Econ hevur kannað hvørjar
fyritøkur sum eru komnar
inn í norsku oljuvinnuna
seinastu sjey árini. Í 2000
avgjørdu norskir myndug
leikar at meir skuldi gerast
fyri at leggja til rættis fyri
nýggjum fyritøkum í olju
vinnuni. Millum annað
broyttu norðmenn skatta
lóggávuna í 2004. Í 2000
vóru 15 feløg virkin í
norsku oljuvinnuni. Hetta
talið var á nýggjárinum
2006/2007
komð
uppá
44 fyritøkur. Bara í 2006
fingu 23 nýggjar fyritøkur
góðkenning til at arbeiða í
norsku oljuvinnuni. Talan
er her um bæði nýggj og og
smá feløg, og stórar altjóða
fyritøkur sum ikki áður
hava virka í Noregi.
Eivind Magnus sigur at
hann roknar við at tað vit
nú síggja bara er byrjanin,
og at nógvar broytingar
koma at henda. Fyritøkur
verða keyptar upp, lagdar
saman og nakrar vilja bara
hvørva komandi árini.
Kunnu hava
líknandi
leiklut í
Føroyum
Tað er einki í vegin fyri
at smærru oljufeløgini
eisini fáa sín part av leit
ingini eftir olju undir
Føroyum, sigur stjórin
fyri Jarðfeingi, Sigurð í
Jákupsstovu.
– Í Bretlandi hava tey
eina skipan við sonevnd
”promotion licenses”.
Endamálið við hesum
loyvunum er at fáa, oft
ani smá feløg, sum síggja
ein møguleika, at arbeiða
upp ella búna økið/pro
spektið fyri seinni at selja
burturav til størri feløg í
eini møguligari boring.
Smærri feløg kunnnu
hava ein líknandi leiklut
í Føroyum, sigur Sigurð
í Jákupsstovu.
Oljumýggjabitar
súgva seg feitar
Noreg:
– Hava lagt
til rættis fyri
teimum smáu
Seinastu seks-sjey árini hava norðmenn
roynt at fáa tær smærru oljufyritøkurnar
við. Og tær eru vælkomnar.
Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Støðan í norsku oljuvinnuni uppundir aldarskifti var at
oljufeløgini vístu minkandi áhuga fyri nýggjum íløgum
á norska landgrunninum. Hetta fekk myndugleikarnir
til at hugsa av nýggjum.
– Tann minkandi áhugin gjørdi at vit noyddust at hugsa
nýtt. Færri feløg vístu áhuga, samstundis sum vit ynsktu
meir virksemi, sigur Gunnar Gjerde, deildarleiðarin á
olju- og gassdeildini í norska oljumálaráðnum.
Hann sigur at tey settu sær sum mála at fáa víst norska
landgrunnin fram fyri oljufólkið kring allan heim, og
brúktu millum annað nógva tíð til at vitja millum annað
møtipláss fyri oljuídnaðin í Stóra-Bretlandi og USA.
– Tað eydnaðist okkum at fáa vakt áhugan av nýggjum.
Broytingar í skattalóggávuni í 2004 gjørdu eisini at
feløgini sóu stórar møguleikar hjá okkum. Vit skulu
sjálvandi heldur ikki gloyma at høgi oljuprísurin eisini
økir áhugan og viljan til at seta pengar í oljuvinnuna,
sigur Gunnar Gjerde.
Hann leggur eisini dent á at sjálvt um mýggjabitarnir
nú eru vælkomnir á norska landgrunninum, so ynskja
norskir myndugleikar eisini fleiri meðalstór oljufeløg
inn, sum eisini vilja seta pengar í leiting eftir olju á
nýggjum økjum.