Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 30 - 12. februar 2007 Tíðindaskriv frá Faroe Petroleum Norge Norska felagið hjá Faroe Petroleum varð alment  sett á stovn sum partafelag í mars mánaða í 2006 og stutt eftir var felagið “Pre- kvalifiserað” av norsku mynd­ugleikunum sum góð­ kendur partnari til at luttaka saman við øðrum feløgum. Hetta merkir, at felagið hevur tann neyðuga kravda førleikan til at luttaka sum partnari saman við øðrum oljufeløgum, ið arbeiða á norskum øki. Faroe Petroleum valdi at arbeiða á norskum øki fyri at spjaða váðan í sambandi við leiting eftir olju og gassi.  Felagið hevur nú leitiloyvi í 4 londum, sum øll hava ymiskan váða. Londini eru Føroyar, har alt byrjaði, síðani Bretland og Noreg og til seinast Holland.  Faroe Petroleum hevur nú tilsamans 33 leitiloyvi, harav eitt væntandi verður framleiðsluloyvi í apríl mán­aða í ár. Felagið valdi eisini at fara til Noregs, tí tað er triðstørsti útflytari av olju og gassi, tí sannlíki fyri at at finna olju ella gass í sambandi við leitiboringar er umleið 40% og tí eisini verður mett at sera nógv olja og gass enn eru eftir at finna, hóast at Noreg hevur útflutt olju í nógv ár. Skattaviðurskiftini fyri feløg, sum byrja at leita og ikki hava inntøkur eru sera góð, tí so leingi sum t.d Faroe Petroleum Norge ikki hevur inntøkur vil norski staturin endurgjalda 78% av øllum leitikostnaði eins og øðrum kostnaði, sum standast av at leita eftir olju og gassi líka til felagið fær inntøkur av sølu av olju ella gassi. Á skrivstovuni hjá Faroe Petroleum í Noregi ar­beiða 12 starvsfólk, megin­part­ urin eru geologar og geo­ fysikarar og hesi hava sera hegniliga luttikið í fyri­ reikingunum í sambandi við  umsóknimrnar, sum nú eru blivnar til 6 leitiloyvir. Tað er sera áhugavert, at Faroe Petroleum hevur Faroe Petroleum Norge gó Eftir bert 10 mánaðum í Noregi fekk oljufelagið Faroe Petroleum Norge tillutað 6 leitiloyvi í sam­bandi við árligu »APA« tillutingina. Felagið hevur eisini fingið tillutað 5 leitiloyvi í bretskum øki og hevur nú 33 leitiloyvi íalt Faroe Petroleum hevur 33 leitiloyvi í 4 londum Faroe Petroleum fekk 5 leitiloyvi í seinastu bretsku útbjóðingini